leygardagur 19. desember 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 243 — 19. DESEMBER 1992 Sida7
Vanlukka í Hovsdali —
jolla koppadi av vindi
Fyrrapartin i gjár varð ein jolla tikin av vindi
á einum av vøtnunum á Vatnsnesi i Hovsdali.
Tveir mans vóru í jolluni — og bert annar teirra
bjargaðist. Froskmenn leitaðu seinnapartin
eftir hinum manninum, men av tí at nógu runa
er í vatninum, var sýnið hjá teimum vánaligt
Fyrrapartin í gjár, klokkan
10.25, fekk Politistødin á
Tvøroyri fráboðan um, at
ein vanlukka var hend á
einum av vøtnunum á
Vatnsnesi í Hovsdali, har
arbeitt verður við aling,
Í nógva vindinum gjára-
morgunin var ein jolla far-
in runt.
Sambært teimum upp-
lýsingum, Tíðindablaðið
Sosialurin hevur fingið,
vóru tveir mans vóru í
jolluni, tá hon koppaði á
vatninum í Hovsdali.
Øðrum teirra eydnadist
at koma sær til lands, með-
an einki var at síggja til hin
mannin nakrastaðni á
vatninum.
Beinanvegin varð stórt
leitingararbeiði sett í
gongdávatninum, og mill-
um annað vóru boð send
eftir froskmonnum, ið
saman vid ødrum gjørdu
alt teir kundu, fyri at finna
saknaða mannin.
Tad var 16 rættiliga trup-
ult hjá froskmonnunum at
leita á vatninum, tí sýnið er
vánaligt.
Vatnið er rættiliga runut
og skitið, so illa ber til at
fáa tað sama burturúr, sum
vanliga undir slíkari leit-
ing.
Eins og alla aðrastaðni
kring landið var nógvur
vindur í Hovsdali í gjár, og
hóast tað íkki framgekk
beinleiðis av politifrå-
greiðingini um 13.30-tíð-
ina í gjár, so skiltist á poli-
tínum, at vindur helst hev-
ur verið orsøkin til, at joll-
an er koppað.
Alibrúkið, sum teir báðir
menninir arbeiða á, hoyrir
til búgvið hjá Hera Hjelm,
ið bústjórar eru settir at
hava ábyrgdina fyri, til
málið, um Heri Hjelm er
búgvin at koyra konkurs
ella ikki, hevur verið fyri í
Seinast vit frættu, var
bj.
Seinkað
eina viku
Náttina eftir at timburele-
mentini á nýggja handlinum
Hjá Eli við Landavegin í Havn
vórðu sett upp, rapaði alt niður
aftur í storminum
Tað var ein óheppin dagur,
teir hjá P/F Norðsetur valdu
at fara í gongd við at seta
upp timburelementini til
nyggja handilin Hjå Eli vid
Landavegin í Havn.
Var arbeiðið komið eitt
lítið sindur longur ávegis,
hevði húsið hildið. Tað
gongur skjótt at fáa veggir-
nar upp, men húsið var enn
ikki innilokað, tá alt rapaði
fríggjamorgunin.
Tað er hent um 6-7 tíðina,
at húsið fór.
Skaðin fer at seinka ar-
beiðinum eina viku, heldur
Eli Mellemgaard. Ætlanin
var, at húsið skuldi verða
innilokað fyri jól, men tað
eydnast ikki orsakað av
skaðanum.
Húsið, ið er 624 fermetrar
til støddar, skal verða liðugt
at flyta inn í í mars mánaði.
randi
Grundin helt men veggirnir rapaðu. Teir mugu summir gerast av nýggjum, aðrir kunnu umvælast Mynd: Kalmar
Sa:
Smyril framvegis til
Aberdeen i næsta år
Strandferðslan boðar nú frå
í tíðindaskrivi, at ferðaætl-
anin hjá Smyrli í 1993 enda-
liga er fastløgd.
Smyril fer — eins og gjørt
hevur verið — at sigla mill-
um Havnina og Aberdeen,
so fólk framvegis kunnu
gera tær vælumtóktu stuttu
innkeypsferðirnar til Skot-
lands frá hósdegi til sunnu-
dag. Farið verður úr Føroy-
um seinnapart hósdag og er
ferðalagið aftur á Havnini
seinnapart leygardag.
Undantikin er tó summar-
tíðin frá 16. juni til 21. aug-
ust, tá Smyril eisini skal
røkja sigling millum Ler-
wick og Hanstholm, so frá-
ferðin úr Føroyum til Aber-
deen tá verður flutt til miku-
dag og heimferðin flutt til
fríggjadag.
Men áðrenn 1993-ferða-
ætlanin kemur í gildi, er ætl-
anin hjá Strandferðsluni, at
Smyril skal gera eina ferð
av Havnini leygardagin 26.
desember — annan jóladag —
kl. 12 til Aberdeen, fyri at
verða aftur á Havnini 28.
desember. Í januar er Teist-
in til klassingar, so hósdag-
in 14. januar verður eingin
skotlandssigling við Smyrli
vegna røking av suðuroyar-
siglingini. hj.
Nýggja skúlaráðið, ið tys-
dagin 8. desember varð valt
fyri Havnina, hevur skipað
seg á fundi í vikuni.
Formaður verður Jóhann-
es Alvheygg úr Sambands-
flokkinum og næstformaður
Jóhan Samuelsen úr Javnað-
arflokkinum. Hini í ráðnum
eru Hildur Paturson úr Tjóð-
veldisflokkinum, Svenning
av Lofti av Borgaralistanum,
Bjarni Djurholm úr Fólka-
flokkinum.
hj.