Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F På = á i Grundsteðið undir nýggjum politikki Kreppan í fóroyska samfelagnum er skapt við mentunaroysi. Frá mentunarloysi til lógloysi er bert eitt lítið hanagleiv. Tað er ein sera viðkomandi spurningur, hvussu kjarnin í sann- ari føroyskari mentan verður settur í verk í foroyska nútíðar- samfelagnum. Hans J. Joensen, biskupur, hevur ofta í prædikum og reðum sínum greitt frá, hvussu kjarnin í sannari før- oyskari mentan kom til sjóndar í føroyska bygda- samfelagnum, t.d. millum eldri fólk. Sama hevur m.a. Heðin Brú eisini gjørt í skald- segu síni „Feðgar á ferå«. Man hvat eyðkennir so henda kjarnin í sannari fer- oyskari mentan? Kjarnin í sannari føroyskari mentan Hesin kjarnin í sannari fer- oyskari mentan hevur hesi eyðkenni: 1. Mendan og siðing eru eyð- kend av stórum kunnleika um náttúru ella umhvørvi, ið hava við dagliga yrkið at gera, og av eini óvikandi Gudstrúgv. 2, Rættur og skylda hava grundsteði í áðurnevndu mentan og siðing. Hitt fremsta grundsteðið fyri hvat gerast skal er sostatt kensla fyri rætti og skyldu, mótvegis órættur og ábyrgd- arloysi. Rættur og skylda eru sostatt við í hverjum avgerðargrundarlagi fyri teirra egnu seks skuld. Eitt meira ella minni svikaligt út- lit fyri peningavinningi ella eðrum vinningi kann aldri vera fremsta grundsteðið fyri hvat gerast skal, um so er at slíkt stríður ímóti sonn- um rætti og sannari skyldu. 3. Búskapur og vinna er hjá hesum fyrimyndarfólkum úr- slitið av teirra vilja at virka eftir sonnum kunnleika, rætti og skyldu. Hesi fólk seta eina æru í dygdargott at lata hverjum sítt og at ganga væl um alt. Eru góð úrslit, so verða tey roknað sum >væl- signað góð<. Eru úrslitini minni góð, so verður ikki sagt, at tað er >forbannað oyði< — heldur verða tey tik- in til eftirtektar sum »væl- signað oyðin<. Hjá hesum fyrimyndarfólk- um er sostatt (1) mentan og siding, (2) rættur og rættferð, og (3) búskapur og vinna ein óbrotin heild. Henda heild verður sameind í einum óvik- andi áliti til hin alvaldandi, soleiðis sum hetta kom til sjóndar í m.a. borðben ella sálmasongi til útróðrar. Hjá slíkum fólkum verður sostatt ikki hildið neyðugt at óttast óndar maktir ella aðrar devl- ar í hverjum skymaskoti. Hvat er »sonn føroysk mentan« fyri vanliga føroyingin í dag? Ikki er neyðugt at ivast i, at meginparturin av feroying- um als ikki kennist við „sanna føroyska mentan« i omanfyri nevnda tydningi. Sjón gongur fyri søgn um, at so er. »Sanna føroyska mentan« í omanfyri nevnda tydningi og við omanfyri nevndu eyð- kennum, rokna nógvir »nu- mótans< føroyingar sum reina >svakligheit< ella reina »6møguligheit«, umboðað av serskeltum ella tverballum — hverki meira ella minni. Fyri hesar »nymåtans« fer- oyingar hevur »sonn fer- oyskt mentan< t.d. verið grindadráp; at síggja Óla Breckmann í feroyskum klæðum millum kúgaðar nek- arar í Suðurafrika; at fáa fer- oyska rullupylsu upp á smer- smurt fransbreyð á Atlantic Airways; fólk í feroyskum klæðum á ólavseku; føroying- ar í altjóða fótbólti; Trygg- ingarsambandið Feroyar; Fróðskaparsetur Feroya; skerpikjøt og rugbreyð smurt vid »Vita-margarini« og við »vedraøli« frå Føroya Bjór afturvið; o.s.fr., o.s.fr. og annað hesum líkt. Men fyri hesar snýmótans< føroyingar hevur »sonn før- oysk mentan« ikki minst ver- id at velja ella at seta »smart- ar«, men óroyndar føroyingar