fríggjadagur 18. desember 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
F
Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 242 — 18. DESEMBER 1992 Síðag9
Kaviar
Styrjan er heimsins dyrasti fiskur. Heldur
til i Volga, ånni, sum snyr seg 5.000 km
gjøgnum Rusland. Orsakad av dålking og
ovurfisking, er vandi fyri at styrjan doyr
út...
Fríggjadagin kl. 23.40:
Dirch og hini
Poul Bundgaard greidir frå einum tidar-
skeiði í danskari revy, tá ið tað vóru Dirch
Passer, Jórgen Ryg og Preben Kaas, sum
vóru teir stóru.
Leygardagin kl. 19.00:
Hávar
Enski náttúrufotografurin og kavarin
Michael deGruy hevur stóra virðing fyri
hávum, og hann granskar verðina hjá teim-
um. Tað er gjøgnum linsuna hjá honum, vit
skulu síggja teir, ikki bert sum kaldar og
ógvusligar, men eisini kenslubornar og
blíðar.
Leygardagin kl. 21.25:
Svartir dreymar
Forrest Bedford er í ferð við valstríðið fyri
at gerast statsadvokatur. Hetta merkir, at
hann noyðist at tiga við, at kona hansara ern
ervaveik.
Dustin Hoffman
Leygardagin kl. 22.10:
Brennimerktur
Max Dembo (Dustin Hoffman) er ein revsi-
fangi, sum verður leyslatin og veruliga
ynskir at liva eitt hampuligt lív. Men verji
hansara (Gary Busey) oyðileggur roynd-
ina. Og gentan, hann hittir (Therese
Russell), er heldur ikki ment at bjarga hon-
um.
Filmurin, sum er frá 1977, er
kensluborin og sera hugtakandi.
Sunnudagin kl. 17.35:
Sir George Solti
Sir George Solti i
Í september fekk ungarsk-føddi dirigent-
urin Sir Georg Solti Leonie Sonnings
Musikkprisin fyri 1992.
f hesi sendingini stjórnar hann Londons
Symphony Orchestra í einum Beethoven-
programmi. Í klaverkonsertini er Murray
Perahia solistur.
Sunnudagin kl. 18.25:
Tað síðsta kamarið
Tammerfors Hospice í Finlandi hevur ser-
køn fólk at taka ímóti og hjálpa sjúkum og
doyggjandi menniskjum seinastu tíðina, tey
hava eftir.
Sunnudagin kl. 19.55:
Seyðamaðurin
Fólk hava ikki altíð skilt seyðamenninar í
fronsku Pyrenæunum. Teir vórðu hildnir at
vera uttan mentan. Men seyðamaðurin,
tosað verður við í hesi sendingini, er ein
mentamaður, sum ger ymiskt, og góðskan
er góð.
Eitt lyfti,
sum varð hildið
Karin lovaði manni sínum, tá ið hann lá til
tað síðsta, at hon alment skuldi greiða frá
um AIDS.
Vit fylgja við Karini eitt kvøldið, hon fer
at greida frá um tíðina frå hon møtti Blair, til
hann doyði.
Hava vit mist
gonguvit
Hvussu hevur gongulagið verið á búskapar-
liga økinum? — Ja, tað hevur verið heldur
slødrandi, noyðast vit at viðganga. Serliga
broyttist tað í 70-unum, heldur Jóhan K.
Joensen, biiskaparfrødingur. Tá fóru vit at
brúka pengar sum ongantíð fyrr.
Jóhan K. Joensen hevur fylgt væl við
búskaparligu gongdini og hevur m.a. sitið í
búskaparráðnum í nógv ár.
Mánadagin kl. 19.30:
Tann ljósareyði
cadilakkurin
Barry Tubb og Jenny Wright
Wayne er unglingur og býr í einum lítlum
býi í California í fimtiárunum. Hann veit
ikki nógv um konufólk, men hann eigur ein
spildurnýggjan cadilakk, og hann lítir hann
á. Og hann er skotin í Sylviu.
Filmurin er amerikanskur og er frá 1987.
Roberto Citran, prestur
Mánadagin kl. 21.30:
Alt tað forbodna
Hetta er italskur filmur frá 1989. Tveir
ævintýr-hugaðir dreingir hava hug at royna
so nógv, sum ikki dámar teimum vaksnu og
teirra moral. Men hvussu við moralinum
hjá teimum vaksnu? Sjálvt tann ungi prest-
urin er vorðin hugtikin av tí vøkru Fedoru…
Havið etur Danmark
Norska sjónvarpið hevur gjørt hesa re-
portasjuna frá vesturstrondini í Jyllandi.
Havið er bæði vinur og fíggindi hjá teimum,
ið búgva nærhendis. Vitjað verður í Lønst-
rup, Rubjerg Knude og kirkjuni í Maarum.
Týsdagin kl. 21.35:
Í einum ári
við 13 mánaðum
Týskur filmur um Erwin, sum hevur fingið
eina skurðviðgerð og nú er vorðin Elvira.
Endamálið var at fáa fatur í einum manni,
sum hann/hon er hugtikin av, men eydnan er
ikki altíð løtt at fáa fatur i.
Volker Spengler og Elísabeth Trissenaar