týsdagur 22. desember 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bladioik; Randi Jacobsen - Dagny
Jøensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
SE Eldesgaard
Utgevar: P/ Soslaturin
Uppseting: PÆ Saslaturin
Prent: P/T Pressan 1981
Bústaður: Argjavegi 28
Tølston: 1820 ——
Vælkomin Schlúter
Í dag klokkan 10 hittast hægstu
umboðini fyri donsku stjórnina
og Føroya landsstýrið. Poul
Schliiter forsætisráðharri og Atli
Dam, løgmaður skulu skriva
undir undirgrundaravtaluna, eina
søguliga avtalu, har føroyingar
yvirtaka undirgrundina og tey
møguligu rådevni, sum eru í
henni.
TAD er greitt, at henda avtala
hevur okkara alra áhuga, tí við
henni verða tað vit sjálvir, sum
koma at gera av, hvat skal henda
í komandi undirgrundarmálum.
Tað vera vit sjálvir, sum skulu
gera av, hvussu ein komandi
oljuvinna skal byggjast upp - um
hon í heila takið kemur. Men at
hetta verður gjørt saman við
dønum, í tann mun tað er
gjørligt.
FYRI løgmann er henda avtala
eisini ein serliga søguligur dagur,
ti tå hann tók vid sum løgmaður
eftir sidsta val setti hann sær fyri
SOSIALURIN
— einasta blad 5 ferdir um vikuna
at fáa eina avtalu í land, áðrenn
tvey ár vóru farin av skeiðnum.
Og tann løtan er nú.
HÓAST flestu føroyingar eru
fegnir um, at danska stjórnin
bráddliga kúvendi í hesum stóra
máli, so verður tað framvegis gitt
nógv millum manna, hví hetta
hendi og tað so bráddliga. Sosia-
lurin hevði samrødu við danska
uttanríkisráðharrin eftir tann
minniliga dagin í Keypmanna-
havn, tá Schliiter kunngjørdi
donsku avgerdina. Tå segdi hesin
nakad soleidis, at ein slik avtala
er ikki annað enn ein heilt
nátúrlig avleiding av ynski
føroyinga. Og at tað besta, sum
kann gerast fyri at varðveita góða
samstarvið millum Føroyar og
Danmark er, at bæði danir og
føroyingar lurta eftir ynskjunum
hjá hvørjum ødrum. Hvat annað
kann liggja aftanfyri kúvending
dana er ikki lætt at vita. Helst fer
nógv at verða gitt um hetta í hes-
um døgum, og helst man
Schliiter fáa henda spurningin á
tíðindafundinum í dag. Ein annar
spurningur, sum helst fer at
Viðmerking til samrødu
i sjónvarpinum
Í seinastu viku hevði sjón-
varpið (Øssur Winthereig)
samrødu við Anfinn Kalls-
berg, løgtingsformann, nú
talan er um nýggja lóggeving
um eftirløn til landsstýrismenn
og løgtingsmenn og samstund-
is at taka lógina um bíðipening
av.
Løgtingsformadurin greiddi
frá, at løgtingsmenn verða
løntir í 17. lønarrammu í tæn-
astumannalógini, og at hetta
var ein av orsøkunum til eina
komandi lóg um eftirløn til
løgtingsmenn, tí, segði hann,
øll tænastumannalønt fáa eft-
irløn sambært lógini um eftir-
lén tænastumanna.
Nakað soleiðis skilti eg svar-
ið, ið Ossur Winthereig fekk.
Av ti at eg ikki eri samdur í
øllum, sum løgtingsformadur-
in segði, loyvi eg mær at seta
fram fylgjandi viðmerkingar:
1. Tænastumenn verða settir
og loystir úr embæti av
landsstýrinum. (Landsstýr-
ið kann tó eisini vraka tæn-
astumenn, — hesin ivasami
heiður var mær fyri í ávísum
máli, sum fekk álvarsligar
avleiðingar).
a. Tænastuembæti hava 1
ella 2 ára aspiranttíð.
b. Tænastualdur og eftirløn-
araldur eru fyribrigdi, ið
avgera, um og hvussu
nógv tænastumaður hev-
ur uppiborið í eftirløn.
c. Tænastumenn fáa ikki
fundarpening í vanligum
týdningi.
d. Landsstýrið kann seta
fólk í alment starv lønt
sum tænastumaður uttan
tænastumannastatus, tað
vil millum annað siga utt-
an rætt til tænastumanna-
pensión.