við lærdómi úr útlondum i øll oddastørv landsins. Men ti- verri var tað júst gjøgnum hesi fólk, at >yupie-siðvenj- an« kom til Føroya. »Yupie- sidvenjan« umbodar sjålvan kjarnin i føroyskari ómentan og føroyskum ómorali. »Yupiar« tóku yvir føroyska samfelagið Lydia Arge hevur í Dimma- lætting meistarliga greitt frá, hvussu sonevndir »yupi- are í leiðandi størvum bæði í Feroyum og í útlondum hava koyrt virki og lond á húsa- gang, og hava ruinerað og sent hópin av góðvarnum fólki út í vinnuloysi. »Yupie« bleiv eitt hugtak i vesturheiminum í sieyti-og áttatiárunum. Orðið er ein stytting av orðunum »Young Urgan Professionals<. Hesir »yupiarar« leggja alstóran dent á luksur, teir eru »sjarmerandi« og »smartir« og halda seg sjålvar vera sera høgt lærdar og sera klókar í peningamálum. »Yupiar« hava tiskil stadid høgt i met- um millum ólærd fólk, og teir fingu á henda hátt hevi til at vinna sær sjálvum nógvan pening. Eyðkent er fyri »yupiar«, at teir liva í »sus og dus« til alt knappliga brestur sum bleðrubrestur — tí ann- að enn uppblástar bleðrur hava »yupiarnir« ongantíð verið. Til Føroya komu »yupiar« longu i sekstiårunum. Hesir eru ikki so ungir longur. Men i sjeyti- og åttatiårunum tóku »yupiar« yvir so at siga alt hitt føroyska samfelagið. Hesir sonevndu »yupiar« eru utlærdir frå hægri læru- stovnum i åtlondum, handils- háskúlum, handilsskúlum, peningastovnum, bankaskúl- um o.l. Teir eru sum oftast beinanvegin valdir ella settir í leiðandi sterv í feroyska samfelagnum, ella teir hava virkað sum ráðgevarar fyri vinnulívsfólk og almennar stovnar. Í so at siga ellum landsins oddastervum sita nú hesir »yupiar«. Kreppan er skapt við mentunarloysi og tørvandi morali Ikki skuldi verið neyðugt at nevnt »yupiarar« i Feroyum við navni. Flest øll vita hverjir teir eru — kenna teir okkara millum. Hevuðslæran hjá hesum »yupium« gongur út uppá hetta: Í vinnukvi, búskapi, poli- tikki og almennari umsiting skal útrokning ella meting av peningavinningi ella ødrum vinningi altíð vera fremsta grundsteðið fyri hverjar av- gerðir skulu takast og fremsta grundarlagið fyri, hvat gerast skal. Dentur skal als ikki leggjast á rætt ella skyldu fyri rættsins ella skyldunnar egnu sek, men bara á egnan vinning. Í verki hevur »yupie«-sid- venjan kunnað givið letu- vinningar til nakrar fáar spekulantar. »Yupie« læran hevur annars so at siga altíð lagt fram skeivar útrokningar. Endaúrslitið hevur í longdini altíð verið ein vánalig dygd og eitt vánaligt arbeiði. Allar iløgur framdar í Før- oyum á sjógvi og landi í sjeyti- og áttatiárunum eru framdar við grundstødi í planlegging og talút- rokningum frá »yupium«. Hesar ílegur eru vitnis- burður um sera vánaliga planlegd arbeiðir, og hesi vánaligu arbeiði koyra nú landið á húsagang. Allir politikarar og øll vinnulívsfólk i Feroyum hava verið trúgvir lærusvein- ar hjá »yupium« Og Føroya fólk, Foroya veljarar, hava so dyggiliga givið hesum »yupi- >Undirritaði hevur uttan haldgóða grund verið ákærdur fyri líkt og ólíkt í Sosialinum í seinastuni. Við hesi grein verður roynt at afturvísa øllum skuldsetingum. Um danska framburðsflokkin segði Paul Hammerich sáli, at hesin mótmælis- flokkur í síni birtan undir illvilja umboðaði hitt øvugta av åvirkan Grundtvigs á danska samfelagið. Við undantaki av ræðslu føroysku politikara og donsku real- kreditspekulanta fyri Kirsten Jacobsen, hevur hesin