Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

$!I-JAVNAÐUR --BROÐRALAG Løgmaður á týðandi fundum Í gjár vóru fleiri týðandi fundir í Keypmannhavn millum føroy- ingar og danir. Atli Dam, løgmadur varð á tilsamans trimum fundum og eftir tí vit hava fingið uppspurt, so kom væl burtur úr fundunum. Hann var fyrst á fundi í orkumálaráðnum, har hann umrøddi seinastu smálutirnir í spurninginum um yvirtøku av undirgrundini. Síðani var hann á fundi við umboð fyri Mærskair at vita, hverjir møguleikar eru fyri samstarvi í framtíðini. Eisini hetta var ein góður fundur. At enda hevði Atli Dam fund við nýggja formannin í danska javnaðarflokkinum, Poul Nyrop Rasmussen. Á hesum fundinum luttók eisini føroyski fólkatingsmaðurin Jákup Lindenskov, grønlendski fólkatingsmaðurin Jens Pavia Rosing og síðani ein grønlendskur landsstyrismadur. HVÍ eru eru hetta so tríggir týðandi fundir kann verða spurt. Taka vit fyrst flogmálið, so er tað uppá tíðina, at hetta málið kemur Blabjólk: Randi Jacobsen - Dagny Útgevari: P/t $oslaturin Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng: PA Saslalurin Hilmar Jan Hansen - uppá hægsta stað, soleiðis at allir møguleikar fyri einum komandi samarbeiði millum danska og føroyska flogfelagið verða kann- ingar til botns. Eitt slíkt sam- arbeiði eigur at koma báðum fel- øgunum og føroyska brúkaranum til góðar. Hvat undirgrundini við- víkur so er tað greitt, at hetta mál má avgreiðast uppá skilabesta hátt - í sátt og semju millum Føroyar og Danmark, og har finst valla frægari politikari í Føroyum at avgreiða eitt slíkt mál enn júst verandi løgmaður. SÍÐANI var tað fundurin við formannin í danska javnaðar- flokkinum. Henda meta vit av ikki minni týdningi fyri ikki at siga av sera stórum týdnini ikki bert fyri framtíðar samstarvið millum hesar báðar flokkar, men so sanniliga eisini fyri framtíðar samarbeiðið millum Føroyar og Danmark sum heild. Tey eru mong, sum halda, at Poul Nyrop Rasmussen verður komandi stjórnarleiðarin í Danmark og at hann verður tað longu eftir eitt møguligt komandi val til várs. Tvs. at tað verður hesin maðurin, Størri og åvirkan Býráðsvalið í Havn '92 Í Í fi + Tórfinn Smith — velevniå Klokkan tiggju i morgun lata valhølini upp, og havnafólk fara at gera av, hvør skal stýra høvuds- staðnum tey komandi fýra Ongantíð áður hava av- bjóðingarnar verið so mangar og stórar sum hesaferð. Døpur fíggjarlig útlit, og skjótt vaksandi arbeiðsloysi. Hetta er út- gangsstóðið hjá komandi býráð. Heldur verandi fíggjar- liga gongdin fram, við vaksandi skuld og mink- andi inntøku, verður galið. Tí hava vit sagt, at figgjarligi politikkurin má broytast. Iløgur skulu bert gerast í arbeiðsskapandi og produktivt virksemi, og so má okkurt annað bíða. Verður hetta ikki gjørt nú, fellur ikki bert arbeiðs- loysisskipanin saman. Tað ger øll sosiala skipanin. At tað ber til at broyta hesa gongd, trúgva vit uppá, og tí stilla vit upp. Sterri innlit og ávirkan Hesi seinastu tólv árini hevur Havnin verið stýrt ein einum einstøkum per- sóni. Hvussu stýrt hevur verið, eru fólk ymisk á máli um. Men undir gllum umstødum halda vit, at tað er sera óheppi og vanda- mikið, at so stórt vald skal liggja bert á tí eina persón- inum. Tí eigur nýggjur hug- burður at koma til sjónar í nýggja býráðnum. Bæði politiskt og umsitingarliga eigur borgarin hava hava stórri innlit og ávirkan. Býráðið er hóast til fyri borgaran, og ikki øvugt, sum fólk mangan hava varðhugan av. Í tíðum sum hesum hevur tað alt at siga, at nýggja manningin í býráð- num dugir at nýta sítt sunna vit og skil, ikki er bangin fyri nýhugsan og hevur eitt demokratiskt sinnalag. …Og SO er bert eftir at ynskja okkum øllum eitt gott val! Tórfinn Smith Prent: PT Pressan 1981 sum kemur at avgera í stóran mun viðurskiftini millum Før- oyar og Danmark komandi árini. NÚ vit vita, at fleiri danskir politikarar hava roynt at koyra bensin á bálið hjá Kirsten Jacob- sen og hennara hjálparfólki í Føroyum, í teirra herferð móti føroyingum og Føroyum, so hev- ur tað stóran týdning at ein komandi danskur sosialdemo- kratiskur stjórnarleiðari verður væl kunnaður um føroysk við- urskifti. Nú løgmaður hevur boðað frá, at hann fer frá fyrst í komandi ári, verður hann helst at taka yvir aftur sess sín á fólka- tingi, sum næsti maðurin á javn- aðarlistanum hevur umsitið síðani síðsta val. Tað vil tí aftur siga, at lagnan hjá føroyingum og Føroyum í framtíðini fer at verða nógv tengd at, hvør situr og umsitur okkara mál á fólkatingi. At tað til ta tíð verður núverandi løgmaður skuldi so ikki verið ringasta valið, heldur tvørturim6ti. Við sínum drúgvu royndum sum politikari og við sínum hegni at føra krevjandi samráðingar fer tað uttan iva at Tøieton: 1IB20 Bístaður- Arglavegi 28 | Posiad:: Postsmoga 76 Argjum 110 Tórshavn fáa stóran tydning fyri Føroyar, at ein fyrrverandi løgmaður í so mong ár verður at brúka fólka- tingssessin til at varðveita og menna tað annars góða sam- arbeiði, sum altíð hevur verið millum Føroyar og Danmark. TÁ hugsað verður um hvussu fólkafloksins umboð á fólkatingi hevur borið seg at øll hesi sein- astu árini, við at gera Føroyar fyri skommum eitt nú í apart- heidmálinum, so kunnu vit bert fegnast um, at tað verður ein til ta tí fyrrverandi løgmaður við nógvum royndum, sum kemur at umsita henda týðandi sess - serliga týðandi í hesum tíðum, har herferðin móti okkum í eitt nú Danmark kann koma at und- irgrava verandi samstarv. Tað krevur ein sterkan og royndan føroyskan politikara at átaka sær fólkatingssessin komandi árini umframt at skula byggja upp aftur ta virðing, sum Óli Breck- mann við sínum kílapolitikki hevur brotið niður á fólkatingi í so mong ár. Javnaðarveljarar í Havn: Bil á Valstaðið -ringid 17008 heilsan Sudurstreymoyar Javnadarfelag EA AA AAA AA —————