Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— JAVNADUR-—BRØDRALAG Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov - Jan Miller Blaðfóis- Randi Jacobsen - Dagny Jeensen - Torfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Utgevar: P/1 Soslalurin Uppseting: PÆ Soslalurin Prent: PT Pressan 1981 Jústinus Eldesgaard Sistadur: Argjavegi 26 | Posiad:: Postsmoga75 110 Tórshavn Argjum Tølsfon: 11829 — Kreppan og børnini Í gjár var altjóða mannarættindadagur. Eins og vanligur siður er so brendu eis- ini føroyingar henda dag livandi ljós í vindeygunum fyri at vísa samkenslu við samvitskufangum og øðrum, ið hava verið fyri mannarættindabrotum runt um í heiminum. Í gjár var eisini stórt tiltak í Norðurlandahúsinum við tón- leiki, framsýning um barnarættindi og pallborðsfundi, har barnarættindini vórðu vidgjørd i føroyskum ljósi. Nú eru vit partur av tí sokallaða upplýsta og rættiliga ríka vesturheiminum. Tað fær ein at hugsa, at her hjá okkum er neyvan nógv at finnast at, tá talan er um rættindini hjá børnunum. Heldur leita tankar okkara til onnur lond langt burturi, har brot á mannarættindini eru hvønndagskostur. Sjálvandi eiga vit at vísa samkenslu við teimum og tað er neyvan heldur nakar ivi um, at føroy- ingar hava altíð víst hjálpararbeiði í til- afturkomnum londum stóran ans. MEN ein tílíkur dagur eigur sjálvandi eisini at fáa okkum til at taka í egnan barm og spyrja, hvussu stætt er við rættindunum og korunum hjá børnunum i Føroyum. Hóast partur av norður- lendsku vælferdarsamfeløgunum, so eru vit í dag úti í eini álvarsligari kreppu, sum hevur við sær, at livifóturin má skerjast. Vitandi at tað í slíkum førum altíð vil vera ein spurningur um val - um prioritering - hvar tú skal skerja mest og hvar minst - so eigur ikki bert dagurin í gjár men hvor dagur at fáa okkum til at prioritera rætt, so børnini verða sum minst rakt av kreppuni. HETTA kann ljóða lættari sagt enn gjørt. Men tað er sum sagt í verulcik- anum ein spurningur um eina priori- tering, sum vit øll - saman við okkara politikarum skulu gera. Vit mugu ansa eftir, at ikki tilvildarligar og illa um- hugsaðar sparingar koma at raka børn- ini. Tí tað fer so sanniliga at koma okk- um aftur um brekku. Tað er ti sera um- ráðandi, at vit ikki bert tendra ljós men veruliga seta ljóskastaran á framtíðar umstødurnar hjá okkara børnum. Hesi eru ikki før fyri at tosa sína egnu sek. Onkur má tí vera at tala teirra sek og tað vilja heilt nátúrliga fyrst og fremst vera foreldur og avvarðandi. Men ikki minst politikarnir eiga at geva hesum gætur. NÚ vil onkur siga, at her kann neyvan verða nakað av fýlast á, tí føroysk børn hava tað gott Men hvussu við fram- tíðini! Hetta er ein áhugaverdur spurn- ingur og vónandi kom væl burtur úr fundinum í gjårkvøldid. Tað er nevni- liga sera umráðandi at taka slíkan spurning fram júst nú, tá samfelagið alt verður endavent við ú fyri eygað at vita, hvar sparast kann. VIT eiga at vera sera varin ikki at spara og skerja, har hetta ger umstødurnar hjá okkara børnum verri. Í hesum sambandi er helst møguligt at vísa á fleiri itøkilig mál, har sparingar og skerjingar raka børnini. Nú um dagarnar fingu vit at vita, at landsstýrið fyribils hevur útsett stødutakan til at seta ein avloysara fyri einasta barnalæknan. Hetta hendir um somu tíð, sum sama landsstýrið ger av at seta ein yvirlækna í ortopedi við eitt av sjúkrahúsunum. Spurningin um av- loysara til barnalæknan kann ikki stóða