fríggjadagur 18. desember 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sida 6 Nr. 242 —18. DESEMBER 1992
Samhugarit
Tíðliga í morgun bórust syrgiligu boðini um, at ein
tyrluvanlukka var hend norduri á Borðoyarvík. Tyrl-
an hevði flutt sjúkling á Landssjúkrahúsið og var á
veg aftur til Klaksvíkar. Umborð vóru tveir av okk-
ara dugnaligastu flogskiparum, hjálparmaður teirra,
lækni og sjúkrasystir.
Hesir báðir flogskipararnir vóru við til at leggja lunn-
ar undir okkara flogkervi og sigast má, at teir roynd-
ust okkum sera hollir. Teir løgdu alla orku í at fáa
okkum serkunnleika innan tyrluflutning og teirra
slóðbrótandi arbeiði eigur stóra tøkk uppiborna.
Tyrlutænasta, læknakunnleiki og sjúkrargkt okkara
hava veitt mongum hjálp bæði á sjógv og landi, og
mangt lív er bjargað í tí tíðini, hesi fimm fingu á fold-
um. Men forlag okkara eru fjald á foldum og dagatal
okkara er dult.
Hóast sorgarleikin er tað uggandi at vita, at teirra
tænasta var ein lívsjáttandi tænasta. Sorgblítt fyri
okkum gjørdist teirra seinasta tænasta eisini menn-
iskjans vakrasta — at royna at bjarga lívinum hjá ødr-
um. Ein doyr, annar livir
Sannast má, at mangur sorgarleikur hendir júst í adv-
entstidini, tå gleðihátíðin mikla stendur fyri durum.
Tað er so ymist sum adventin vitjar okkum. Hjá
summum kemur hon í heim okkara sum hátíðina á
foldum, hjá øðrum tekur hon okkum heim við sær í
hægri búðir
Í hesi sorgarløtu leita tankarnir til tykkum, ið so bråd-
liga fingu deyðans álvara at kenna. Í djúpari sam-
kenslu vil eg vegna Føroya landsstýri lýsa frið yvir
minnið um tey, hvgrs lívsleið rann út á miðjum vegi.
Í Tinganesi, 16. desember 1992
444 Pe,
Atli P. Dam
Samhugaskriv
Serstakliga tung vóru hesi boðini um tyrluvanlukk-
una á Borðoyarvík, vit í sjúkrahússtýrinum fyri
Klaksvíkar Sjúkrahús fingu í mikumorgunin.
Neyðsynjarboð vóru eftir tyrluni og starvsfólkum á
Klaksvíkar Sjúkrajhúsi tyskvøldid, tá lív stóð í vága
Hálvtalað var orð og tyrlumanning, lækni og sjúkra-
systir stóðu til reiðar at veita sjúklingi sína bestu
hjálp. Tí >skjót hjálp er góð hjålp« var av sonnum
setningur teirra, ið nú fóru so brådliga frá okkum.
Í neyðini eru góð ráð dyr, ja so dýr, attey kunnu kosta
alt. Men eingin veit á morgni at siga, hvar hanná
kveldi gistir, og tað mugu vit einaferð enn sanna. Tí
her gjørdist kvøldið myrkt, longu á lívsins hádegi
Heimafturkon
um gjørðist I
iv livsneydugu starvsørindum sír
yOsynjarløtan knappliga teirra egna.
Neyðin gjørdist so mikið ålvarsom, at sjálvt n
hjálp rakk ikki til, og deyðin vann i neyðini. nå
sína styrki og menniskjan mátti
lúta. Tad er í slíkum létum, atavmarkingar menniskj-
ans skulu standa sína roynd — og tapa.
í sínum veldi VISI
Lívið er eittans og deyðin er okkum øllum vísur.
Spurningurin er bert — nær. Summi fáa í elli ella
gjøgnum sjúku eina ávaring, áðrenn deyðin vitjar,
meðan onnur brådliga gleppa okkum av hondum. Og
tað eru hesar tómu hendur, ið eru okkum so svárar.
Tær kunnu ikki longur veita teimum farnu hjálp, men
tykkum, ið eftir sita, eru hesar tómu hendur kærar.
