Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRÁLAG Biaðjólk. Randi Jacobsen - Dagny | Bústaður: Argjavegi 28 í Postadr.: Postsmoga 78 Jaensen - Torfinn Smith - Argjum - 110 Tórshann Tølston: 11820 Telefax: 14728 Útgevarr. P/1 Soslalurin - Jan Miller Uppseting PA Soslalurin Fyritaksstjóri. Krisjan Dali Orðaskifti um málið Í BLAÐNUM í dag skrivar ein navn- givin lesari áhugaverda grein um nøvn og målpolitik. Hann umrødur nýggja kortið, sum Skúlabókagrunnurin og landsstýrið hava latið gera av Føroyum og økinum rundan um okkum. Í hesum sambandi eru nýggj nøvn smíðað av okkara málkgnu. Eitt nú verða tey bæði nøvnini Baileysbanki og Lúsabanki, sum allir fiskimenn eru vanir við at taka uppá tungu, nú skift út við ella supplerað við tveimum nýggjum nøvn- um, Ytribanki og Ytsibanki. HETTA hevur fingið lesaran at triva í pennin og siga sína meining um hetta hann kallar fyri einki minni enn máltýning. Hann heldur tað ikki vera rætt, at nøvn, sum eru vorðin partur av okkara gerandismáli - av okkara mentan - nú brádliga skulu verða skift út av eini målnevnd. NÚ er tað so, at kjak um målspurningar mangan hevur verid eitt tabuevni i Føroyum. Hevur onkur dittad sær at Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov hava sína avgjørdu meining um onkran målspurning, so hevur tað oftani elvt til mikla øsing. Hevur ein av teimum målkønu smíðað okkurt nýorðið, so hevur hann oftani fingið miklar ábreiðslu fyri tað. Og hevur onkur havt at málsmíðinum, so hevur hann eisini fingið av at vita. Hetta vísir bara, hvussu eymir málspurningar eru, men einki lagið í ti, tí hetta er jú tað vit øll brúka alla tíðina. Tí er tað einki meira enn nátúrligt, at vit kjakast og eisini eru ósamd um málspurningar. Tað eru tey, sum halda, at málpolitikkurin, sum verður ríkin á Debesartrød er alt ov einsrættaður, meðan tað eru onnur, sum vísa á, at júst tað arbeiði, sum verður gjørt á hesum stovni, hevur so ómeta- liga stórt virði. Eftir okkara tykki eiga vit at geva bøadum "pørtum" gætur og royna at fáa sum best burtur úr. Endamálið við einum orðaskifti má vera at rudda av vegnum misskiljingar og óneyðugar ósemjur og heldur líta frameftir - byggja upp. MEN tað er spell, at tá onkur leggur upp til orðaskiftið um tann so tydning- armikla og áhugaverda málspurningin, Hilmar Jan Hansen - Jåstinus Eliesgaard Prent: PT Pressan 1981 AAA so verdur hetta so oftani tikid illa upp Ødrumegin verður sagt, at atfinninga! móti málstovninum eru alt ov ósakligar og hinumegin verður sagt, at máls- tovnurin er alt ov erkvisin og átti heldur at lurta meira eftir atfinningum ella ødrum málmeiningum. EFTIR okkara hugsan eigur at pláss pláss fyri øllum meiningum um mál- spurningin, bara hetta byggir á sakligt og objektivt grundarlag. Sosialurin hevur mong ár havt eitt sera gott samstarv við málkgnan mann, sum trúliga og fast hevur skrivað um málspurningar. Honum eigur blaðið og ikki minst lesararnir stóra tøkk uppiborna. Nú hann gavst var ikki lætt at finna nakran at taka við, og tí gjørdu vit av at gera ein opnan teig, har øll kundu skriva uttan at tað var eitt krav, at navn skuldi standa undir. SUM við so nógvum ødrum her á landi, so tekur tað sína tíð at byggja nakað upp. Vit hava havt samstarv við nøkur félk, sum hava skrivad målteigar, men i byrjanini varð torført at fáa enn fleiri at skriva til henda teigin, sum ætlanin var. Nú tykist broyting vera komin í. Nú fer ikki dagur, at vit ikki fáa sendandi brøv frá lesarum, har teir siga sína hjartans hugsan um málið. Hetta halda vit vera bæði sunt og gott fyri máltjakið, sum oftani hevur verið alt ov stirvið og deyvt. Í DAG hava vit so fingið sendandi eitt sjónarmið um ein einstakan mál- spurning. Og vónandi fáa vit okkurt orðaskifti burtur úr honum eisini. Okk- ara vón er, at lesarar okkara brúka blaðið til slíkt orðaskifti, tí nettup hetta er ein av høvudsuppgåvum okkara, sum geva blød út: at fáa ymsar meiningar fram um samfelagsligar spurningur, og har er málið bert ein, men ein sera týðandi spurningur. Vónandi ber til at