Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nýggj bók frá Tórgarð komin út Ein halgisøga, ein jólavísa og eitt ævintýr eru komin út í bók frá Bókadeild KFUMs Bókadeild KFUMS hev- ur givið út nýggja bók eftir Axel Tórgarð, sum ber heitið >Ein halgi- søga, ein jólavísa og eitt ævintýr<. Heitið sigur eisini nógv um innihaldið á bókini, ið serliga er ætl- að børnunum. Halgisøgan er um ein eingil, sum stóð á varð- haldi at verja »vegin til livsins træ«, men sum Guð eisini sendi at bera hirðunum á Betlehems fløtum bod um Jesu fød- Eysturlondum, ið fóru at leita eftir tí nyfødda kongasoninum. Ævintýrið er um dreingin, sum vildi ger- ast gandakallur, so hann kundi hjálpa fólki, men sum at enda skilti, at ein ikki noyddist at verða gandakallur til at sýna hjálpsemi. Bókin, ið er vælegnað sum jólagáva, er prýdd við vøkrum myndum eftir Hans Tórgarð. Hestprent hevur um- brotið og Estra prentað, ing. og bókin, ið telur 24 síð- Jólavísan er um teir ur, kostar 28 krónur. tríggjar vísmenninar úr hj. "77 —— Føroya Rættur dømdi mánadagin ein 25 ára gamlan mann í Havn fimm mánaða treytaleysa fongsuls- revsing. Maðurin varð tikin fyri góðari viku síðan í eini íbúð í Havn, har hann hevði sligið ein annan illa. Hann er dømdur fyri grovan harðskap, fyri at hava hótt fólk við lívinum og hótt politiið. Tann dømdi tók av at fara inn at sita beinanvegin. Hann verður tí ein teirra, sum heldur jólini handan = randi Annað j6lak vøld kl. 20.30 verður skipað fyri jóla- hugnaløtu í itrOttarhøllini í Runavík, har bæði bólk- ar, kór og solistar fara at markera seg við gospel- sangi og -tónleiki. Kveldið verður skipað vikini sum eitt slag av einum café-kvøldi, har boð verða sett upp i høllini, so fólk kunnu sita og hugna sær vid einum drekkamunni og mandlugreyti afturvið Nógv verður somuleið- is gjørt burtur úr sjálvum Vanja, Linda og Lydia — sæst á myndini omanfyri — vera við í Runavík annað jólakvóld. Mynd: Jens Kristian pallinum, ið eins og høllin sum hon er, er pyntaður. — Tað, sum vit serliga síggja sum endamálið við hesum kvøldinum, er at fáa givið ungfólki eitt alt- ernativ til tað, ið teimum annars stendur í boði eitt annað jolakvøld, so sum dansur og ymist annað undirhald, sigur = Petur Jacobsen úr Søldarfirdi, ið er ein av fyrireikarun- um. Nógvur góður sangur — Og satt at siga, so rokna vit eisini við, at tað eru fleiri, ið kunnu fara at verða glað fyri eitt so- vorðið kvøld í einum hugnaligum umhvervi, har nógvur góður og fjøl- broyttur sangur og tón- leikur gongur igjøgnum kvøldið sum ein reyður tráður. Tað verður fyrst og fremst Gospelkórið Elim úr Søldarfirdi, ið fer at hoyrast annað jolakvøld í Runavík, men fyri ein stóran part verður tað saman við gørum. Solistar sum Poul Hans- sen, Elisa Østerø, og tær triggjar Vanja, Linda og Lydia fara at syngja sam- an við kórinum. Gospelkórið Elim fer eisini at syngja einsamalt viðundirspæli frátónleik- arunum úr Hal-Al, ið eis- ini fara at syngja hetta jOlahugnakvøldi8. Allar systrarnar við Somuleiðis verður eitt barnakór at hoyra, ið er mannað við sangarum av eystara armi á Skálafjørð- inum — Toftum, Runavík og Søldarfirdi. Herfyri kom út band og fløda vid Systrunum av Toftum, sum f summar vóru í studio og gjørdu ikki færri enn 14 sangir burtur av sær. Talaner um rættiliga fjølbroyttan sang og tónleik, og sum skilst verður tað mest til- far av hesi útgávuni, ið tær fara at framføra. Um jóltíðinar eru tær allar seks i Føroyum, og verður tað tí fyrstu ferð, síðani bandið og flødan komu út, at allar systrarn- ar eru samlaðar til eina framførslu. Gospel i fyra timar Eisini fleiri onnur verða at hoyra sjålvstødugt — Elisa Østerø, Hal-Al og Vanja, Linda og Lydia. Men umframt sang og tónleik verður eisini fram- førsla av drama, og í ti sambandinum verður tað dramabólkurin av Strond- um, ið fer á pallin. Tilsamans verður talan um eitt stórt tiltak, id fer at umfata gospel á ymsan og fjølbroyttan hátt í saman- lagt einar fýra tímar — í hvussu er. Fyrireikararnir siga, at teir royna at fáa ein so hugnaligan karm um hetta kvøldid sum gjørligt, og at roknað verður við nógv- um fólki. Eitt líknandi tiltak var eisini í ítróttarhgllini í Runavík annað páska- kveld í ár við gospelsangi og -tónleiki, og tá var und- irtøkan eisini stór. hj. Elisa Østerø verður ein av solistunum á café-kons- ertini. Umframt verða eisini at hoyra Gospelkórið Elim, Hal-Al, Systrarnar av Toftum, barnakór og Vanja, Linda og Lydia. Mynd: Jens Kristian Tidindabladid ESC ÉN