Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. desember 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (Cat, Nýggjur vinnubygningur í O yndarfirði: | Vit figgja sjålvir --Húsið fer at kosta knappa millión o lán, sigur Henry Klein, stigtakari Í oktober 1973 hendi ein skakandi hending í Oyndarfirði. Í døgurda- tímanum vóru fólk varug við royk inni í Víkum Roykur kom undan rygg- gásini í niðara enda á gamla handlinum og skjótt stóð hesin, ein av fyrstu frihandlunum í Føroyum, í ljósum loga. Ongi slgkki- Lítil og kvik«Løtt at seta upp *Vaskar upp eftir 6-7 fólkum 5 *220 volt «Måt: + amboð vóru í bygdini og onki hjálptu spannir og onnur ílgt móti skróturra tjúkka stórviðinum. Tá brandpumpan endiliga kom fram úr Fuglafirði, hevði eldurin ment seg so nógv, at handilin stóð ikki at bjarga, Hann brendi í grund, tað seinasta pump- an gjørdi var at spula kaminuna niður. Tað reyk nakrar dagar aftaná og bygdarfólkið var týðuliga skakað av fyrsta eldi í bygdini, sum menn vistu um. Mánadagin vóru toftir- nar av handlinum slætt- aðar av eini gravmaskinu og nú verður bygt aftur í Víkum, 136 ár aftaná at bygt var fyrstu ferð. Flyta eina vinnu --Tað sum vit gera í løtuni er at flyta eina vinnu av sjónum og uppá land, sigur Henry Klein, úr Oyndarfirði. Farbróður hansara, Petur Klein, var seinasti eigari av Víka- handlinum. Henry átti í mong ár saman við brødrum og skyldmonnum útróðrar- bátin, 20 tonsaran Nósa. Teir lótu hann byggja á Strondum. Nósi legði mangan góðan førningin upp á land, men fyri tveimun árum síðan vóru teir so óhepnir á heimveg av útróðri at bera við land við Rivtangan norðan fyri Gjógv, og tá teir vóru komnir heim fyri Gjógv sakk båturin. Tíbetur hendi ongin mannskaði, Henry, sum førdi bátin øll árini varð saman við Heina Dahl úr Oyndarfirði bjargaðir. --Ég eri ikki ungur long- ur og ístaðin fyri at keypa ein bát aftur, so gera vit hesa royndina á landi. Tal- an er ikki um nakað stórt g bert ein heilt lítil partur er virkið og høvdu vit fingið arbeiði til ngkur fólk, so hevði tað verið gott, sigur Henry Klein. Góðska fisk -I dag keypa flakavirkið heilar lastir, men ein part ur av fiskinum kunnu teir ikki brúka í framleiðsluni. Hesin fiskur passar ikki inn í framleiðsluna hjá teimum. Her hava vit ein møgulcika. Eisini skuldi verið møguleikar til at fingið júst tann fiskin ein hevði brúk fyri, um vit fingu eina gólvuppboðs- sólu. Og eg rokni við at tílík ein Kemur, sigur Henry Klein. Fíggja sjålvir -Tidirnar eru ikki góðar at byggja í løtuni, men sum sagt, vit flyta eina vinnu av sjógvi og uppá land og til hetta hava vit pening. Vit fíggja næstan alt húsið sjálvir, sigur Henry Klein. Tá nú grundøkid er slæt- tað fer Byggiservice á Skála at stoypa grundina og síðan skal Norðsetur byggja húsið. Húsið hevur kjallar, miðhædd og loft. jústinus rokning --Rækjuvirkið er bert ein vanligur limur í Fiskasøluni, vit eru ikki útf- lytarar og ein møgulig rokning frá EF kann í hvussu er ikki gjaldast av okkum, sigur hann Nú spøkir rækjurokningin aftur. Og hendan stavar frå, at føroyingar hava selt triðjalandsrækjur ul EF undir heitinum, at tær eru føroyskar upprunarækjur. Við hesum er nógv minni tollur lagdur á rækjurnar, enn um keyparin visti at tær vóru triðjalandsrækj- ur. Tvær danskar fyritókur hava fingið rokning frá felagsmarknaðinum fyri at hava selt føroyskar tridja- landsrækjur, hava tit fing- ið nakra rokning? --Nei, vit hava onga rokning fingið og eg rokni heldur ikki við, at vit fáa nakra, sigur Edmund Fáa føroyingar eina rokn- ing frá EF fyri ólógligt útfluttar rækjur, so verður L/F Fiskasølan tann fyri- tøkan, sum kemur at bløda mest, um ikki tad almenna tekur um endan. Men tað er als ikki avgreitt hvar á- byrgdin liggur, hjá útflyt- arunum ella hjá føroyska tollvaldinum. --Vit hava eina sak gang- andi um hetta mál. Hetta er eitt ógvuliga umfatandi mál og eg havi ikki so nógv at siga um tað í Nr. 230 — 2. DESEMBER 1992 Edmund Joensen, stjóri á rækjuvirkinum Vit gjalda Bjarti Mohr, Fiskasølan Rokningin er nógv minni --Ein sak er gangandi um tollrokn- ingina frå EF, upphæddin er nógv minni enn 50 milliónir. Hetta er eitt fløkt og umfatandi mál, sum eg ikki kann úttala meg um enn, sigur hann Síða 5 Joensen, stjóri á Rækju- virkinum á Oyri. --Rækjuvirkið stendur ikki sum útflytari, vit eru bert ein vanligur limur í L/F Fiskasgluni, so ein rokning kann ongantíð koma til okkum, sigur Edmund Joensen. Frá skipum --Vit kenna bert tær donsku á navni. Og hesar hava helst keypt rækjur frá føroyskum skipum, sum hava fiskað í Canada. Annars haldi eg íkki at nakað nýtt er hent í hesum máli seinastu tvey árini, sigur Edmund Joensen. jústinus løtuni, sigur Bjarti Mohr, stjóri á L/F Fiskasøluni. Tað hevur verið frammi, at rokningin fer at ljóða uppá 50 milliónir. Skulu tit rinda meginpariin av hesi, klára tit so at halkda áfram? -Upphæddin er nógv minni enn 50 milliónir og sum sagt málið er komið ovstutt til at eg kann úttala meg um tað, segði Bjarti Mohr, fiskasølustjøri. jústinus