2. Løgtingsmenn verða valdir
og vrakaðir av fólkinum.
a. Løgtingsmenn hava onga
aspiranttíð, tað vil siga
onga royndartíð og fáa
fulla løn beinanvegin.
b. Tænastualdur og eftirløn-
araldur eru irrelevant, tå
ið røtt verður um løn løg-
tingsmanna.
. Løgtingsmenn fáa fund-
arpening fyri arbeidi i å-
verða tikin fram, er hví danska
stjórnin setti so harðar treytir við,
tá umboð fyri landsstýrið vóru í
Danmark fyri at forða fyri
bankaskrædli og skaffa likviditet
til landskassan. Í tí málinum
munnu mangir føroyingar verða
ónggdir við heldur avgjørdu og
hørdur treytirnar, sum m.a. Poul
Schliiter var pápi at.
VIT ynskja Poul Schliiter hjarta-
liga vælkomnan til Føroya. Hó-
ast skotbrådid er stutt og tidin at
tosa um felags áhugamál er ikki
er nógv, nú forsætisráðharrin
skal avstaðaftur í dag, verður
vónandi høvi hjá løgmanni og
føroyskum politikarum og gørum
við at greiða danska forsætisráð-
harranum frá støduni í Føroyum.
Tað hevði eisini verið gott um
henda vitjanin kundi slóðað fyri
eini meira vinarligari mynd av
Føroyum og føroyingum og
danskari pressu, sum í seinastuni
í ávísan mun rætt og slætt hevur
rikið eina hetzkampanju móti
føroyingum sum heild. Hon tænir
so ikki einum framtíðar
samstarvi millum hesi bæði fólk.
vísum løgtingsnevndum.
d. Løgtingsmenn verda
løntir sum tænastumenn í
17. lønarrammu uttan
tænastumannastatus.
Um løgtingsmenn og lands-
styrismenn skulu fåa bidi-pen-
ing ella eftirløn fari eg ikki upp
ánakran máta at leggja meg útí,
men tað má verða sjálvsagt, at
objektivar samrødur, frásagnir
og frágreiðingar í okkara fjøl-
miðlum gerast reyðir træðrir í
tí politisku upplýsingini, sum
okkara fólkavaldu menn tykj-
ast at hava so stóran áhuga fyri
jbr. grein 22 fløgtingsins fíggj-
arlóg.
Tí hesa stuutu viðmerking.
Vinarliga
Heri Mohr
Drigin eru 18. des. í
» JOLAKALENDARANUM«
hesir vinningar:
Vinningur nr.
—
OOENOOIREKN-
|
— om
N) —
|
Vinnararnir verda bidnir um at senda
vinnaranummarið til
Vit ynskja tykkum eini gledilig jål og eitt av
Harranum vælsignað nýggjár.
VÓNANDI fer danski forsætis-
áðharrin avstað aftur við teirri
kenslu, at føroyingar vilja gera
alt vit eru mentir fyri at betra um
verandi búskaparligu stødu og at
tað millum føroyingar er eitt
inniligt ynski um at varðveita og
menna samstarvið við Danmark.
Vit kunnu annars bert takka
danska forsætisráðharranum fyri,
at hann hevur megnað at fáa
donsku stjórnina at ganga ynskj-
unum hjá føroyingum um yvir-
tóku av undirgrundini á meti. Og
tískil: "Hjertelig velkommen Hr.
Statsminister."
BURTURLUTING
2.773
- 2564
— 0178
- 2.440
— 3362
— 8523
— 3619
— 3835
— 1516
— > 3.240
- B4A176
1512
Deyvafelag Føroya
Postbox 2001
165 Argir
— ella ringid tlf. 44127