leygardagur 21. november 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (NH
Trolaraflotin má minkast | EF-fyrilestur
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um, at landsstýrið nú
má seta í verk neyðug stovnsrøktartiltøk fyri at minka um flotan
At stovnsrøkt er neyðug í
stórri mun í dag enn nakran-
tíð, er reyði tráðurin gjøgn-
um eitt uppskot, Miðflokk-
urin hevur lagt fyri tingið.
Uppskot floksins er so-
ljóðandi: >Við atliti til at
minka um trolaraflotan
verður álagt landsstýrinum
at seta í verk neyðug stovns-
røktartiltøk.«
I viðmerkingunum, ið eru
til uppskotið, verður m.a.
víst á, at afturgongdin í
fiskiskapinum hevur verið
stór.
— Sum dømi kann nevn-
ast, at útróðrarbátar norðan-
fyri, sum fyri fáum árum
síðani fingu eini 100-200
pund upp á stampin, nú
mangan liggja um eini 25-
50 pund upp á stampin, og
enntá minni enn tað, verður
sagt.
Víst verður á, at veiðan
eftir toski í 1988 var umleið
26.000 tons, meðan hon í
1991 varð komin niður á
9.500 tons, og at veiðan av
hýsu í 1988 var 12.000 tons,
meðan hon í 1991 var kom-
in heilt niður í 7.500 tons.
— Stovnsrøktartiltøk hava
øll hesi árini í åvist mát ver-
ið sett í verk. Her verður t.d.
hugsað um fridingartiltøk í
avmarkadum øki til av-
markaðar tíðir, sigur Mið-
flokkurin, samstundis sum
víst verður á, at ávaringarn-
ar um ov stórt veiðitrýst og
ein ov stóran flota ikki hava
verið tiknar í álvara.
— Vit hava livað, sum um
havið var ótómandi.
Tað konkreta, ið við-
merkingarnar stuðla upp-
skotið við, er at trolaraflotin
— undantikin er djúpvatns-
flotin — má minkast, og at í
staðin eigur at verða fjálgað
um línu- og húkaveiðuna.
Sagt verður, at húkaveið-
an gevur meira arbeiði —
bæði á sjógv og landi — og at
hon uttan iva eisini er meira
rentabul.
— Hon er gagnligari fyri
stovnsrøktina og gevur
uttan iva bestu råvøruna,
sigur flokkurin í viðmerk-
ingunum til uppskotið.
bj.
Óheppin navnablanding í Saltangará:
Í hesum døgum er ikki so
sjáldsamt at síggja í blød-
unum, at handlar og fyritøk-
ur verðe settar við rygg-
inum móti múrinum, so ikki
annað er at gera enn at geva
upp og taka tað tunga stigið
at koyra alt á húsagang.
Leygardagin stóð ein av
hesum likvidati6nslysing-
unum í Dimmalætting, har
boðað varð frá, at Pf. Shop
In fór í likvidatión.
Tað, sum kanska ikki øll
vita, er at hetta partafelag
ikki longur er virksamt, og
at handilin Shop In, ið varð
ríkin í Saltangará til fyri
fýra ella fimm árum síðani,
ikki longur er til undir hes-
um felag.
Eitt annað partafelag og
onnur fólk eiga nú handilin,
ið tó framvegis hevur sama
navnið Shop In. Men parta-
felagið, ið nú eigur, eitur
ikki Pf. Shop In, men Pf.
Klædnahandilin Shop In,
og tað hevur einki við hitt
felagið at gera.
Ikki á húsagang
Tá so hendan góða lýsing
stóð á prenti leygardagin,
førdi tað sjálvsagt við sær,
at fleiri fingu ta fatan, at tað
var klædnahandilin Shop
In, ið nú fór á húsagang,
men so er ikki.
— Talan er um tað gamla
partafelagið, ið vit ikki hava
nakað við at gera, sigur
Rúna Andersen, ið hevur
Klædnahandilin Shop In. —
Men fleiri hildu, at tað var
okkara handil, ið nú fór,
Hildu handilin vera
farnan á húsagang
men so er ikki. Tað er rætti-
liga keðiligt at soer, men vit
mugu bara royna at greiða
frá sum frægast og fortelja
fólkum, ið spyrja, at talan er
um tað gamla partafelagið,
ið átti handilin, áðrenn vit
yvirtóku hann.
Tað mest keðiliga, ið
kann henda í slíkum fórum,
tá rættiliga einsljóðandi
partafeløg verða blandað
saman, er at kreditorarnir
koma og krevja at fáa sítt
beinanvegin, tí teir eru ræð-
ast, at teir annars als ikki fáa
eitt oyra.
