leygardagur 19. desember 1992síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosíalurin ] Nr. 243 — 19. DESEMBER 1992 Síða 21
Tøkkir Brúdleyp
AO
ÞAÐ %
Í
Góði Andrias
Øllum tykkum, sum gleddu
meg og foreldur míni á kon-
Hjartaliga tillukku við 4 ára
degnum, sum er tann 23.
des. Alt gott framyvir,
firmatiónsdegnum 11.10.
Í dag giftast í Hósvíkar kirkju, Emly Durhuus og
92, takka vit hjartaliga.
Esmar Olsen, bæði úr Hósvík
ynskir „Gleðilig jól og eitt got Brud. adr.: Vælkoma í Bygdarhúsinum í Hósvík
! nýSgjár. eftir kl. 21.
Arni gubbi Heil
Dan Andre. Kára I dag kl. 16.00 giftast í Eiðis kirkju, Marsanne
Jeffrei og Reidun Eikhólm, Hvalvík, og Trúgvi Kalsoy Joensen, Eið
Vælkomst verður í Eydnuni á Oyrabakka k
19.30.
Í dag giftast í Evangeliihúsinum í Havn Elin N. W. Ja
cobsen, Hvalba, og Hans Tausen, Argjum. Vælkoms
verður í Evangeliihúsinum kl. 21 í kveld.
Brúd. adr.: Evangeliihúsið.
Hey, omma
ljartaliga tillukku við fødingardegnum og alt gott fram
vir. Eisini senda vit eina heilsu tl ommu og abba í
Runavík, ynskja
Oddur, Filip og Durita
Góði Birgir
Vit ynskja tær tillukku við
degnum 16. des., ynskja
H.J.A.
Góði Poli
Hjartaliga tillukku við 10
ára degnum í dag tann 15.
des., og alt gott framyvir.
Bestu heilsanir frá
Babba, mammu og
Karlu Mariu
Góði Andreas
Tillukku á 1 ára degnum.
Eisini ein heilsan til Rana,
frá
ommu og abba
Góða Merry mostir
Hjartaliga tillukku á 30 ára
degnum 18. des., og Angeli
á 12 ára degnum 22. des.,
ynskja vit øll
Rannvá
Góði Mamba
Hjartaliga tillukku við 18
ára fødingardegnum 18.
des. Alt tad besta framyvir.
Kærar heilsanir
Tóra
Góði Poli
Vit ynskja tær tillukku á 10
ára degnum, eisini ein
heilsan til systir tína Karlu
Mariu. Alt tað besta ynskja
Mostir og Hallbjørn
Eg og foreldur mini takka
øllum tykkum, sum gleddu
meg á konfirmatiónsdegn-
num tann 11.10.92.
Somuleiðis vil eg ynskja
øllum eini gleðilig jól og
eitt av Harranum signað
nýggjár.
Heilsan
Herborg Svanna
Petersen
Kaldbak
— Prógv.
Eyðun K. Mouritsen, Tórs-
havn, hevur fingið læru-
bræv í krambúðaryrkinum -
málingahandil. Hann lærdi
hjá P/f Málingahandlinum,
Tórshavn. Lærumeistari
var Arni Jacobsen.
Sigrun Dahl, Klaksvík, hev-
ur fingið sveinabræv sum
typoteknikari. Hon lærdi
hjá P/f Norðlýsinum,
Klaksvík. Lærumeistari var
Kim Jensen.
Bjørg Joensen, Tórshavn,
hevur á Odense Tekniske
Skole lokið prógv sum
sterkstreymsteknikari.
Rættskriving
Summi hava lyndi til at líta at rættskrivingini hjá
okkum sum nakað heilagt. Utta ta hammers-
haimbsku rættskrivingina — einki føroyskt mál!
Men eitt og hvert mál kann skrivast við einari
og hvørjari rættskriving og einum og hverjum
alfabeti. Vit hava serliga í okkara eld rættiliga
nógv dømir um mál, sum hava skift ikki bara
rættskriving, men eisini alfabet. Men målini eru
blivin verandi tey somu.
Umstødur, sum einki hava vid sjålvt målid at
gera, åvirka ofta alfabet og rættskriving.
Rættskrivingin hjå fittum parti av teimum
europeisku målunum avspeglar eitt væl eldri
målstig enn nú. Eingilsk rættskriving sigur t.d.
meira um málið hjá Shakespeare enn um nútím-
ans eingilskt. Donsk rættskriving hevur dreg,
sum hvurvu úr donskum fyri fleiri hundrað árum
síðani. Tí er ikki altíð heilt lætt at stava beint á
hesum málum.
Harvið veri ikki sagt, at rættskrivingin hjá hes-
um málum endiliga skal broytast. Tað kann vera
øgiliga nógv, sum talar ímóti radikalum broyt-
ingum.
Føroyskt man vera um ikki eindømi, so eitt
ógviliga sjáldsamt dømi um eitt mål við einari
ungari rættskriving, sum við vilja er gjørd forn.
Úrslitið í undirvísingini er eisini hareftir.
At tað ber stak væl til at skriva føroyskt við
einari aðrari rættskriving enn tí hjá Hammers-
haimb, vísa verkini hjá eitt nú Svabo, Schreter,
Jóannes í Króki o.ø. ella rættskrivingin hjá dr.
Jakobsen. Og tað, teir skriva, er eisini føroyskt.
Føroyskt kundi sum eiki verið skrivað við eini
rættskriving, sum flestøll kundu lært. Kortini
hava vit eina rættskriving, sum bert ein evarska
lítil partur av fólkinum dugir.
Men um vit fyri tað eiga at broyta rættskriv-
ingina er ein heilt annar og sera fløktur
spurningur.
T.