takast til fyrr enn ein arbeiðsbólkur við serkónum úr Danmark í komandi ári hevur vidgjørt allan bygnaðin i før- oyska sjúkrahúsverkinum. HETTA må sigast at vera ein løgin mannagongd. Hvi skal tað ikki bera til at seta ein avloyara fyri einasta barna- læknan, tá hesin jú longu stendur á fíggjarlógini! Og hví skal hesin sum tann einasti skerjást burtur, longu áðr- enn allur spurningurin um sjúkrahús- sparingarnar er vidgjørdur!!! Er ikki her talan um at ofra børnini og er ein slíkur spurningur tá ikki sera viðkomandi á einum degi, har korini hjá føroyskum børnum verða vidgjørd! Vit vita øll, at landsstýrið hevur onga lætta uppgávu, nú alt samfelagið má spara. Og vit skilja eisini, at øll øki í samfelagnum mugu taka sín part av hesi sparing. Men her er lyklaorðið aftur prioritering. Og her meta vit saman við teimum, sum hava mótmælt, at eingin avloysari er settur fyri barnalæknan, at tað hevur prioriterað skeivt, við tí úrsliti, at tað møguliga eingin serlækni i barnasjúkum er í landinum komandi ár. Hvgrja fakliga ráðgeving byggir landsstýrið stødutakan sína ul ikki at seta avloyara fyri barnalæknan å - og hvi skal henda sergreinin sum tann ein- asta viðgerast separat, tá ætlanin jú er, at allar sergreinarnar skulu undir luppin undir einum! NÚ hevur landsstýrið boðað frá, at um- røddi arbeiðsbólkur skal kanna, hvussu uppgávubýtið skal vera millum tey try Besti brennarin til okkara viðkvæma umhvørvi, sjúkrahúsini, hvgrjar sergreinir skulu vera á teimum einstøku sjúkrahúsunum, hvgrjar skulu niðurleggjast og hvgrjar "flytast" til Danmarkar. Nú er ringt at vita, hvat hesi serkønu koma til, men tá talan er um umrødda serlækna í barna- sjúkum, so vita vit, at hann hevdi staðið ovast á ynskilistanum hjá sjúkra- húsverkinum í mong ár, áðrenn hann loksins varð settur. Vit dugatí illa at ímynda okkum, at hesir serkønu fara at strika einasta barnalæknan og harvi ð sleppa børnunum uppá fjall. TÁ landsstýrið nú so fegið vil hava ser- kønar í útlandinum at siga, um vit skulu hava eina barnalækna ella ikki, tá er tað rimuligt og nátúrligt - vegna hesi børn, sum jú ikki sjálv kunnu tala sína søk - at onkur setti fram spurningin teirra vegna: tå tit biðja aðrar taka stóðu til ein so týðandi spurning sum okkara barnalækna, hví skulu hesir serkgnu tá ikki eisini taka stóðu til, um tað er tvingandi neyðug at varðveita tey trý sjúkrahúsini á verandi stødi! Hóast tað er ein politisk avgerð i Føroyum, at vit skulu hava trý verulig sjúkrahús, so átti bólkuriin av serkønum, sum skal kanna sjúkrahúsverkið at fingið litið upp í hendi ikki eina hálva men eina heila uppgávu, nevniliga at tíkið alt sjúkrahúsverkið sum so upp til umrødu. Tað hevði rættvistgjørt kravið um eisini at kanna, um vit skulu hava ein barnalækna í Føroyum í framtíðini ella ikki. -og samstundis oljusparandi Statoil B-9 er okkara nýggjasti og mest nútímans oljubrennari. Og nútímans verður hann tey næstu mongu árini framyvir. Otruliga umhvørvisvinarligur. So umhvørvisvinarligar, at teir kræsnu tyskararnir hava givið honum fremstu umhvervisviður- kenningina: «Blaue Engel«. i Danmørk allar hitaeindir. Royndur við framúr úrslitum á Teknologisk Institut Tú veist at hann er har, men tú hoyrir hann nærum ikki. So ljóðveikur er hann! Oljusparandi og so mikið lítil, at hann kann ísetast Statoil B-9 er besta valið, tu kanst gera, um tú skalt hava nýggjan oljubrennara, -og restin av skipanini annars virkar sum hon skal. Vit hava orku til alt "TI