hósdagur 10. desember 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
£
=
F
4
ÉT
—
EU
Er
NL ESSEN
Tíðindablaðið CD - Nr. 236 — 10. DESEMBER 1992 Síða9
Elin Lindenskov, býráðlimur:
Ítrivið sum gjerdist
verulig avhjóðing
- Politikkur hevur fyri mær verið eitt áhugavert itriv,
síðani eg var blaðung. Nú fái eg møguleika at royna meg,
og tað er ein avbjóðing, sum eg í orðum ikki dugi at greiða
frá í løtuni, sigur Elin Lindenskov við Sosialin
Elin Lindenskov var
uppstillað á javnaðarlista-
num í Tórshavnar Komm-
unu. Hon fekk 167 at-
kvødur, sum gevur henni
sess í býráðnum.
Á seinasta vali var Elin
Lindenskov eisini við í
kappingini. Tá fekk hon
121 atkvødur, og slapp ikki
upp í part.
Nú er tað veruligt
Í dag er dagurin eftir dagin,
sum alt hevur snúð seg um í
seinastuni, og Elin Linden-
skov heldur, at tað er torført
at siga í orðum, hvat liggur
fremst í huganum at fremja,
nú hon fær møguleikan at
vera við til at taka avgerðir.
Elin Lindenskov er 30 ára
gomul, og eigur 13 ára
gamla dóttur. Hon er lærari
á Háskúlanum í Havn.
Hon er tó ikki heilt 6-
roynd í politikki, er nevnd-
arlimur í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag, og hevur
luttikið í orðaskiftinum,
m.a. um kvinnumál og nú í
seinastuni serliga um viður-
skiftini hjá teimum arbeiðs-
leysu í Tórshavnar Komm-
unu.
Elin Lindenskov: - Eg fari
í fyrsta umfari at royna at
fáa samband við veljarnar.
Eg havi ikki rikið fólk á val,
Elin Lindenskov tosar her
við útvarpsmannin, sum
sigur henni, at hon er vald
inn í býráðið. Spennandi,
men ørkymlandi var júst
tann løtan, sigur Elin
dagin eftir við Sosialin
og veit ikki, hvørji hesi
mongu eru, sum hava valt
meg.
- Tad er ein avbjóðing. Eg
kenni tað soleiðis, at her er
nógv at liva upp til, og at eg
nú fái møguleika at royna
meg í politikum arbeiði, ið
samstundis er mín stóri á-
hugi.
Skelvt at sita
i tveimum sessum
Elin Lindenskobv helur, at
tað er av stórum týdningi at
varðveita sambandið við
Javnaðarflokkin, men sam-
stundis hevur hon gjørt av at
fara úr nevndini.
- Eg haldi ikki, at tað er
rætt at sita í tveimum
sessum. Nú skulu onnur
sleppa framat at royna seg
har.
- Eg havi í seinastuni
skrivað nógv um tey ar-
beiðsleysu í Havn, og hvat
skal gerast frameftir. Hetta
hevur verið nógv umrøtt,
meðan t.d. tað kvinnupoli-
tiska, sum eg eisini havi
áhugað fyri, hevur verið sett
til viks, í valstríðnum.
- Eg haldi ikki, at
kvinnupolitikkur burturav
hoyrir heima í býráðs-
arbeiðinum, men heldur tað
at fýra kvinnur koma í bý-
ráðið, og athesar við arbeiði
í nevndum, kunnu broyta
áskoðanina tann rætta veg-
in, hvør sær.
Kvinnupolitisk
ávirkan
Vit fingu fýra kvinnur inn
hesaferð, og um gongdin
frameftir verður sum higar-
til, skulu trý val til, áðrenn
tað stendur á jóvnum mill-
um kynini.
Tað er áhugavert.
Ætlar tú tær at arbeiða
fyri at javnstóðulógin verð-
ur sett í gildi?
- Tað er ikki eitt mål, sum
beinleiðis skal arbeiðast
fyri í býráðnum, men heldur
tað, at vit í felag kunnu gera
vart við okkum umvegis, í
nevndum og aðrastaðni, til
gagns fyri júst hetta málið.
Politiskt skal hetta gerast
innan flokkin, og tað fari eg
eisini at gera framyvir.
Hvussu var tað at vera
Elin Lindenskov: - Eg vil
fegin hava samband við
tey fólk sum góvu mær
sína atkvóðu. Tað fari eg
at royna
við í valstríðnum?
- Tað var sera spennandi,
men eisini sera strævið. Eg
helt meg hava ein kjans
millum fýra tey fyrst valdu.
- Tá tað var sagt í byrja-
nini valkvoldið, at bert ein
limur fyri Javnaðarflokkin
slapp inn, var hýrurin ikki
góður.
- Eg ivist onga løtu í, at
førdi politikkurin i Lands-
styrinum hevur sina åvirkan
å, at vit ikki fingu fleiri limir
inn i byrådid, serliga førdi
politikkurin um Lands-
sjúkrahúsið, hevur rakt
meint.
Tú slapp inn um býráðs-
gáttina, hvat nú?
- Vit mugu fyrst og fremst
royna at skapa arbeiðspláss.
Hóast vit mugu góðtaka
eitt ávíst arbeiðsloysi, so er
nógv, sum skal gerast, til
tess at bóta um støðuna hjá
teimum, sum ikki fáa ar-
beiðið aftur í løtuni.
Øl mugu samarbeiða
Her verður neyðugt við
samarbeiði millum býráðið,
umstingina og borgararnar
ødrumegin, og arbeidsfelø-
ini og arbeidsgevarafeløg-
ini hinumegin.
- Tað, sum er umráðandi í
hesum døgum, er, ikki at
falla i fått um støduna i løtu-
ni, men at hyggja frameftir.
Vit mugu ikki koma i
somu stødu sum i Danmark,
har kanning hevur vist, at
tey ungu, sum fara úr fólka-
skúlanum gerast langtíðar-
arbeiðsleys, og kanska
ongantíð sleppa í vinnu.
Elin Lindenskov hevur
luttikid á nógvum skeiðum í
Norðurlondum innan javn-
adarrørsluna og í kvinnu-
politiskum arbeiði.
- Hóast eg ikki veit so
nógv um, hvussu tað gong-
ur fyri seg í býráðssalinum,
so havi eg sitið í nevnd Ld.
fyri vardu íbúðirnar. Ikki
alt sum hevur við býráðs-
politik gongur fyri seg í bý-
ráðssalinum. So mikið havi
eg lært, sigur Elin Linden-
skov.
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
T- Og
sjálvandi |
gista vit á
BLÁDÝPI !
|ÆE
Bed & Breakfast in Blue
Dr. Jakobsensgøta 14-16
1 Fax: 19451