Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ESF Bilførari fekk >nullstillaða< kvittan: - Tað er ikki so legið at Dúgvan gevur undirskot Ein bilførari, sum friggja- dagin 27. november í bili sínum var komin til Havnar við Dúgvuni, fekk eitt lítið sindur av einum skelki, tå hann aftaná hugdi at ferða- seðlinum, hann hevði fingið umborð — Tá eg var komin til hús og hugdi at ferðaseðlinum sá eg beinanvegin, at her ruggaði ikki alt rætt, sigur bilfgrarin, ið heist ikki vil standa fram við sínum fulla navnið. — Á ferðaseðlinum ella kvittanini stóð einki krónutal. Har stóð 000,00 krónur undir teiginum, ið eitur >pris<. Maðurin sigur, at hann av tí sama ikki longur heldur nakað vera at undrast á, um Dúgvan gevur undirskot. Ikki við í roknskapin — Tá ferðaseðlar soleiðis verða skrivaðir út, uttan at eitt einasta oyra er merkt á teimum, vil tað sjálvsagt siga, at hesin túrurin hjá mær av Toftum til Havnar við Dúgvuni als ikki kemur við í roknskapin. Við gør- um orðum er í hvussu er hendan eina ferðin hjá ein- um bili umborð als ikki tald við, sigur hann. — Og eg fekk altso ikki túrin fyri einki, men rindaði mínar 70 krónur, sum eg skuldi. Tað var ikki fyrr enn aftaná, ateg legði til merkis, hvussu ferðaseðilin sá út. Kvittan frá øårum skipi Onnur dómi hava eisini verið um, at fólk hava fingið »nullstillada« kvittan um- borð á Dúgvuni, og tað sama sigur onkur eisini skal vera komið fyri umborð á ødrum av strandfaraskip- unum. Ein annar ferðamaður við strandfaraskipi, Tíðinda- blaðið Sosialurin hevur tos- að við, sigur seg hava fingið ferðaseðil umborð á einum skipi, har navnið á einum ødrum av strandfaraskip- unum stóð á. Rutur samanblandaðar — Tað má so føra við sær, at øll tey, ið tann túrin vóru við hesum skipinum, eg var við, í veruleikanum hava givið eitt figgjarligt íkast til hitt skipið, ið tá kanska lá stilt við bryggju og als ikki sigldi, sigur ferðamaðurin. — Tå so verður atborið, kann einki skil vera á roknskap- inum, tá hann verður enda- liga settur upp. Góðar rutur Her er prógv fyri, at ikki allar ferðir við Dúgvuni nakrantíð koma við í roknskapin fyri Strandferðslan ger. Hendan ferða- Dúgvuna, sum seðilin fekk ein maður, ið fór við bili umborð á Dúgvuna fyri at koma av Toftum til Havnar. Fyri ferðina rind- aði hann ikki 000,00 krónur, sum ferðaseðilin sigur, men 70,00 krónur. vísa seg kanska at geva und- irskot, meðan fólkatómar rutur á pappírinum geva eitt yvirskot. Um hetta, ið her er greitt frå, er vanligur skikkur um- bord å strandfaraskipunum, skulu ikki verða tiknir dagar ímillum her, men í hvussu er eru tað bert tey allar- fægstu, ið yvirhøvur hyggja at ferðaseðlinum, eins lítið og tey taka hann við sær, tá tey fara í land. Maðurin, ið hevði siglt við Dúgvuni fríggjadagin 27. november, skuldi heilt tilvildarliga vísa kvittan fram, tí hann skuldi hava ferðaútreiðslurnar goldnar aftur, men tí fær hann neyv- an nógv burturúr, tá 000,00 krónur standa á ferðaseðl- inum, sum er hansara skjal- prógv... Frá Dartsamband Føroya 20.12.92 verður skipað fyri unglingadartkapping í Bygdahúsinum á Strond- um, kappingin er fyri ung- lingar upp til 18 ár, við- komandi má ikki vera fylt- ur 18 ár innan 08.02.93 Endamálið er at finna fram eitt »landslid« ið skal niður til Danmarkar at dystast ímóti fleiri lond- um í februar mánaða næsta ár. 10 teir bestu í kappingini á Strondum verða úttiknir í ein lands- liðshóp. 3 teir bestu fáa steyp til ognar, eisini verður steyp latið fyri fægst pílatal og hægst út- gang. Luttøkugjald á kr. dyrnar. Tilmelding Landsliðsvenjaranum Haldor Ellingsgaard Tlf. 44412. P.S.: Seinasta freist at 50,- verður at gjalda við melda til er 16.12.92. Nr. 235 — 9. DESEMBER 1992 Sida 5 Mannarættindadagur i morgin Bom 0g barnakor Í sambandi við mannarætt- indadagin 10. des. skipa Amnesty International og Føroya Læraraskúli fyri bamaløtu i Nordurlanda- húsinum kl. 16.00. Vit fara at syngja saman, barnakórhjáJógvan Telling syngur, og søgur verða lisn- ar. Eisini er framsýning um tey bamarættindi, sum ST hevur sett, sum flest øll lond skriva undir, og sum før- oyskir politikarar skulu taka stóðu til um stutta tíð. Kl. 17.00 verður filmurin hjå Ullu Boye Rasmussen um Mykines vistur. Atgongumerkini til film- in kosta 20),- kr. fyri børn og 40,- kr. fyri vaksin. Um kveldið kl. verður almennur fundur, har bamarættindini verða vidgjørd í føroyskum ljósi. 19.30 Halgir Winther Poulsen fer at gjøgnumganga barna- rættindini, sum ST hevur samtykt, og Arne Ludvig, skúlastjóri, Óli Beck, lækni, Pauli Nielsen, rektari, Hild- ur Petursson, barnagarðs- lærari, Jóngerð Poulsen, heilsusystir og Marita Pet- ersen, landsstýriskona, lýsa henda spurning úr ymiskum sjónarhornum Við hesum framløgum sum grundarlag verður sið- an orðaskifu um bør barnakor til aflyses herved. Vit hava maskur og filtur til øll endamål f f f f f f f f f f f f f f f f f / / f ý Aflysning af tvangsauktion | | | Tvangsauktion over del af ejendomm- Torsdag den 10. des. 1992 kl. 09.40 Færgernes Fogedret, den 07.12.92 Mette S. Nielsen dfm. Tað ræður um at velja røttu maskuna til ávíst arbeiði — og bert tann besta er nóg góð, tá um trygd ræður. Ringið eftir okkara fjølbroyttu RISO maskuskrá FOROYA TRYGDARÚTGERÐ 520 Leirvík - Tlf. 43246 - Fax 43346 en matr. nr. 35 q, Argir beliggende Aarrås 5, Argir, (AS 481/92) berammet AANNANNNNNNNK NNA se