flokkur heldur onga ávirkan havt! Ræðslan hjá føroysku politikarunum fyri Kirsten Jacobsen stavaði frá, at hesir politikarar ræðast hesa kvinnu verri enn hin versta, var orsøk til at tosa við hana! Undirritaði stendur fyri einum dyggum upplyftandi mótmæli á Grundvigskari grund móti lógloysi, tørvandi fólkaræði og banan-republikk-fasismu í Føroyum. Undirritaði leggur dent á at lýsa út sannleikar, men vil ikki vera við til at birta undir grundleysan illvilja. Í samsvari við hesa grundstødu var sjálvsagt ikki at nokta at tosa viðt.d. Kirsten Jacobsen. Eisini tí Kirsten Jacobsen segði nakrar sannleikar, og hetta er meira enn vit kunnu siga um Jákup Lindenskov og Óla Breckmann! P.M. Dam sáli var samríkismaður um ein háls, tí hann óttaðist fyri, at ein føroyskur statur beinanvegin fór at gerast fasistiskur. Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformað- ur, hevur í fleiri greinum í seinastuni víst á, at vit longu liva undir einum hálv- fasistoidum lógloysi í landinum. Tað er hetta hålvfasistoida mentanar- og lógloysi, ið skapt hevur búskaparkreppuna. Eins og Portugal, Spania, Grikkaland og Turkaland hava vit nú brúk fyri hjálp uttanífrá til at endurstovna fólkaræðið. Ti er orsøk til at tosa við allar útlendskar politikarar, sum visa Føroyum ans! Eisini tí tað er sera umrådandi, at hesir politikarar fáa sannar upplýsingar um Føroyar. Sannir upplýsingar um Føroyar gera Føroyum ongan skaða í útlondum. Tað eru ikki danskir fjølmiðlar, men føroyskir politikarar og fjølmiðlar, sum gjøgnum eitt langt tíðarskeið við villleiðingum um Føroyar og útspillingum av landsmonnum hava skapt kreppuna í Føroyum! Skulu danskir fjølmiðlar, sum venda sær til danskar veljarar, ikki hava rætt til at vísa føroyskum viðurskiftum ans? Danskir veljarar varða av politinum og ákæru- valdinum í Føroyum. Hetta danska politi og ákæruvald átti fyri langari tíð síðan at havt tikid um endan á teimum lógloysingum i Føroyum, sum m.a. javnaðarflokkurin hevur stuðlað og umboðað! Politikkurin hjá undirritaða byggir í stuttum á ta niðurstøðu, at kreppan í føroyska samfelagnum er skapt við mentanarloysi, lógloysi og tørvandi fólkaræði. Og eisini á ta nidustødu, at tað í eini endurreising av samfelagnum er av alstórum týdningi, hvussu kjarnin í sannari føroyskari mentan verður settur í verk í føroyska nútíðar- samfelagum<. um« sín treytaleysa stuðul og hava hartil hámett teir, og prisurin fyri hetta má sjálvandi gjaldast av ellum fyrr ella seinni. »Yupie-læran« er ein læra uttan moral. Men til hesa læru hevur feroyska sam- felagið sent síni ungu og ger tað framvegis. Samstundis hava allir føroyingar kunnað eygleitt, hvussu tervandi moralur og mentunarloysi hava undirgravað feroyska siðvenju, feroyska umsiting, føroyskan búskap og fer- oyskt vinnulív. Men heilt avgerandi er í hesum sambandi, at »yupie«- siðvenjan stríðir beinleiðis ímóti kjarnuni í sannari føroyskari mentan (og kjarnuni í allari sannari mentan yvirhøvur). Lydia Arge spyr um Feroy- ar og vesturheimurin tola eitt ættarlið afturat av hesum »yupium«. Svarið til henda spurning má vera nei. Kreppan er eisini skapt við religigsum hyklarí Sum flestir føroyingar vita, hava politikkur-, vinnulív-, vinnulívreligiónin og poli- tikkur-religión verið nógv samanblandað í Feroyum. Oddafólk í vinnulívi og polit- ikarar leggja ovurstóran dent á at vísa seg á kristi- ligum samkomum ella trína