Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. desember 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 242 — 18. DESEMBER 1992 Síða 19 Jógvan Ísaksen ummælir Heimur okkara. Alfreði 1. Bókadeild Feroya Lærarafelags 8 Feroya Skúlabókagrunnur 1992. 328 síður í stórum broti. Eg havi sitið í tímar og blað- að og lisið og kundi hildið áfram leingi aftrat. So rík og fjølbroytt og forvitnislig er »Heimur okkara. Alfrødi l«. Tad er lika við, at eg ynskti meg barn aftur, og at eg fekk eina slíka bók í jóla- gávu. So hevði eg krógvað meg í einum króki, og eing- in hevði sæð í halaferðina á mær, fyrr enn høgtidin var av ella bókin liðug. Barnaleksikon Hóast tað ikki stendur í før- oysku útgávuni, so er hon fyrst og fremst ætlað børn- um, og í Danmark er heitið »Gyldendals store børne- leksikon« og vart verdur gjørt vid, athon er til børn úr fyra og upp i fimtan år. Men vaksin fáa eisini fragd av at lesa í henni, og fyri smærri børnum er tað sjálvsagt eisini neyðugt, at hesi eru uppíí, tá ið frágreið- ingar skulu gerast. Annars er hetta bindið so á tremur av myndum — í túsundatali — ateisini bórn, sum ikki duga at lesa, eiga at fáa nógv burturúr. Alexandur Mikli og Cowboyar — Hvat stendur so i »Alfrød- ini«? Alt ímillum himmal og jørd um alt imillum himmal og jórð. Her kanst tú lesa um Aleksandur Mikla, um Tutankahmon, elektronikk, djór av øllum slógum, um rúmdarmenn og assýrar, um bókmentir og um fløgg, um cowboyar (soleiðis eita teir!) og um kirkjuna, um handil og um dinosaurar, um kol og um Kina og um mangt, mangt annað. Tad er ikki smávegis av vitan, sum er kroyst inn í hesa bók. Stubbarnir um tey ymsu evnini eru ikki drúgvir, men í endanum á hvgrjari grein verður so víst til aðrar greinir, sum onkursvegna snúgva seg um sama evni. T.d. er greinin um Føroyar ein opna, og niðast á bredd- anum verður víst til evnis- orðini: EF, Ævintýr, Fiski- skapur og Nordurlandasøg- an, og sidutøl eru sett vid. I endanum å ødrum bindi, sum kemur komandi år, er umframt eina stutta alfrødi við teimum tydningar- mestu årstølunum í heims- søguni, heimskort o.a. eitt innihaldsyvirlit við einum 6000 leitorðum (talið sam- bært donsku útgávuna). Tvs. at lesarin á skjótasta hátt kann finna fram til eitt- hvørtevni, og hvar tað verð- ur umrøtt. Undir evninum verður síðani víst til greinir í ætt við hetta. Tá ið bæði bindini eru komin, fara hesi Stórfingin útgáva Fyrsta leksikon á føroyskum amboð at gera fyrstu alfrød- ina á føroyskum til eitt stak hent og upplýsandi leksi- kon. Ensk og donsk fyrimynd I prentkollinum (kolofon- ini) stendur, at »HEIMUR OKKARA er mest eftir ensku alfrødini Children's Illustrated Encyclopedia. Føroyska alfrødin er komin í lag í samarbeiði við Gyldendals — Boghandel, Nordisk Forlag A/S, Køb- enhavn. Alfrødin kemur út samstundis i Noregi, Svø- ríki, Danmørk og Føroy- um«. Utgåvan er sjálvsagt merkt av fyrimyndunum, soleiðis at lesarin fær fatan- ina av, at hon í høvudsheit- umereittenskt-danskt verk. Tey nógvu dømini eru greidliga sæð úr fyrst og fremst enskum sjónarhorni og síðani í minni mun úr donskum. Ritstjórnin hevur roynt at pota eitt sindur av føroyskum inn í tekstin, men við hendinga undan- taki er hetta bert snøklar. Einasta serføroyska greinin er — haldi eg — hon um kirkj- una. Hetta sigur aftur fyri ikki so lítið um okkara sam- felag. Fremmant sjónarhorn At føroyska útgávan er týð- ing av donsku útgávuna sæst eisini av, at alfabetið mini enn so altíð verður hildið. Demi: Millum »Blémur og urtir« og >Bólt- spæl« stendur »Høggu- slokkar«; á donskum »Blæksprutter«. Stavrødin kann sostatt ikki fylgjast, men tað ger ikki petti, tá ið alfabetiskt yvirlit stendur fremst, og so leitorð koma aftrat í seinna bindi. Eitt frávik í mun til donsku útgávuna er, at hendan er í fýra bindum pluss eitt myndaatlas. Før- oyska alfrødin er, sum longu nevnt, í tveimum bindum og uttan atlas. Færri bind gera ætlandi útgávuna bíligari — hon kostar eitt sindur minni enn tann danska at keypa — og eitt heimsatlast er longu ávegis frå Føroya Skúlabóka- grunni. At sjónarhornið ikki