Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. november 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i I ; Tíðindablaðið Nýval loysir als ongar trupulleikar Eitt tað mest álvarsliga í dag er, at onkur leggur upp til at vit hava eina moralska og politiska kreppu, heldur enn eina búskaparliga. At leita eftir syndabukkum loysir líka lítið nakra kreppu sum eitt nýval, segði Frank Davidsen í rødu síni á tingið tá fíggjarlógin var til viðgerðar Havandi í huga teir ómetaligu trupulleikar okkara hevuðsvinna er komin í, og sum hava við sær at samfelagið er við at kollrenna fíggjarliga, so tykist tað sum um feløgini hjá teimum alment lentu — tó ikki øll — als ikki vilja góðtaka ella viður- kenna at steðan er so vánalig. Meðan allir aðrir lenar- bólkar hava felt sviðan av kreppuni, so hava fastlen- ar fakfeløgini heilt greitt givið til kennar, at tey ikki undir nekrum um- stoðum vilja ganga við til nakað sum helst. Ja, tey ganga so langt, at tey als ikki vilja tosa við lands- stýrið, sum jú er teirra ar- beiðsgevari. Tað má sigast at vera ein sera margháttlig steðutakan, tá tað sum fyrr sagt er komið fram, at manningarnar á trolarun- um hava fingið 121.000 kr. minni í sín part í ár. Um hesi depru og ræðandi tel ikki fáa nevndirnar í fastlønarfeløgunum hjá tí almenna at vakna og ásan- na, at tað snøgt sagt ikki er fíggjarlig orka í samfel- agnum at halda verandi tænastusteði, so er lítið í væntu. Lítil virðing Henda steðutakan vísir fyri tað fyrsta, at virðing- in fyri okkara fiskimonn- um ikki er serliga stór, og fyri tað næsta, so vísur henda steða, at alt annað líka, so skal tað tvíhaldast um at halda sama tæn- astusteði, sjálvt um fíggj- arliga orkan als ikki er til tað. Tað er ein sannroynd, at okkara fiskiskip koma inn at landa við minni og minni veiðu. Fylgjurnar av hesum er sjálvsagdar: minni og minni arbeiði á virkjum, toll og skattainn- tøkurnar fara sama vegin. Seinastu árini hevur tað ferð eftir ferð verið víst á, at vit hava havt ov nógv flakavirkir í mun til tað negd av fiski, ið hevur ver- ið veidd. Hetta er í dag ein sera viðkomandi spurningur, nú fleiri av okkara flaka- virkjum hava koyrt við sera lágum blussi, eins og fleiri virkir eru stongd í seinastuni. Hesi viðurskifti tók bankaeftirlitið sum kunn- ugt til eftirtektar, ið sín- um metingum tá sama eftirlit kravdi teknaðan nýggjan partapening í Sjóvinnubankanum, um hesin ikki skuldi fara á húsagang. Við tað at skuldir í fleiri av flakavirkjunum ið bankin hevði verið við til at fíggja var so stór, metti bankaeftirlitið ikki hesi virkir sum eitt aktiv, ístaðin fyri vórðu hesi virkir skuldskrivaði í rakstrartølum bankans við eini 40 mill. kr. Í samband við lánið sum landskassin varð noyddur at taka, til at endurreisa Sjóvinnubank- an, hevur landsstýrið meguleika fyri at beta um tað vónleysu steðu fleiri av okkara virkjum eru í ídag. Bert innfluttan fisk Ímillum annað kundu nekur av hesum virkjum verið saneraði niður á null, og leigaði út við teirri heilt avgjerdu treyt, at tey bara skuldu keypa inn- fluttan frystan fisk. Her- við hevði meira av fiski komið til tey traditionellu flakavirkini. Tað skuldi til dømis lig- ið sera væl fyri hjá báðum flakavirkjunum í Vágum at samarbeitt, soleiðis at annað arbeiddi innfluttan