fram sum reðarar ella sangar- ar á slíkum samkomum. Teir reyna ofta at vissa feroying- ar um, at teir eru heimsins mest kristiliga fólk. Vit hava kunnað eygleitt hvussu nakrir av hesum oddamonnum sunnudagar hava staðið á reðarapalli í kristiligum samkomum og tosað um m.a. moral. Samstundis hava vit kunn- að eygleitt, hvussu teir mánadagin eftir eru farnir grínandi inn á grannskoðara- stovur, ráðgevarastovur o.l. fyri at fáa talútrokningar og ráð frá »yupium« viðvíkjandi íleguætlanum. Tann moralur, teir hava tosað um sunnudagin frammanundan, verður mánadagin tveittur burtur til frama fyri »yupie«- vísdóm. Allir føroyingar vita tó, at t.d. vísdómur Salo- mons hevði verið eitt túsund ferðir meira haldgott grund- arlag fyri ellum ílegu- ætlanum í sjeyti- og áttati- árunum enn allur heimsins »yupie«-visdémur og allar heimsins »yupie«-åtrokning- ar tilsamans. Tá fólk í kristiligum sam- komum ikki venda bakið til slíkar hyklarar, men tvørturi- móti vid atkveðum eggja teimum í sjónleiki teirra, so gera tey seg sjálvi sek í hyklarí. Slíkt er i stersi meguligari = andsteðu til kjarnin í sannari føroyskari mentan. Hverjum hugsjónum og mannagongdum skulu føroyingar fylgja? Sjálvandi er nútíðarsam- felagið steðugt breytandi og kann ikki lata eygu og oyru aftur fyri ávirkanini uttan- ífrá. Eingin droymur um at seta samfelagið aftur i tidira. Einki skeivt er í t.d. at senda ungdóm av landinum at nema sær kunnleika, ella at bjóða útlendingum higar at greiða frá ymsum nýggjum. Tað er alneyðugt, at onkur fylgir væl við, hvat ið hendir í útlondum innan t.d. tekni, náttúruvísind, læknavísind, hagfreði, heimsspeki o.s.fr. Vandi er á ferð, tá tað er so- leiðis, at tey hava mest at siga, sum einki vita. Hinvegin er púra vist, tað er vandamikið at taka við ell- um nýggjum. »Yupie«-sid- venjan er demi um nakað, sum ongantíð skuldi havt fingið gróðrarlíkindi í Feroy- um. Sagt hevur verið, at ein Ólavur Christiansen hugsjónar-kreppa (idé- kreppa) hevur verið í Feroy- um. Hetta er eisini púra rætt. Undirteka hevur einans verið fyri »yupie«-hugsjénum. Men tá slíkar hugsjónir stríða ímóti kjarninum í sannari fer- oyskari mentan, hava tær als ongan meguleika fyri at bera ávekstur. Hinvegin hava tær hugsjónir verið kevdar í feð- ingini, sum IKKI hava verið =yupie<-hugsjónir, men sum hava verð í samsvari við kjarnin í sannari feroyskari mentan. Fyri kortum varð ein kend- ur danskur vinnulívsmaður endurgivin fyri hesi orð: >Tá eitt menniskja sigur seg leita nærri fram til sannleikan, so fylg tí. Men sigur eitt menn- iskja seg at hava funnið sannleikan, so vend við- komandi bakið<. Hesi orð eru verd at taka til áminningar og eisini verd at fylgja. Men hverjum hugsjónum og mannagongdum skulu fer- oyingar so fylgja? Svarið má verða, at feroy- ingar gera skilabest við ein- ans at eggja fram tað, og við einans at fylgja ti, sum er í samsvari við kjarnan í sann- ari foroyskari mentan. Hvussu verður kjarnin í sannari føroyskari mentan settur í verk í nútíðarsamfelagnum? Tað er ikki bara undirritaði við viðhaldsfólkum, sum síggja vandan í »yupie«- mentunarloysinum. Í hesum árum gerst eitt vaksandi tal av vinnulívsvirkjum, hægri lærustovnum, legfreðingum og mentaflkum greið yvir »yupie«-vandan. Ikki minst lærdir háskúlar og handils- háskúlar taka nú í egnan barm, tí á hesum stovnum hava flestu »yupiar« nomið sín lærdóm. Spurt verður nú, b