týsdagur 8. desember 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ESF
Dýrari
verður
at liva
Eftir nýggjár verða fóstu út-
reiðslurnar hjá eini miðal fa-
milju umleið 800 krónur stórri
um mánaðin, sigur ein kann-
ing, Føroya Arbeiðarafelag
hevur latid gjørt
Tad eru fleiri månadir sid-
an, handilsmenn hildu seg
kunna siga við vissu, at tað
verður dýrari at liva í Før-
oyum, tá MVG-skipanin
kemur í gildi.
Hetta hevur verið aftur-
víst, m.a. av Jógvani Sund-
stein, landsstýrismanni í
fíggjarmálum.
Men nú er gjørd ein kann-
ing, sum hevur somu niður-
stóðu. Flestu útreiðslurnar
hjá húsarhaldum hækka
meir ella minni. Samanlagt
verður tað umleið 9-10.000
krónur dýrari um mánaðin
hjá eini familju við tveim-
um vaksnum og tveimum
børnum at liva. Tað svarar
til 800 krónur um mánaðin,
sum minni verða at liva fyri.
Serliga hækka útreiðslur-
nar fyri tænastur, og prísir-
nir á føroyskum vørum og
neyðsynjarvgrum.
Mest á matverur
Matvørurnar sum heild
verða 12% dýrari. Breyð,
epli, grónmeti, havragrýn,
fiskur og føroyskt kjøt og
kanska mjólkin eisini
hækka millum 15 og 23%.
Oljan verður 19-20% dýr-
ari, el 23% og telefon góð
13%.
Dýrari tænastur
Við nøkrum undantøkum
verða tænastumar dýrari.
T.d. verður dýrari at byggja,
umvæla og halda fastar
ognir við líka. Tað verður
dýrari at flyta og goyma
vørur, ráðgeving verður
dýrari, servering á mat-
stovu, telefon og allar tele-
tænastur somuleiðis. Hár-
røkt og viðgerðir, ið ikki eru
góðkendar sum heilsurgkt
av tí almenna, verða allar
Undantøkini er, at einki
gjald verður lagt á tænastur
í heilsuverkinum og al-
mannaverkinum. Barna-
garðar og skúlaverkið
sleppa undan. Itrétturin og
fólkaflutningur somuleiðis.
Opel Ascona 1,6
autom.
Árg, 86, bert koyrt 69.000 km.
Kr. 88.000
Tif. 84700
Dagligu vørurnar verða nú væl dýrari
Tað verður dýrari at senda
pakkar, men posturin
annars er undantikin.
Hetta er nakað av tí, ið
nevnt er í kanningini, sum
er einasta av sínum slag.
Broytingarnar ymiskar
Ymisk avgjøld eru á inn-
fluttum vørum, og tey fella
burtur. Í staðin fyri kemur
so merivirðisgjaldið. Av tí
at avgjøldini nú eru ymisk á
vørusløgunum, men at 23%
skal leggjast á allar vørur, er
ymist, hvussu stór broyt-
ingin verður á hvørjari
vøru. Í dagereinki avgjald á
pappirsvørum, 6% avgjlad
å mjøli, gryni, sukri, heili-
vågi 0.0., 8% á frukt og
grønmeti, 10% avgjald å
konserveraðum vørum, og
33% å flestu ødrum nytslu-
vørum. T.v.s., at allar vørur
við minni enn 23% avgjaldi
hækka.
Punktgjald er á summum
vørum, og tað er høgt á ávís-
um verum. Flestu punkt-
gjøldini fella burtur.
Hetta fær við sær, at
klædnavørur verða 5,5% bí-
ligari, skógvarnir 3,4% bí-
ligari, og parfuma, smyrsl
og øllum til hårrøkkt og
kropsrøkt verda 2% bilig-
ari.
Oljan fer at hækka vid 45
oyrum liturin, bensinið
hækkar góð 18%, og tubb-
aksvørurnar nøkur prosent.
Einki avgjald er i dag å
føroyskum vørum og
tænastum. og tå nå 23%
skulu leggjast omaná, verð-
ur príshækkanin stór.
Breyð verður 18% dýrari,
og ein litur av mjólk tvær
krónur dýrari, men tað skal
tó viðmerkjast, at talað hev-
ur verið um at gera undan-
tak fyri mjólk.
Men kjøt og fiskur, el, út-
varps- og sjónvarpsgjald,
stuttleikatiltøk, leiga av
ambodum, hårfridkan,
reinsing og vask hækkar alt
23%.
Telefon hækkar góð 13%.
Samanlagt verður prís-
hækkanin 9,38%, sigur
kanningin. Bara á mat-
vørunum verður hækkanin
góð 12%.
randi
Selja jólatro
Sølan hjá Kiwanis byrjar í
Havn í dag kl. 16
Eins og undanfarnu ár fer
felagsskapurin Kiwanis í ár
at selja jólatrg í Havn.