frystan fisk burturav. Hitt virkið kundi so tikið ímóti fiski frá bátunum úr Vágum og annars ráfiski sum fekst á marknaðin- um. Tildemis so frætta vit at hópin av útlendskum trolarum dag og dagliga sigla framvið Feroyum, við feskum fiski sum teir selja á meginlandinum. Við at selja i Føroyum, spara teir bæði orku og tíð, so her skuldi megu- leiki verið tilstaðar at fingið meira ráveru upp á land. Royndirnar á Lynfrost, við at arbeiða innfluttan frystan fisk tykjast at hava eydnast sera væl, fyrst og fremst tí hetta til- takið hevur verið væl fyri- skipað. Mótvegis innflut- ninginum av toski úr Alaska, har góðskan var stak vánalig, so hava stig- takararnir á Lynfrost tryggjað sær at góðskan er í lagi, um ikki, so verður fiskurin ikki keyptur fyri tann prii, sum avtala er um. Tær avtalur sum eru gjørdar vid russar, at umvæla teirra skip, soleið- is at teir gjalda aftur við fiski, er ein sera positiv ábending um, at framtíð- arútlitini eru góð. Upp- skot um at seta á stovn gólvuppboðsselu er lagt fram og hevur fingið 1. viðgerð á Feroya Leg- tingi. Kann henda gólv- uppboðssela, um hon gerst ein veruleiki, verða við til at fáa útlendsk skip at leggja teirra veiðu upp í Feroyum, so er hetta sum fyrr sagt eitt gott ískoyti hjá teimum traditionellu flakavirkjunum. Spurningurin er so hverjar avleiðingar plaser- ingin av uppboðsselunum fær. Eftir hvat eg havi skilt, so verða tað helst tvær av slagnum. Her hugsi eg fyrst og fremst um tey økir har fjarleikin eins og sam- ferðsluviðurskiftini koma at gera tað torferari at kappast við tey virkir sum liggja tætt við eina møgu- liga uppboðsselu. Eitt mugu vit gera okk- um púra greitt. Koma Landstýrið og peninga- stovnarnir ikki nú við eini loysn, soleiðis at okkara flakavirkir fáa tað ráveru sum er neyðug, ímillum annað við innkeypi av fiski, so gerst steðan upp- aftur hættisligari enn hon er í dag. Tað er ikki minni álvars- ligt, tá tað frá nógvum síð- um ídag verður fokuserað uppá, at tað er meira ein moralsk og politisk búskapar- kreppa, enn ein I lig kreppa vit eru i. Viðvíkjandi tí sum hendir í dag, her hugsi eg serliga um tað støðu sum felogini hjá teimum fast- lentu hava tikið, so haldið eg tað kundi verið hóskan- di at vent spurninginum. Í tí sambandinum haldi eg, at tann orrusta sum fer fram, meira gongur út uppá at finna alsamt fleiri syndabukkar, og stýra gongdini soleiðis, at vit Nr. 223 — 21. NOVEMBER 1992 Síða 13 afturat búskaparligu kreppuni eisini skulu hava eina politiska kreppu. Tá okkurt av fakfelog- unum beinleiðis heitir á samgonguna um at leggja frá sær, so kann tað tykj- ast legið um ein heldur at eitt nýval kann loysa okk- ara búskaparligu kreppu. Sum vit øll vita, so er hett triðja samgonga síð- ani valið 1988. Tað er í dag 2 ár síðani sitandi samgonga tók við, aftaná at tvær aðrar samgongur høvdu sitið frammanund- an. Men orsakað tverrandi samarbeiði vóru báðar tær undanfarnu samgongunar noyddar at leggja frá sær. Tí kundi verið hóskandi at spurt, hvat alternativið er til sitandi samgongu. Tann fyri Frank Davidsen 117 Storno —tin trygd fyri goðsku! H. . Michelsen Handan á 6, Tórshavn tif. 1.4414 — fax 1.8045 Frá mánad. 23. nov. og vikuna út lata vit 15% av allari hárviðgerð SÓLTILBOÐ 10 ferðir 190,- 1 ferð SA Dungagøta 6 - Tlf. 12809