Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 231 — 3. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið CD Byrådsvalid i Klaksvik Berjast fyri arbeidsplåssum Ólíka lættari hevði verið, um vit kundu givið lyftir í eyst og vest, eitt nú betri vegir, gongurbreytir o.a. Eingin ivi um, at hetta treingir til onkustaðni, men peningur er eingin til, og sparast skal, so hetta kemur óivað at liggja á láni eina tíð. Stórar = ætlanir um byggivirksemi hava verið í gongd í Klaksvík, men hava ikki nátt á mál. Alt ov nógv hevur ver- ið gjørt av at lova veljar- unum gull og grónar skógir, men ber hetta ikki til í dag. Tað hava ikki verið nógvir, fyri ikki at siga Ongir, pengar tey seinastu fýra árini, og tá ongir pengar eru, er ikki lætt at ráða fyri borgum. Vit síggja virkir fara av knóranum, skip, ið ikki bera seg, tað vísir seg, sum um einki gongur, og tað er ógvuliga syndar- ligt. Enn eru tó nøkur arb- eiðspláss eftir í Klaksvík, og mega vit berjast við hond og fót fyri at varð- veita tey. Sum dømi kann nevnast Klaksvikar Sjúkrahús. Talan hevur verið um at niðurleggja tey smáu sjúkrahúsini. Vit norðoyingar halda okkum hava rætt til eitt sjúkrahús. Her er eisini talan um nøkur størv, ið vit mega verja. Tað skal sparast innan heilsuverk- 10, og ivast vit ikki i, at øll gera tað, tey kunnu, so vónandi gleppur Klaks- víkar Sjúkrahús ikki okk- um av hondum. Eitt av hjartamálunum hjá nordoyingum hevur altíð verið og er fiski- vinnan. Klaksvíkin hevur verið ein tann størsta fiskaríhavn, Føroyar hava ått. Vit hava ått nógv stór og góð skip, sum tíanverri eru farin út av vánni fyri seinastu ferð. Utróðrarflotin er eisini nógv minkaður, og slíkt merkist í einum býi sum Klaksvík, ið altíð hevur sett sítt álit á fiski- vinnuna. Tað er ikki lætt at koma við uppskotum um, hvat skal gerast fyri at fáa hjólini aftur at mala. Tíðirnar eru ringar, og tað verður sagt, at vit ikki eru komin á botn enn. Tað er ógvuliga torført at fara undir nakað nýtt. Fólk eru í døpurhuga, og er hetta einki at siga til. Men vit mega ikki missa mótið, vit mega halda tørn og varðveita tað, vit hava, eitt nú virki og skip, sum ígjógnum árini hava verið álitið hjá mongum familjum. Vit hava ikki ráð at missa meira av okkara fiskiflota. Vit eru øll knýtt at fiskivinnuni, eisini tey, ið hava sitt dagliga yrki á landi. Tí fari eg at heita á allar veljarar í Klaksvíkar kommunu um at fara á val og velja ein sterkan Javnaðarflokk í býráðið. Maria Bjørgheim Vit mugu venda gongdini Týsdagin 8. desember Skulu vit velja nýtt býráð og nýggja skúlanevnd. Sum eitt av valevnunum á lista Javnaðarfloksins til býráðsvalið loyvi eg mær hervið at heita á allar veljarar í Klaksvíkar kommunu um at fara á val og at atkvøda fyri javnaðarlistanum ella einum av valevnunum á hesum listum. Sum gllum kunnugt hevur kommunan álvarsamar trupulleikar at dragast Við. Fíggjarkreppan, sum hevur rakt føroyska samfelagið eins og so nógv onnur lond bæði nær og fjar, hevur eisini rakt Klaksvíkar kommunu Seinastu árini hevur alt gingið sina skeivu gongd. Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Tann álvarsamasta orsøkin er tilfeingiskreppan ella fiskaloysid, sum hevur verið seinastu árini. Tað stóra virksemið og tann Stora skuldbindingin av kommununi åttatiårunum er eisini ein orsøk. Men tað er eingin loysn at tosa um tað farna. Vit mugu líta frameftir. Vit eiga at leggja alla orku í at steðga tí skeivu gongd - og at venda gongdini. Og her kann eitt komandi býráð gera seg galdandi. Ti er býráðsvalið komandi týsdag eitt týdningarmikið val, og tí eigur eingin at sita heima valdagin. Tað hevur sera stóran tydning at varðveita arbeiðsplássini og at útvega nýggj arbeiðspláss. Tí mugu vit royna at varðveita skipini og harvið tey fiskiloyvini, sum eru á vánni. Men tað verður eisini neyðugt at vega rávgru aðrar vegir. Hetta kunnu vit gera vid at innflyta fisk til virkingar. I hesum sambandi kundi kommunala umsitingin verið til hjálpar. Her ræður mest av øllum um at fáa samskifti í lag við lond og fyritøkur, ið hava råvøru, sum vit kunnu keypa til virkingar. Slíkt samskifti kann kommunala umsitingin fáa í lag og halda við líka. Hetta eigur sjálvandi at verða gjørt í samráð og 1 lýttum samstarvi við vinnulívið í kommununi. Farið mannsterk á val og setið X við lista Javnaðarfloksins ella eitt av valevnunum. Heilsan Mogens Jakobsen, valeyni til býráðið 7 = = =r 8 Saltsild 5 kg kr. 150,- Kryddsild 5 kg kr. 150,- SILDAGOYM Vit hava sild aftur Saltfløk Kryddfløk 5 kg kr. 200- N y Fløkini eru skrædlad og beinfri. Í Havn verður sent Á > til hús, annars vid Strandferðsluni. h KR 5 kg kr. 200.- 7. Uppvaski- H- 1 * K— Føroya mest selda | maskina: SINDRA líti og kvik«Løtt at seta upp *Voskar upp eftir 6-7 fólkum