Í ringasta føri kunnu slík
mistøk hava við sær, at tað
sum ikki var áðrenn, verður
tå: At júst tann fyritøkan, ið
tað ikki snúði seg um
viðvíkjandi húsagangi, fær
; PROKLAMA
Å eykaadalfundinum tant
November 1992
Fat P/f Shop In f
vid FE
€
BRngerd fyrs
DEvur staðið í Dim ma
Fer = =
lært
so nógvar rokningar at rinda
»her og nú< í einum, at hon
veruliga fer á húsagang av tí
sama.
Men tíbetur er hesaferð
ávarað, so vónandi fær lýs-
ingin um Pf. Shop In ikki
nakrar óhepnar fylgjur fyri
Pf. Klædnahandilin Shop
In, ið einki hevur við húsa-
gang at gera.
hj.
Ferð fyri foreldur/tvey vaksin
= Við tveimum hernum
- r
| +; OG U
i; . Su - ;
: *
P
É » SMYRIL LINE
ppihaldi i Paris i 4 dagar
merki til ståsiliga
ævintýrríkið
Ferðast verður
sjálvsagt við
Á
i
Å
|
|
Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1992
Sida 7
í Klaksvík
Tyskvøldid hevur Árni Olafsson
fyrilestur í Klaksvík um Føroy-
ar, EF og europeiska samvinnu
„Klaksvík Council of
Trade á Industry«.
Hetta ljóðar heldur
enn ikki háfloygt, men
tað er íkki annað enn tað
enska navnið fyri vinnu-
lívsráðið í Klaksvík.
Hetta ráð skipar týs-
kveldið kl. 19.30 fyri
fundi á Tekniska Skúla í
Klaksvík, har ráðgevin í
føroyskum málum í
danska uttanríkismála-
ráðnum heldur fyrilest-
ur, ið hevur heitið »Før-
oyar, EF og europeisk
SAmvinna<.
Fyrilesturin greiðir
frá EF og støðu Føroya
til EF, eins og nortið
verður við handilsavtal-
una, ið kom í gildi 1.
januar í ár,
Somuleiðis verða við-
gjørd vidurskiftini mill-
um EF og EFTA — harí
eisini EBS-sáttmálin, ið
ætlandi kemur í gildi 1.
januar komandi.
Av ødrum, ið verður
vidgjørt í fyrilestrinum
hjá Árna Olafssyni er
eisini gongdin í Europa í
dag, Maastricht-avtalan
og umsóknirnar frá ødr-
um londum — serliga í
EFTA — um uppteku í
EF.
— Hesar broytingar, ið
kunnu væntast, gevaeis-
ini høvi at grunda yvir
stæðu Føroya í europe-
iskari samvinnu í hesum
broytingartíðum, sígur
vinnulívsráðið í Klaks-
vík í tíðindaskrivi.
Felagið ger eisini vart
við, at fyrilesturin týs-
kveldið er almennur.
hj.
Runavíkar Býráð:
Triggir stilla
Ikki uppaftur
Fýra listar kappast hesaferð
um atkvødurnar til byråsvalid
í Runavíkar Kommunu
Nú er greitt, at í hvussu er
tríggir av teimum, ið hava
sitið í Runavíkar Býráð
hetta síðsta skeiðið, ikki
fara at sitå har tað kom-
andi.
Rólant Jacobsen, Am-
holt Olsen og Agnar Poul-
sen stilla ikki uppaftur til
valið hesaferð, meðan hin
ir seks býráðslimirnir eru
hugaðir at halda fram, um
teir altso verða valdir.
Fýra listar stilla upp
Fýra listar bjóða seg
fram til býráðsvalið, ið er
týsdagin 8. desember.
Tveir teirra eru langt
síðani klárir, og teir hava
eisini verið nevndir her í
blaðnum — nevniliga tann
borgarligi listin við val-
evnum úr allari kommun-
uni og listin vid valevnum
år Lamba, Søldarfirdi og
av Skipanesi.
Men nå eru soeisini hin-
ir bådir listarnir klårir — ein
list, ið Bjørn Finsson
Lamba plagar at taka stig
til, og so Rituvikar-listin.
Tann fyrri av hesum er
mannadur vid hesum: Dia
Davidsen, Bjørn Finsson,
Trygvi Østerø, Ole Chr.
Olsen, Otto F. Hansen,
Birgir Streymoy, Bill
Justinussen, Rúni Jacob-
sen, Jeffrei Lamhauge,
Hjalmar Lamhauge, Poul
E. Lamhauge og Dánjal
Pauli Andersen.
Listin hjá rituvikingum
sær soleiðis út: Magnus L.
Højgaard, Frithleif Olsen,
Gunn Olsen, Eiler Einars-
son og Jåkup Fr. Højgaard.
Fåar kvinnur
Til sidsta byrådsval var
eisini ein kvinnulisti, men
hesaferð varð avgjørt á
einum fundi í kvinnufel-
agnum, at hesin listi ikki
skuldi stilla uppaftur
Á hinum listunum, ið eru
við hesaferð, eru tó ikki
serliganógv konufólk upp-
stillað — bert fýra eru tær at
velja ímillum