Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

01 n dind Á! rrÆLS!-JAVNADUR-BRØDRALAG Si Býráðssamgongur Í báðum teimum størstu komm- ununum í landinum er nú komin undir land við komandi býráðs- samgongum. Hetta hendi longu í Klaksvík í síðstu viku, tá fólka- flokkurin og tjóðveldisflokkurin skipadu samgongu. I Havn verð- ur nå seinasta hond løgd å eitt samgonguskjal millum sam- bandsflokkin, tjóðveldisflokkin, javnaðarflokkin og møguliga eisini sjálvstýrisflokkin. VIÐ ødrum orðum henda stórar broytingar í báðum plássum. Meðan fólkaflokkurin, sum hevur sitið í andstøðu í Klaksvík, nú tekur við leiðsluni, so er stødan í Havn júst tann øvugta. Her hevur fólkaflokkurin sitið við leiðsluni í fleiri valskeið, men nú verður hann at sita í andstøðu. EFTIR okkara tykki er tað stórt spell, at javnaðarflokkurin ikki verður við til at mynda meiri- lutan í Klaksvík. Tí flokkurin við býráðsformanninum á odda hev- ur víst seg sum sannan ábyrgd- arflokk, ið hevur rikið tann neyð- uga politikkin. Fremsta uppgávan hjá samgonguni eftir næstseinasta býráðsval var at rudda upp eftir táverandi borgarstjóran Jógvan við Keldu. Hóast fáir politikarar í landinum kunnu siga seg fríar fyri at hava Blaðfóik: Randi Jacobsen - Dagny Jensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Jåstinus Eldesgaard brúkt ov nógvar pengar, so er hetta ikki allur sannleikin, tá tað um táverandi fólkafloksleiðlsuna í Klaksvík ræður. Tí neyvan hevur nakað politikari í landinum víst so lítið afturhald og varni í sínum fíggjarpolitikki sum júst tann sami Jógvan við Keldu, ið nú skal til at stýra Klaksvíkini. KLAKSVÍKIN hevur meira enn nakrantíð áður brúk fyri eini sterkari og breiðari samgongu. Hetta gjørdi Óli Heinesen púra greitt undan og eftir valið og hesum tyktist eisini fólkaflokk- urin at taka undir við. Men nú samgonga varð skipað í skundi sýnist hon bert hava eitt endamál, og tað er at halda javnaðarflokkin uttanfyri. SPURNINGURIN til tær báðar formenninar er tí: hví var tað so umráðandi at fáa fólkaflokk og tjóðveldið í eina samgongu og spurningin kunnu vit eisini lata fara víðari til hini umboðini í hesum flokkum og fyri tað limirnar: hví var tað so umráð- andi at skipa samgongu við hes- um flokkum, sum jú bert hava ein mann í meiriluta - hetta í eini sera torfgrari tíð, har tað veruliga er tørvur á at fáa breitt samstarv. Er tað persónligt agg og "gamlar" syndir, sum liggja til grund fyri hesum vali heldur enn royndin at skipa eitt arbeiðsligt og skilagott stýri! Farmakoyring Eysturoy-Streymoy-Eysturoy K : lejdis: kl. 08.00 Strendur — Tórshavn kl. 13.00 Tórshavn — Skålafjørdur — Gøtu - Leirvik — Fuglafjorð Týsdag og hósdag: kl. 08.00 Strendur — Tórshavn kl. 13.00 Tórshavn — Sundalagið — Skålafjørdur Vinarligast ringið ordrarnar inn í góðari tid. Ordrar innkomnir eftir kl. 11.00, kunnu rokna við at skula bíða til dagin eftir. OOO ss Strendur - Tlf. 87405 og 47349 Útgevari: Pt Soslalurin Uppseting: PÆ Soslalurin Prent: PÅ Pressan 1981 Í Havn sær tað ikki mætari út, enn at vit fáa tann fyrsta kvinnu- liga býráðsformannin. Fólka- flokkurin, sum hevur havt høv- uðsábyrgdina av politikkinum í mong ár, verður nú í andstødu. Hetta man kennnast beiskur biti hjá nýggja býráðsformansevni floksins, sum nú hann yvirhálaði Inga Mohr tók sum givið, at dyrnar stóu opnar til tað all- arheilagasta. Tá hugsað verður um, at sambandsflokkurin fleiri ferðir áður hevur havt møgu- leikan at fáa borgarstjóran men ikki hevur tikið av og nú aftur hevði henda møguleika og hesa- ferð kravdi henda sessin, so má sigast, at fólkaflokkurin hevur Bústaður: Argjavegi 26 Argjum Tølston: TIB20 telvað vánaligt, nú hann kortini tvíhelt um borgarstjóran. TÁ samanumkemur kunnu fólka- floksmenn helst takka sær sjálv- um fyri, at flokkurin nú verður settur uttanfyri ávirkan í bý- ráðnum í Havn. Hinvegin er tað ikki so løgið, at tað er ynski um at skipa eina breiða samgongu í hesum tíðum. Tískil má sigast, at samgongan er eitt stórt framstig, og tað at javnaðarflokkurin nú aftur er við at mynda meirilutan í býráðnum í Havn hevur stóran týdning fyri ikki bert flokkin men eisini fyri framtíðina hjá býnum. Svimjihylurin á Argjum Almenn svimjing born og vaksin Kl. 15-16 og 16-17 Kl. 15—16 og 16—17 Kl. 15-16 og 16—17 Kl. 15-16 og 16—17 Kl. 13-14 og 14-15 Tysdag Mikudag Hésdag Friggjadag Leygardag Kostnadur Børn: Vaksin: Børn undir 5 år sleppa inn Ókeypis, tó bert saman við vaksnum. 5 kr. fyri tíman 10 kr. fyri tíman Bert vaksin Kl. 20-21 og 21-22 Kl. 15-16 og 16-17 Te | Avsi rk ferði Bern: 75,00 kr. | Vaksin: 220,00 kr. Hylurin er Stongdur allar sunnu- og halgidagar, jóla-, nyggjårs-, páska- og hvítusunnuaftan, grundlóg- ar- og flaggdag. Postadr: Postsmega7S | 10Térshavn : HEDE SUÐU AO