halda lív í hesum orðaskifti og vónandi fáa vit eisini svar frá teimum, sum les- ararar okkara venda sær til. Júst tað er ein fortreytin fyri at halda lív í einum mennandi og positivum orðaskifti. Men har er tað sum sagt eisini ein fortreytin, at orðaskiftið verður á einum tílíkum stóði sum sømir seg einum demo- kratiskum orðaskifti. Elin Lindenskov, býráðsvalevni í Havn: Arheiðsloysið komið fyri at verða Tað letur til, at eingin polittikari torur opið at siga sannleikan um arbeiðsloysið, hóast teir vita, at tað er mest sannlíkt, at tað er komið fyri at verða. Viðgera vit ikki arbeiðsloysið nú, fáa vit stórar trupul- leikar av hesum um nøkur ár, heldur Elin Lindenskov Eingin peningur er eftir í landinum. Og flest allir lánistovnar í útlandinum eru trekir ella hava smekka lokið á kassan. Tí kann roknast við, at vit fáa var- andi arbeiðsloysi. = Hetta erein sanleiki, sum flest all- ir poliukkarar viðganga er sannlíkur, men ikki tora at siga opið, kanska tí, at so kann tað síggja út sum, at teir eru dunaloysingar. Langtíðararbeiðsleys Eg eri av tí sannføring, at tað er rætt at tosa opið um henda trupulleika, tíeinast á henda hátt er gjørligt at fáa gjørt nakað munagott fyri henda samfelagsbólk. Tá ið vit hava nevnt varandi arbeiðsloysið so kann eisini roknast við, at vit fáa ein bólk av langtíðar- arbeiðsleysum. Og við ein- um slíkum bólki, sum ikki Býráðsvalið í Havn '92 hevur nakað arbeiðið at fara til, og sum fyrr ella seinri missir vónina um nakrantíð at fáa arbeiðið kann roknast við, at kriminaliteturin øk- ist. Vit fáa ein bólk, sum misstrivist — ein skuffadan bóik — sum vendur samfe- lagnum bakið. Hetta er kjarnin í arbeiðsloysistrup- ulleikanum, og eigur hann at viðgerast væl og virði- liga. Forða misstrivnaði Skulu vit forða fyri miss- trivnaði og kriminaliteti, er neyðugt at vit hugsa okkum væl um og fáa eitt opið og erligt tjak um, hvussu vit kunnu minka henda trupul- leikan mest møguligt. Eingi stórarbeiði Við figgjarstøduni í land- inum, sum heild, og í Tórs- havnar kommunu í huga, so ber ikki til at seta stórarb- eiði ígongd fyri at koma hesum trupulleika til lívs. Men vit eiga at gera, tað vit kunnu, við tí vit hava, fyri at minka sum mest um henda trupulleika, og eiga øll at koma við í eitt tjak fyri at síggja, hvussu vit bera okkum at á besta hátt Eitt uppskot Javnadarlistin í Havn hevur eitt konkret uppskot. Vit halda, at kommunan eigur at seta fólk av í býar umsitingini til at kunna um méguleikarnar i Havnini bæði heima og uttanlands til tess at skaffa arbeiðspláss ul Havnar. Byrådid eigur eisini bein- anvegin at seta seg i sam- band vid verkafeløg og vinnufeløg vid ti i huga at stovna ein vinnulívsbólk, sum skal hava til endamáls atskapa vinnuni best møgu- ligar fortreytir, og sum kann koma við hugskotum. Kunnu vit á henda hátt fáa fleiri arbeiðspláss uttan at brúka stórvegis pening, men bert vid at sína vælvilja og vera arbeiðssom, so er nógv vunnið. Tað kommunan annars kann gera er, at geva hesum bólki so góðar umstødur at virka undir sum gjørligt. Hetta nýtist ikki at kosta stórvegis fyri kommununa, tí eitt nú høli hava vit frammanundan. Aheitan á polittikarar Eg fari enn einaferð at heita á polittikararnar um at taka arbeiðsloysið í álvara. Taka spurningin upp og viðgera hann, so sum ein álvarsligur spurningur eig- ur at viðgerast. Tað er ikki nóg mikið at vit hava fingið arbeiðsloys- | tí arbeidsloysi eisini nógvar sostalar spurningar, sum stóða má takast til, og fáa vit langtíðararbeiðsloysi, so missa tey eisini trygging- inniheldur Stersti trupulleikin Javnaðarlistin ásannar, at arbeiðsloysið er størsti spurningurin júst nú, og tekur arbeiðsloysið í størsta álvara. Einaloysn, sum avskaffar arbeiðsloysi, finna vit neyv- an í býráðnum, men eisini býráðið eigur at taka henda trupulleika upp. Tað er neyðugt. Elin Lindenskov, býráðsvalevni í Havn Gevið børnunum | HJÅLM! i A 0 | Bern duga ikki so | væl at takå hendurnar fyri seg, detta tey å suklu. VERJID HOVDIÐ! | Ítnnnanntnunnanamnnnnauaknnnnasnnannnnnnd