Sølan hjá teimum byrjar í
dag kl. 16, og opið verður
allar dagarnar, so leingi
handlarnir hava opið, og so
leingi trø eru eftir at selja.
Sølustadid verður á torgi-
num yvirav Fossbanka-
num.
Pengamir fara í ein hjálp-
argrunn, sum Kiwanis er
við at byggja upp. Tá so
mikið nógv er komið í
grunninum, at renturnar
muna, fer grunnurin at
gjalda út ul feløg og onnur,
sum hava hjálp fyri neyðini.
randi
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992
Síða 7
Randi Jacobsen,
blaðkvinna,
skrivar:
Í VIKUNI HA VA valevnini tilbý- og bygdarrådsvalid
kýtt seg við at skriva í blødini, ið av ti sama ikki hava
rúmað so nógv av vanligum tíðindum. Ilt er at siga, hvat
tað munar, at valevnini skriva, tí áhugin fyri at fara á val
hevur neyvan nakrantíð verið so lítil sum hesu ferð, og
nógv fólk siga seg ikki fara á val. Luttøkan á valfund-
unum hevur verið syndarliga lítil.
Í fleiri kommunum hevur staðið á at fáa gjørt lista.
Tað er ikki so lokkandi at koma í eitt kommunustýri,
sum ikki hevur ráð til nakað. Uppgávan verður at um-
sita stóra skuld.
Undanfarin val hava kvinnurnar stríðst fyri at fáa
fleiri kvinnur í bý- og bygdarráðini. Nú eru dyrnar víð-
ari, og tær, sum hava dirvi, sleppa óivað at royna seg í
uppruddingini.
ØSINGIN MÓTI FØROYUM og føroyingum í
donsku fjølmidlunum legði seg aftur. Tað var at vænta.
Einki blað kann í longdini kóka súpan av einum evni.
Onnur meira áhugaverð upptaka lesararnar, og vit fingu
frið.
SVEND AAGE ELLEFSEN, landsstyrismadur, nýtti
í vikuni fremmandaorðið "avleiðing". Tað skuldi fáa
avleiðingar fyri leiðsluna í Atlantic Airways, at landið
nú noyddist at leggja 75 mió. krónur á borðið. Sambært
løgmanni hevur landsstýrið als ikki vidgjørt spurningin
um at krevja nakran til svars, og løgmaður var argur inn
á landsstýrismannin.
Svend Aaage Ellefsen hevur hug at geva leiðsluni í
Atlandsflog skyldina. Eingin hevur í hesum sambandi
sett spurnartekin við, um tað nú var so skilagott, tá
táverandi landsstýrismaðuinr í flogferðslumálum í
loyndum gjørdi avtaluna við Kimber við tí úrsliti, at vit
fingu okkara egna flogfelag.
Føroysku veingirnir eru í hvussu er dýrir. Tað er ikki
lætt at standa seg í kappingini hjá einum flogfelag við
einum flogfari, ið flýgur eina rutu einaferð um dagin.
HVØNN SKULU VIT líta á? Jógvan Sundstein legði í
vikuni hart út eftir fjølmiðlunum, sum hann segði øsa
fólk upp ímóti MVG-skipanin. Tað passar ikki, at tað
verður dýrari at liva í Føroyum aftaná nýggjár, segði
landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Tað eru handils-
menn, sum hava upplýst, at vørurnar verða dýrari, og í
vikuni fingu vit eisini úrslit av eini kanning, Føroya
Arbeiðarafelag hevur latið gjørt. Sambært hesi kanning
verða bara vørumar klæðir, skógvar og brennivín
bíligari, meðan matvgrurnar hækka nógv. Klæðir og
skógvar kunnu fólk so ikki eta.
IMF-MENNINIR KOMU til Føroya í seinastu viku.
Menninir komu eftir kravi frá donsku stjórnini í sam-
bandi við kreppuna í Sjóvinnubankanum. Ørindi teirra
vóru at kunna seg um føroysku vidurskiftini. Alment
hava menninir einki sagt, men bæði løgmaður og vara-
løgmaður vóru spentir og væntaðu sær nógv burturúr
vitjanini
BESTU TÍÐINDINI FINGU vit við russarasáttmála-
num. Kvoturnar í Barentshavinum verða væl hægri
næsta ár. Hetta kemur væl við hjá skipunum og mann-
ingum teirra, nú veiðimgguleikamir eru sonógv skerdir
alla aðrastaðni. Og tað kemur væl við hjå okkum øllum,
ið skulu liva av fiskinum, at hoyra okkurt gott. Onkrir
glottar eru.