leygardagur 12. desember 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið EST
Hitt ljós
á
gøtu mini
Men eftir tað, at Jóhannes var givin
upp; kom Jesus til Galileu og prædik-
ad gledibodskapin um Gud og segði:
>Tíðin er fullkomin, og Guds riki er í
nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboð-
skapinum!< Mark. 1,14-15.
Tað er við byrjanina av almenna virki sínum,
at Jesus talar hesi orðini. Hetta vóru ikki
einastu orðini, sum hann talaði, men tey
vóru aðalinnihaldið í prædiku hansara.
Hvat vita vit annars at siga um prædiku
Jesusar, tá ið so lítið av henni er endurgivið?
Jú, vit vita, at eins og alt jarðarlív hansara
var ein uppfylling av skriftunum, soleiðis
var øll prædika hansara ein útlegging av
skriftunum. Og í skriftunum er gleðiboð-
skapurin um Gud hesin, at »so elskaði Gud
heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til
tess at ein og hver, sum trýr á hann, ikki skal
glatast, men hava ævigt líva.
Nú var tíðin fullkomin. Eftir at Gud í um-
bæri sínum hevði umborið tær syndir, sum
áður vóru gjørdar, so opinberaði hann nú
strangleika sín viðvíkjandi allari synd við
tað, at hann spardi ikki sín egna son.
Gleðiboðskapurin um Gud er ikki boðskap-
urin um, at Gud hevur ongantíð verið vreið-
ur; heldur ikki er tað boðskapurin um, at
Gud hevur linkað dómin yvir syndina; men
tað er boðskapurin um, at Guds kærleiki
gekk inn undir Guds vreiði, til tess at taka
dómin yvir alla synd á sjálvan seg — í okk-
ara stað og staðin fyri okkum. :
Í hesum er Guds ríki, sum vit vóru úti-
stongd frá, komið í nánd. Hann var sjálvur
uppfyllingin av teimum orðum, sum hann
segði, og alt jarðarlív hansara bar boð um,
hvat ið tað kostaði honum at uppfylla skrift-
irnar. Hann noyddist at taka á seg alt tað,
sum profetarnir hava talað um dóm yvir
synd. Gleðiboðskapurin er tann, at hann
gjørdi hetta fyri okkum.
Nú sigur hann við okkum: >Vendið um og
trúgvið gleðiboðskapinum!<
Lýsiðísosialinum
3. desember
Jákup Vang, ættaður úr Hvalba, búsitandi á
Eiði, 58 ára gamal.
4. desember
Andreas Petur Jacobsen, ættaður úr Syðru-
gøtu, búsitandi á Nesi, í Vági, 44 ára gamal.
Ingegerd Løtzen Overskeid, vanliga nevnd
Gerd í Sauda, 37 ára gomul.
5. desember
Rosa Berthelsen, Fuglafirði, 72 ára gomul.
Maria Súsanna Vestergaard, Lopra, ættað úr
Miðvági, 82 ára gomul.
Karolina Hilduberg, Tórshavn, 86 ára gomul.
Gudstænastur 3. s. í advent
Sandavágur: D. Johannesen kl. 12.00, talvan gongur fyri
Sunnudagsblaðið
Vesturkirkjan: .M. Bæk kl. 11.00, talvan gongur fyri
Sunnudagsskúlan hjá Heimamissiónini
Vestmanna: Uni Næs kl. 12.00, altargongd, barnakórið
syngur
Kvívík: J. Magnussen kl. 12.00
Mikladalur: N. P. Danielsen kl. 12.00, altargongd
Christianskirkjan: H. Bøgesvang kl. 11.00
Vágur: M. R. Jacobsen kl. 11.00 og kl. 16.00 »Vit syngja
jólini inn«
Hov: H. Joensen kl. 17.00
Porkeri: H. JOensen kl. 18.00, dupultkvartett
Tvøroyri: J. Bech kl. 12.00
Nes: J. Kass kl. 11.00, altargongd, talvan gongur fyri
Sunnudagsblaðið
Gøta: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd
Funningur: E. Olsen kl. 12.00, altargongd
Eiði: H. J. Joensen, bispur, kl. 12.00, altargongd
Hestur: Kjartan Mørkøre
Havnar kirkja: Bj. Bæk
Kaldbak: P. M. Rasmussen
Hattarvik: E. Beder kl. 11.00
Skåla: J. Johansen kl. 11.00, altargongd
Skåvoy: J. R. Hansen kl. 12.00, altargongd
Sandur: J. R. Hansen kl. 18.00
Sunnudagin gongur talvan i K vivikar kirkju til frama fyri
kirkjuna.
