Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

WIT Jólapakkin til bórn 7 5 At jól eru í hondum sæst ikki bert á jólapynti í hús- um og handlum, eisini á vørutitrvalinum sæst at høg tidin mikla nærkast. Aftur í år hevur Mjólkarvirkið Búnaðarmanna gjørt ein serligan jólapakka, ella pakningurin mijólkini er ørvisi. Jólapakkin er í ár pryddur við vælkenda eydnudýrinum Raska, sum ynskir øllum barnum gieðilig jól. Oskar Hermansen hevur yrkt ein sang sum stendur á baksíðuni saman við Selatrúgva, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd nýtir at greiða fólki frá týdninginum av at sita í seðla, tá koyrt verður. Í ár er tað hálvskúmað mjólk, sum er í jólapakkan- um. Mjólkavirkið skrivar í einum tíðindaskrivi at væl ber til at geva årsgomlum børnum og eldri hálv- skúmaðamjólk. -Eins nógv kalcium er í hálvskúmaðari mjólk, sum í vanligari mjólk, men minni er av Á og D vitamin- um, sum loysast upp í feitti, sigur Kim Petersen á Mjólkarvirkinum. Væl umtókti "Málteigurin" sum listarmaðurin Ei- vindur Mohr fekk frálíka hugskotið til og sum hevur verið á mjólkarpókkunum seinastu mánaðarnir er ikki at síggja á jólapakkunum. Men hann kemur aftur eftir nýggjár. jústinus Krúnborg 400 tons Nótabáturin Krúnborg kom á fuglafjørd mánadagin við 400 tonsum av makreli. Nakað av makrelinum varð landaður til nýggja makrelvirkið í Fuglafirði, har tað var fryst. Eisini nakað varð landað til Harfrost. Har verður makrelurin skorið til flak við hond Í hesum sambandið er ein skoti komin til Føroyar at leggja fuglfirðingum lag á. Í Skotlandi eru fleiri makrelvirkið. jústinus 000 svaraði Tær triggjar reyðu telefonirnar á poliustødini í Havr ringdu allar í senn klokkan 0:45 leygarnátuna. I hin- um endanum var ein dýrandi fullur sandoyingur sum hóast tungan ikki rættuliga fylgdi við fekk greitt frá, at eldur var í Ungmannafelagshúsinum á Sandi Beinanvegin fóru boðin víðari. Løtu seinni ringdi maðurin aftur og segði at ongin endur var, hetta var meint sum skemt Vakthavandi á sýsluskrivstovuni á Sandi sigur, at teir vita hvør maðurin er jústinus Kjólbrotrolararnir: Á Flemmish Gap Royna eftir toski í lótuni og koma heim til jóla 26. september løgdu Skålaberg og Sundaberg vestur i hav og sidan tå hevur ikki verið nógv at frætta frá teimum. Trolar- arnir hava meginpartin av tíðini roynt eftir svartkalva í NAFO øki og nå eru teir farnir å Flemish Cap at royna. Enniberg er eisini fyri vestan, hann roynir i løtuni innan 200 fjórð- ingamarkid hjå kanådiu- monnum. -Fiskiskapurin hevur verid småligur, teir hava eini 210 tons inni í part har eini 50 tons av toski, sigur Svend Thulesen reiðari. Ligið bakk og inni í St. John --Tá teir komu á Flem- mish Cap fyri tveimum vikum síðan var onkur dagur brúkiligur, men tað Tíðindablaðið €fYyNT"::R hevur viðrað sera illa og bátarnir hava ligið bakk onkun dagin, sigur Svend Thulesen. -Båtarnir koma heim til jóla. Teir skulu eisini hava tíð at gera seg klárar ul at fara eystur í Barentshavið at royna og eitt sindur ljósari sær tað út nú vit hava fingið eina munandi betri kvotu, sigur Svend Thulesen, reiðari. Skálaberg var inni í St. Tveir eldar í Eysturoynni Annar beistagerð, hin hendiligt óhapp Leygarkvøldid klokkan 19:00 fekk poliuið í uroynni boðsent, tí eldur var í einum húsum í Søld- arfirði. Húsini hava dup- ultan ketil og tey høvdu brent fast brenni í ketli- num. Orsøkin til eldir er tey høvdu koyrt øskuna i ein plasticposa og sidan nidur i eina spann. Helst hevur onkur glóð verið i og eldur kom í. Tá slekkiliðið kom á staðið var eldurin sløktur av húsfólkinum. ret LYS Tey sluppu vid hvøkk- inum, sigur Frimodt Poul- sen, sýslumaður í oynni. Sunnukvøldid vórð polittið í Eysturoynni aftur boðsent. Nú varð boðað frá eldi í Fuglafirði á Ís- virkinum. Men her var roykur og ongin grind. Onkur hevði sett eld á eina hjålbøru sum stóð fúll av burturkasti og har var olju í eisini. --Bálið gav nógvan royk, og ti gjørdust fólk kløkk. FySlur- Eldurin varð skjótt sløktur og her var talan um eina beistagerð, sigur Frimodt Poulsen, sýslumaður í Eysturoynni. jústinus Í John her fyri eftir olju og útgerð. Føroyingar eiga kvotu eftir bæði í kana- diskum øki og í NAFO øki. NAFO er ein felags- skapur av londunum í út- nyrðingspartinum av At- lantshavi og hesin felags- skapur ansar eftir veiduni uttan fyri 200 fjórðingar markið. jústinus Føroya Banki r = Nýggjan kapital Føroya Banki hevði eyka- adalfund i gjår, har millum annað nýggj nevnd skuldi veljast. Partapeningurin skuldi niðurskrivast og nýggjur partapeningur skuldi teknast. Den Danske Bank hevur bjóðað seg til at seta neyðuga partapeningin í, um føroy- ingar ikki gera hetta. Den Danske Bank hevur sett 100 milliónir í á- byrgdarpeningi í bankan og tá partapeningurin er viðtaldur hevur Føroya Banki fingið 232 milliónir í nýggjum kapitali. Den danske bank vil hava tveir ella triggjar limir í nevnd- ina. Vit náddu tíverri ikki at fáa úrslitið av fundinum við áðrenn blaðið fór til prentingar. jústinus