Holl er hjálpandi hond í røttu ltu. Tað er hesa hjálp-
andi hond, vit í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús
vilja rætta tykkum avvarandi, og ynskja vit, at tit
mega finna styrki í tí samkenslu, sum vit menniskju í
máttloysi okkara eru før fyri at veita hvor gørum.
Við samkenslu,
Vilhelm Johannesen, formaður
Tíðindablaðið Gr)
Allan mikudagin kom poli-
tiið føroysku pressuni sera
væl til hjálpar við javnan at
senda út tíðindaskriv, ið á
ein stuttan og einfaldan hátt
greiddu frá, hvussu gekst
við bjargingar- og leitingar-
arbeiðinum á Borðoyarvík
eftir tyrlunvanlukkuna á
miðnátt mikunáttina.
Telefonsambandið var at
kalla allan dagin sera vána-
ligt bæði til og úr Klaksvík,
Suni Vinther, politikomm-
iserur, nytti høvid at takka
øllum teimum, ið vóru við
í bjargingararbeiðinum á
Borðoyarvík mikudagin.
og Tíðindablaðið Sosialurin
fekk eisini váttað frá tele-
fonstødini, at allar linjurnar
til Norðoyggjar vóru upp-
tiknar, eins og Politistødin í
Klaksvík eisini gjøgnum út-
varpið royndi at fáa fólk at
lata vera við at ringja, tí báð-
ar vegir var telefonin hjá
Politistødini blokerað.
Í síðsta tíðindaskrivinum
mikudagin nýtti Suni Vinth-
er, politikommiserur, ann-
ars høvid at takka teimum
mongu, ið løgdu nógv fyri í
royndunum at bjarga teim-
um, ið lótu lív sítt í tænastu
fyri at hjálpa øðrum.
hj.
Sjúklingurin doyði
Syrgiliga tyrluvanlukkan á Borðoyarvík á miðnátt mikunáttina
verður ikki minni tragisk av, at sjúklingurin, tey fimm farnu
fluttu til Havnar beint undan vanlukkuni, heldur ikki bar boð í bý
Tann sera syrgiliga tyrlu-
vanlukkan á Borðoyarvík á
miðnátt mikunåttina, ið
kravdi ikki færri enn fimm
mannalív, setti ein rættilig-
an hvgkk í alt landið.
Eftir tey fimm sita ellivu
børn, umframt mong onnur
avvarandi í djúpari sorg.
Tað, sum ger hesa van-
lukku ikki minni syrgiliga,
er at sjúklingurin, sum tey
fimm beint framman undan
sjálvari vanlukkuni í tyrluni
høvdu flutt úr Klaksvík á
Landssjúkrahúsið, heldur
ikki slapp við lívi sínum
mikunáttina, hóast ferðin til
Havnar gekk sum ætlað.
Sjúklingurin var entre-
|
prenørurin og verkfrøding-
urin 53 ára gamli Jógvan
Hansen úr Klaksvík, ið varð
fluttur á til Havnar vegna
Mintust tey
Seinnapartin = mikudagin
var minningarhald í kapell-
inum á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, har øll tey starvsfólk-
ini á sjúkrahúsinum, sum
kundu koma, vóru til staðar.
Tilsamans mintust 120 av
starvsfeløgunum hjá Tor-
gerð Lydersen hana og hini
fýra, ið lótu lív av tyrluvan-
álvarsliga
ini kostaði honum lívið.
Ein tung sannroynd, ið
lukkuni á
mikunáttina.
Sóknarpresturin Henning
Bøgesvang segði eisini
nøkur fá uggandi orð undir
minningarhaldinum.
Borðoyarvík
Tingmenn hildu tøgn
Eisini á Føroya løgtingi
varð skipað fyri minningar-
Seinnapartin mikudagin varð skipað fyri minningarhaldið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har 120 mintust tey fimm, ið lótu lív
ringa heilsu-
stóðu, ið hesa somu nátt eis-
farnu
ger ta frammanundan syrgi-
ligu vanlukkuna uppaftur
syrgiligari…
hj.
haldi, og var tað har tingfor-
maðurin Anfinn Kallsberg,
ið segði ngkur orð um ta
syrgiligu hendingina og tað
árin, hendan hending hevur
havt á alt fólkið.
Síðani mintust tingmenn
tey fimm farnu við at halda
tøgn í ein minutt.
#
|