Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SK); Nr. 235 - 9. DESEMBER 1992 Síða 7 12] Spyrjid Sosialin Maiken Mortensen sosialrådgevari Hans T. Henriksen løgfrøbingur Eyðun Joensen sålarfrøbingur Marner Simonsen lækni Skriva ella ring til Sosialin: Argjavegur 26, 160 Argjum. Telf. 11820, lokal 12 Lagt til rættis: Dagny Joensen. Telefontid er tysdag og hésdag kl. 15 - 16. Allir spurningar, sum verda svaradir, fåa eitt fråmerki. Serfroðingarnir fåa ikki at vita, hvør avsendarin er, og teir svara heldur ikki beinleiðis i telefonini. Spurningarnir verda lagdir til rættis å Sosialinum, sum sendir teir vidari til rætta serfrødingin. Sosialrådgevarin Fólka- pensiónin Sp. 1:Tá id ein lærari er 67 år og annars uppfyllir treytirnar, fær hann fulla lærarapensión. Hvussu nógv fær hann í fólkapensiíón, og hvussu nógv fær kona hansara, sum eisini er 67 ár? Sp. 2: Heldur hann áfram við, aftan á at hann hevur fylt 67, at gjalda til pensiónskassa og ar- beidsloysisstudul? Sp. 3: Hvat fåa hesi bædi ” av ti nýggju eykapensión- ini, sum fer í gongd í 1996 (samhaldsfasta hugsi eg hon eitur)? 1:Lærarapensiónin åvirkar pensiénina hjá tygum og konu tygara soleiðis, at pensiónsviðbótin, kr. 596,- til hvønn fellur burtur. Hin- vegin åvirkar tad ikki grund- arupphæddina, ið er kr. 3.066,- fyri hjún til hvønn. 2: Tygum kunnu ikki vera í arbeiðsloysisskipanini longur enn til tygum fylla 67, og skulu tygum sostatt ikki rinda til hennara. Ei heldur verður goldið til pensións- kassa eftir pensiónin kemur til útgjaldingar. 3: Útgjaldingarnar úr eftir- lønargrunninum byrja 01.01.97. Tað er enn ikki avgjørt, hvussu stórt út- gjaldið verður, men tað verður væntandi umleið kr. 800 um mør. fyri hvønn. Maiken Vandamiklar tablettir Herfyri stóð grein i Sosiali- num um, hvussu vanda- mikið tað er at eta vanligar pínutablettir, sum Kodymagny! og Panodil. Seinni havi eg frætt, at Panodil er skadiligt fyri liv- rina, og evnini í Kody- magny! er skaðiligt fyri magan. Kann læknin siga mær meira nágreiniliga, hvussu hetta skal skiljast, og um ein als íkki eigur at eta slíkar pínutablettir. Tablettnýtari Viðvíkjandi Kodymagnyl og Panodil, so er tað skadiligt at taka í stórum nøgdum, tí tað virkar eitrandi. Jehova Vitni 5 HE Sålarfrødingurin Herfyri hoyrdu og sóu vit í blødunum, at Klaksvíkar sjúkrahús tekur blóð frá fólki, sum skulu hava skurðviðgerð. Á henda hátt eru sjúklingar tryggj- aðir, at tað er egna blóð teirra, sum verður nýtt, um tað er neyðugt við blóð- flutningi undir skurðvið- gerðini. Mín spurningur er: Kunnu fólk, sum eru Je- hova Vitni á henda hátt fáa skurðviðgerð og taka móti blóði, tá tað er teirra egna blóð, sum verður nýtt? Forvitin Jú, hatta mátti verið ein upp- løgd og kærkomin loysn fyri 2 Jehova Vitni, og í tann mun hetta ber til, er tað ófatuligt, at slíkur møguleiki ikki er í- komin nógv fyrr. Standast eykaútreiðslur av blóðtapping, skráseting, 7 frysting og goymslu, hevdu # brúkararnir av skipanini iva- leyst viljað goldið fyri hesa eykatænastu, av tí at blóð- flutningsmálið hevur so stóran týdning fyri teir. Sjålvur eri eg ikki so kunn- ugur við gudfrødiligu orsøkir Jehova Vitni, til ikki at vilja taka móti fremmandari bl68- gåvu, men tað eg veit, er or- sekin, at tey halda sálina/ andan vera í blóðinum. So- statt er vandi fyri fremm- anda sálar/anda infiltrering gjøgnum blóðgávu. Hetta