Meinigheitshusid
Tórshavn Læknavaktirnar
Í SKG Tórshavn: Kristianna
Í kvøld kl. 21.00: Opið hús. Nordendal. lf. 12979
Sunnudagin Kl. 14.00; | jeygardag, og Andor
Sunnudagsskúli. Era 12238
Sunnukvøldid kl. 18.00: | „mu Sd
Møti v/ Andras Arge. -
Mánadagin kl. 16.30: Frí-
tíðararbeiði er í jólafrí.
Týsdagin kl. 20.00: Bíbil-
tími.
Mikudagin kl.
Streingjakórið venur.
Eysturoy: Magnus á
Stongum, tlf. 23006,
leygardag, og Georg
Egholm, tlf. 48016,
19.00: sunnudag.
Norduroyggjar:
Karin Haar, tlf. 55273.
Vinyl- og gummi
HANDSKAR
til alt arbeidi
Vågar: Tlf. 32413.
Suduroy (nordur):
Tlf. 71560.
Suduroy (sudur): Tlf.
| 73030.
N |
Ion: N Tannlæknavakt
fluttir A Tór shavn
bein- Bráðfeingishjálp fæst
leiðis leygardag, sunnudag
ur og halgidagar kl. 13.00
Japan -14.00. TIf. 14544.
Heilsølan
Láarvegi 14 . Tårshavn
Tlf. 15828 . Fax. 15893
— er altíð
á staðnum
Vælkomið
lítla barn
Tað er ikki sjáldan, at ávís orð, óflýggjalig, ólíklig
ella onnur, ikki sleppa upp í part í einum skrift-
máli. Serliga er alt tað, sum hevur samband við
umráðið millum nalvan og kngini, tabu
Meira sjáldsamt man vera, at eitt av teimum
mest brúktu óbundnu fornøvnunum og eitt av
teimum allarvanligastu orðunum yvirhevur í ein-
um máli verður útihýst í skriftmálinum.
Føroyskt man vera eitt av teimum fáu dømun-
um.
Eg hugsi her um fornavnið man, sum er eitt av
teimum orðunum, sum lærarar og onnur hava
jagstrað av grimd.
Um úrslitið kann í hvussu er sigast, at í skrift-
málinum er nógv margháttligt komið burtur úr
øllum stríðnum fyri at umseta tað natúrliga
>man= í talumálinum til eitt slag av »føroyskum«.
Vanligast man tað vera at brúka ein. Eg sigi ikki,
tað ikki kann brúkast við hvert, men ofta bera
setningarnir á brá at líkjast tí norska (í Noreg
royndu teir eisini einaferð at reka man úr málin-
um)»En skal være to, nár en skal syne lik«.
Stórt frægari er >tú< ikki, og hevði tadikki verið
tað, at danskt undir eingilskari ávirkan var farið
atbrúka >du< ístaðin fyri »man«, hevði >tú< valla
vunnið frama í føroyskum.
Kanska málreinsarar fegnast um, at tað vind-
ur upp á seg at brúka >tú< í hesum týdningi, men
tað er og verður ein anglicisma ella danisma.
Aðrir vegir eru eisini at sleppa sær burtur úr
man-knípuni, men eingin er, sum til fulnar kann
endurgeva tær fínu nuansurnar, tá føroyingar
ikki siga »eg« ella >vit<, men nettup »man«!
>Man plagdi atfara í dans einaferð tá um tíggju-
ellivu-tíðina, og tá fór man altíð í stívasta
puss...<, segði bygdarkona. Og ikki var tí, hon
ikki dugdi føroyskt. Tverturímóti.
T
6. desember fingu Eydvør
Petersen, Haldórsvík, og
Jan C. Poulsen, Mjørkadali,
ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3800 gr.
7. desember fingu Hervør
Mortensen og Mourits
Niclassen, Argjum, ein son.
Hann var 54 cm langur og
vigadi 3800 gr.
7. desember fingu Jana M.
Egilstoft og Torkil Nielsen,
Sandavågi, ein son. Hann
var 52 cm langur og vigadi
3250 gr.
1. desember fingu Pavla og
Chris Jan Michelsen, Tvør-
oyri, eina dóttur. Hon var 54
cm long og vigaði 3950 gr.
8. desember fingu Jónina og
Sámal Petur Mittelstein,
Skopun, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði
3350 gr.
1. desember fingu Oy og
Sigurd Anthoniussen,
Morskranesi, eina dóttur.
Hon var 53 cm long og vig-
aði 4100 gr.
9. desember fingu Durita og
Høgni Hansen, Tórshavn,
eina dóttur.
4. desember fingu Ivy og
Jógvan Hansen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 51 cm
long og vigaði 3800 gr. KFUK
Samkoma teirra eldru hevur
adventshugna mánadagin
kl. 17.00 (broytt klokkutíð).
6. desember fingu Mari-
anna og Rógvi Poulsen,
Klaksvík, ein son.