er føroyskt skal heldur ikki brigslast forløgunum, ti hetta hevdi snøgt sagt ikki borið til. Ein útgáva av hes- um slagi er ómetaliga kost- aðarmikil, og skandinav- isku londini hava lænt eina enska fyrimynd, ti hjå teim- um hevði heldur ikki borið til uttan hesa. Vilja vit hava eitt leksikon á føroyskum, mugu vit sættast vid, at tað v fyrstan tíð er gjørt til eitt av heimsmálunum. Síðani kunnu vit so innan ávísar karmar royna at tillaga tað til føroysk viðurskifti. Loyniløgreglumadurin Marlowe Er so einki at finnast at? Jú, sjálvsagt er nakað at finnast at í so drúgvum verki, men tað er einamest smáputl. T.d. stendur í einum árstals- yvirliti undir bókmentum ,at Heðin Brú í 1930 >skrivar Lognbrá<. Lognbrá kom út hetta árið, men hon er skriv- að í 1927. Undir somu grein er Ray- mond Chandler vidgjørdur, og hansara »private eye« Philip Marlowe verður nevndur »loyniløgreglu- madur«. Eg veit, at tað er torført at finna eitt brúkiligt føroyskt orð, men »loyni- løgreglumadur« kann brúkast sum rúsdrekka- roynd. Hartil hevur Mar- lowe hvorki nakað við »løg- reglu« ella »loyniløgreglu« at skaffa. Annar er målburdurin yvirhøvur lættur og flót- andi, setningarnir gemeinir og bert hendinga torskild orð rekast uppii. Hetta eru einahelst stadanøvn sum Grønhøvdavyggjar fyri Cap Verde, Sikiloy fyri Sicilia, (upprunangvnini standa tí í hesum fórum í parantes), Sansibaroy fyri Zanzibar 0.m.o. Greinirnar um elektrisi- tet, elektronikk og tílíkt eru tó tyngdar av orðasmíði: ravhús fyri akkumulator, ravlød fyri battarí, rav- mangsgeri fyri generator, spennbroytil fyri transfor- mator, farkleiv fyri tran- sistor, skamtatóli fyri... tað mugu gudarnir vita! Vóru altjóðaorðini ikki í flestu fórum sett við, skilti ikki ein djevul tekstin. Ein lítlan spurning havi eg eisini. Hvussu ber tað til, at atlas sleppur at eita atlas, tá ið leksikon má broyta navn til alfrøi? Eitt bragd Tað er eitt lítið bragd, at tað við stuttari skotbrá hevur lukkast Bókadeild Føroya Lærarafelags at fáa hetta verk út á føroyskum. Teir týðarar og vegleiðarar, sum verða nevndir í prentkoll- inum, mugu hava arbeitt alt samdøgrid, tí mær vitandi fór forlagið ikki av álvara upp í samstarvið fyrr enn fyrst í hesum árinum. Hartil hevur tað eydnast teimum at dagføra upplýsingarnar, so- leiðis at tað t.d. í stubbanum um kríggj og hungur í Afrika stendur: >Í 1992 var so stór hungursneyð, at 25 milliónir fólk vóru hótt<. Hetta er up to date við lít. Bókadeild Føroya Lær- arafelag og Føroya Skúla- bókagrunnur hava stóra tøkk uppiborna fyri at hava átikið sær hesa megnarút- gávu. Jógvan Isaksen Matur og mentan til sølu í Norður- landahúsinum Ulla Bøje Rasmussen og Andreas Fischer Hansen, hava nú framleitt nekur sjónbond av tí nýggja Mykinesfilminum — »Tre blink mod vest« til sølu i Nerðurlandahúsinum. Sjónbondini kosta kr. 175,- og eru til selu í Norður- landahúsinum á VHS- bondum. Mykinesfilmurin hevur fingið eina stórfing- na mótteku í Danmark, og aftan á jól, fer Norður- landahúsið at vísa filmin fleiri ferðir í tí stóra sali- num. Afturat Mykinesfilmi- num selir Norðurlanda- húsið eisini sjónbond við teimum báðum filmunum við Sissel Kyrkjebe, pakk- ar av 4 jazzplakatum fyri í alt kr. 50,- og eisini eru ár- bekur og aðrar bekur til selu. Á tí nýggjastu fløgu- ni hjá Sissel Kyrkjebe „Gift of Love« er Óli Poul- sen tann avgerandi produ- senturin. Fleiri av tón- leikahandlunum hava ta nýggjastu fløguna har Sissel Kyrkjebe syngur tónleik, hon ikki hevur roynt áður, og vit meta Óla Poulsen, sum er vorð- in eitt altjóða navn innan tónleikaframferslu. Kaffistovan í Norður- landahúsinum er opin ger- andisdagar frá kl. 10.00 til kl. 18.00 allar dagar burtursæð frá jóla- og nýggjársdegunum. Bæði gløgg og finskir pirogar eru til selu í desember- mánaði. Í húsinum eru eisini fleiri framsýningar, sum verða inntil januar mánað. Bilur til solu Ljósabrúnur Daihatsu Charmant, árg. 84, sýnaður i 92, í góðum standi — bí- liga til solu. TIf. 43142 Blindastovnur Foroya hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16. Telefonir: 18222 og 19288.