sjónarmið vísa Je- hova Vitni seg at halda so fast um, og tey vilja heldur vera fremmanda blóðgávu fyri uttan enn at tryggja lív (her á fold væl at merkja). Okkum eðrum kann slík stoðutakan kennast ófatulig og skelkandi og — fyri ikki um at tala — tá eitt nú Jehova foreldur gera av vegna sak- leys børn ella púra óneyð- ugt gera smábern foreldra- leys, við at nokta fyri blóð- flutningi, tá og um slíkur er neyðugur. Men, men frítt at trugva og gera samsvarandi er enn nakað, sum fólkaræðið treyðugt vil skerja. Ey Jo PS:Eri eg kanska av ókunn- leika á heilt skeivari leið við- víkjandi svarinum, kundi spurnarkassin loyvt onkrum vísari at svara umaftur. Savnsmynd Tað verður hervið gjørt. Hvat halda lesararnir um at nokta blóðgávu, hóast tað stendur um lív? Skrivið til okkara og merkið brævbjálvan: »Blébgåva«, ella ringid í tíðarskeiðnum, tá telefon- in er opin fyri brævkass- anum. Dagny Í smáum, passandi nøgd- um eru tablettirnar ógvuliga góður heilivágur móti pínu. Verða hesar tablettir nýttar skeivt er vandi fyri, at tú kanst fáa blødandi magasár ella katar. Heilt vanlig orsek hjá teimum, sum eta magnyl- tablettir er at tey kunnu fáa bloðandi magasár, sum hevur við sær blóðmangul og aðrar fylgjur. Ein háttur atsleppa undan hesum trupulleikum í maga- rovini er at nýta brúsutablet- tir upploystar í vatni, áðrenn tær verða tiknar inn. Panodil er evni sum tekur pínu og fepur eins og hinar, men um Panodil verður nytt leingi ella í stórum nøgdum ella ein er ovurviðkvæmur, er stórur vandi fyri livrini. Livursjúkan kann verða deyðilig. Marner Løgfrødingurin Kunnu teir krevja rest- skuldina? Fyri tveimum árum síðani keypti eg ein nýggjan, bí- ligan bil. Eg rindaði triding- in út, og restin skuldi gjaldast til eitt danskt fígg- ingarfelag, sum fíggjaði keypið. Mær vitandi veð- heldur bilseljarin fyri skuld- ini til danska fíggingar- felagið. Tíðirnar eru vorðnar eðr- vísi. Fyri trimummånadum síðani læt eg bilin inn aftur til bilasøluna og segði sum var, at eg megnaði ikki av- dråttirnar og at tey tiskil máttu taka bilin aftur. Tað gjørdu tey, men vildu hava meg at skriva undir uppá, at fingu tey íkki fult fyri hann, so hekk eg upp á tað, sum var ímillum. Eg noktaði at skriva undir. Nú havi eg fingið bræv frá bilasøluni. Í telefonini hava tey sagt mær, at sølan av brúkta bilinum gav ikki meira enn so, at 17.000 kr. skulu til fyri at øll skuld í bilinum er úti av verðini. Min spurningur er: skal eg gjalda tær 17.000 krånurnar? Sperdur Treytað av, at viðurskiftini koma undir kredittkeypilóg- ina, og at tygum ikki eru vinnurekandi, so skulu tyg- um ikki rinda tær 17.000 kr. Tygara keyp kemur undir nevndu lóg, um t.d. ognar- fyrivarni er tikið, um ein ávís minstaupphædd er goldin, og at keypið ikki er eitt so- kallað kontokeyp, og at í minsta lagi 30% er goldið í sambandi við keypið. Eftir ellum at døma er her talan um eitt kredittkeyp við ogn- arfyrivarni, og sostatt nýtast tygum ikki at rinda tær 17.000 kr. Seljarin kann í slíkum før- um bert krevja tygum eftir restskuldini, um tygum hava misrekt bilin, tvs., at tygum hava farið óvanliga illa við bilinum. Eisini kann seljarin krevja restskuldina, um tyg- um hava lagt forðingar í vegin, tá ið bilurin skuldi tak- ast innaftur, men við tað at tygum sjálvur hava avhend- að bilin, kann restskuldin ikki krevjast á tí grundarlagum. Trygvi