Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EL EG Tíðindablaðið EI Nr. 237 — 11. DESEMBER 1992 Síða7 londum og tað er serliga høga lønarlagid í Føroy- um, sum ger okkum veik- ar, sigur Brandur --Í løtuni skera vit mak- relin í blokk, men vit ætla eisini at gera royndir við at pakka fløkini einsæris, sigur Brandur. Bar ikki til at halda fram Tá leiðslan á Harfrost avgjørdi at gevast við at keypa vanligan feskan fisk, so hvødu teir hugsa um makrelin. --Tað krevst ikki tann stóra heilaorkan til at síggja orsøkina til krepp- una á flakavirkjunum í dag. Tað er ov litil råvøra, orkan á landi er alt ov stór og tí gerst fiskurin Ov dýrur at keypa. Okkara virkið átti einki skip og tí var ringt at fáa hendur á fiski, sigur Brandur Jacobsen. —Ti løgðu vit ætlanir um at fara at royna nakað nytt fyri at ikki alt skuldi steðga upp. --Eg haldi, at vit skuldu havt góðar møguleikar við makrelinum. Vit liggja væl fyri, men í fyrstu atløgu verður tað prisurin sum Havsbrún kann geva fyri makrel til ídnað, sum verður avgerandi. hetta kemst av, at vit kunnu bert keypa ein lítlan part av tí sum makrelbátarnir koma við, í hvussu er í fyrstuni, sigur hann. Klaksvíkingar vóru eis- ini týsdagin á Harforst og hugdu at meðan makrel- urin varð skorin. teir hava ætlanir um at fara undir tað sama. Góð urtøka Makrelur er ein fiskur, sum er góður at arbeiða. Teir ronka við at fáa 50 prosent í urtøku, tá tå hann verður skorin til flak. Hetta er eitt nú frægari enn tá toskur verður skor- in. Men hann er betri at skera, tá hann ikki er so feitur. Meginparturin av mak- relinum verður royktur og hampuligur prísur kann fáast í Bretlandi og í Týsklandi --Sum sagt, so er hetta ein roynd, kemur gomhgd á, so fara vit helst at arbeiða í tveimum hold- um. Í løtuni arbeiða 16 fólk á virkinum, men við tveimum hildum koma vit uppá 40 fólk. --Regluligt arbeiði á virkinum er tengt at reglu- ligum landingum. Vit kunnu neyvan keypa meir enn til tvær dagsfram- leidslur isenn. Nú Krinborg kom inn månadagin keyptu vit 15 tons, sigur Brandur Jacob- sen. Stór ætlan Fuglfirðingar satsa nógv uppá makrelin. Nýtt virkið er gjørt á vestara enda á Havsbrún. Her eru stórir frystitunnlar og ætlanin er eisini at skera nakað til flak á nýggja virkinum. Á nýggja virkinum verður tann stóri makrel- urin heilfrystur. hesin verður seldur til Japan. Beint uttanfyri Havsbrún er kommunan farin undir at spreingja inní klettin. Her skal spreingjast eitt stórt hol. Síðan skal hurð setast fyri og síðan verður kuldi settur á. Ein stór fyrstigoymsla er fyrsta treytin fyri makrel vinnuni í Fuglafirði. Stigtakararnir eru ikki í iva um at ein makrelvinna má fáast at bera til í Føroyum. "Vit liggja mitt í økinum, har makrelurin ferðast," siga teir. Og fuglfjarðakvinnur- nar eru ikki tornamar Aðrir sýna áhuga Tíðindini um makrelæt- laninar í Fuglafirði ganga sum rótasúpan kring landið á teimum råvøruhungrandi flaka- virkjunum. Sum vit nevna í greinini, so vóru klaks- víkingar og hugdu at hvussu Georg úr Skot- landi lærdi fuglfirð- ingar at skera makrel. Og ætlanin er at kvinnur úr Klaksvík skulu til Fuglafjarðar at læra seg at skera. Tá danir, norðmenn skotar og írar fáa mak- relvinnuna at bera til, hví skulu so ikki før- Oyingar, siga stigtakar- arnir. Georg lærir kvinnurnar at skera makrel til flak Sundstein nýggjárs- toskur 92 í Ekstra Blaðnum Ekstra Blaðið hevur stillað Jógvan Sundstein upp sum valevni til kappingina um nýggjárstoskin 92. Hetta er fyrstu ferð ein føroyingur er vorðin uppstillaður til hend- an heldur ivasama heiður Týsdagin hevði Ekstra Blaðið fyri fyrstu ferð ein føroying uppstillaðan sum valevni til ivasama heiðurin sum >nytárs- torsk 92<. Lesarar blaðs- ins avgera í sísta enda, hver verður valdur. Tað, sum serliga hevur fingið Ekstra Blaðið at geva Jógvan Sundstein høvi at kappast vid Uffe Ellemann-Jensen, Klaus Riskær Petersen, Laust Jensen og ødrum kendum dønum, id bladid heldur hava gjørt okkurt byu i tí brátt farna árinum, er eftir blaðsins tykki fyrst og fremst tað, at Sundstein er at finna á gllum hugsandi stóðum i føroyska sam- felagnum — grannskodari, fyrrverandi = løgmaður, varaløgmaður, fíggjar- målarådharri og komm- unalmálaráðharri. Eisini sølan av skrivstovubygn- inginum til SEV er vid i metingini. hj. Triggir nyggir inn i Hvalba Bert 22 atkvødur vóru á muni á Hvalbiar-listanum og Sand- víkarlistanum hesaferð Av teimum, ið framman- undan sótu í bygdaráðnum í Hvalba, vórðu Arnold West ogJens Norðberg afturvald- ir. Teir vóru báðir á Hvalb- iar-listanum, har eisini Levi Niclasen varð valdur. Fyrstvaldur varð tó ein sandvíkingur, nevniliga Esmar Pauli Berg, ið kom inn við 84 atkvødum. Sam- an við honum kom eisini Bjarki Berg inn á Sandvík- ar-listanum. Hesaferð var tætt millum listarnar báðar — bert 22 at- kvødur gjørdu munin. Hvalbiar-listin fekk 249 og sandvikar-listin 227 at- kvødur. hj.