fríggjadagur 11. desember 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 237 — 11. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið { sesiakurin |
FrociadagR KL 3035:
Pør i hjørtum
Jonathan og Jennifer hava verið og ferðast í
Mexico og hava havt hundin Freeway við
sær. Á veg heim við skipinum verður Free-
way settur í eitt serligt hundabúr, og tað
verður hundurin hjá Suzy Jensen, Mo-Mo,
eisini. Einasti munur er at búrið hjá Mo-Mo
hevur dupultan botn, og har liggur kokain.
Á ferðini verða búrini umbýtt, og tá ið
Jonathan og Jennifer skulu gjøgnum tollin,
verður Freeway borin út í narkotikabúr-
inum. Tey koma heim og vita ikki, hvat tey
hava við sær. Men narkotikasmuglararnir
uppdaga skjótt, hvat hent er og skunda sær
at leita eftir tí, teir eiga.
Fríggjadagin kl. 18.35:
Lívið um tey 30
Hope og Michael fyrireika ársins nýggjárs-
veitslu. Ellyn er vónsvikin um, at hon ikki
bjóðaði Billy Sidel. Nancy, sum kennir seg
ússaliga eftir eina viðgerð, hevur gjørt av at
verða verandi heima. Susannah ringir úr
New York og sigur, at hon er innikavað.
Mamma Hope ringir og sigur, at ein fyrr-
verandi drongur hennara er deyður av
ferðsluvanlukku. Hope roynir at fjala yvir
kenslur sínar, og Michael roynir at ugga
hana.
Leygardagin kl. 19.00:
Spenser
Tá ið Spenser skal fara eftir vinkonuni
Susan í skúlanum, har hon arbeiðir, frættir
hann, at ein ung genta, sum gekk í skúla har,
er funnin deyð eftir at hava tikið ov nógv
heroin. Ein líknandi hending fór fram tveir
mánaðar frammanundan, og leiðslan á
skúlanum er skelkað. Tey hýra Spenser at
gera kanningar, og hann byrjar beinanvegin
at arbeiða í skúlanum sum >lærari<. Skjótt
uppdagar hann, at hin unga Amanda
Layton eisini brúkar heroin og umframt
tað, er hon uppi í ymiskum øðrum...
Leygardagin kl. 22.50:
Rehearsal for Murder
Amerikanskur sjónvarpsfilmur frá 1983 við
Robert Preston, Lynn Redgrave og Patrick
MacNee í høvudsleiklutunum. Broadway-
høvundurin, Alex Dennison, bjóðar
sjónleikarum og ødrum at síggja seinasta
verk hansara. Men veruliga orsøk-in til
samkomunaer, at hann ætlar atroyna at taka
mannin, sum hevur dripið gentu hansara.
Løgreglan er komin til tað úrslit, at Monica
Wells er deyð, tí hon er lopin út gjøgnum
eitt vindeyga í íbúð síni í Manhattan. men
Alex trýr hesum íkki...
Moonraker
Amerikanskur filmur frá 1979. Milliarder-
urin Hugo Drax hevur brúkt vald sítt at
byggja eina stóra rúmdarstóð. Men Drax
hevur ongar ætlanir um at brúka satelittin til
gransking. Í staðin ætlar hann at brúka hann
at halda alla verðina til gíslar. Men super-
njósnarin James Bond fer at steðga hon-
um...
nn in kl. 21.25:
In the Heat of the Night
Meðan rættarsakin hjá Vic Glendon endi-
liga tykist at vera liðug, og hann er vísur í at
verða dømdur til deyða, ætlar Gene, sonur
hansara, at fara úr Sparta. Harriet de Long,
mamma Gene, ger eisini av at fara úr bý-
num...
Schalphunters
Amerikanskur western frá 1968. Joe Bass
verður í ødini, tá ið nakrir kiowaindianarar
noyða hann at geva teimum øllum skinnini í
býti fyri vælin Joseph, sum er flýggjaður
sunnanífrá, og er tikin til fanga av kiowa-
indianarunum. Men Joseph er heldur einki
fegin um at k oma at hoyra til hjá Joe Bass.
Men teir eru ikki meira enn komnir burtur-
frá, tá verða kiowaindianararnir álopnir og
dripnir av Jim Howie og hansara monnum.
Jim er tjóvur, drápsmaður og rasistur. Hann
livir av at drepa indianarar og selja skalpar-
nar. Nú eru Bass og Joseph komnir úr øsk-
uni í eldin...
Leikarar: Burt Lancaster, Telly Salvalas,
Shelly Winthers 0.0.
Married with Children
Eftir at bilurin er í ólagi aftur, ger Al av at
brúka teir 5.000 dollararnar, hann hevur
spart upp, at keypa ein nýggjan fyri. Men
Peggy ætlar okkurt annað...
Mánadagin kl. 21.00:
The Golden Girls
Blanche hevur funnid sær ein drong aftur —
Richard. Hann er fittur og hevur gott ar-
beidi. Einasti trupulleikin er, at hann eigur
små børn, og Blanche ivast i, um hon timir
at verða mamma aftur.
Týsdagin kl. 18.35:
Heartbreak Hotel
Amerikanskur filmur frá 1988. Austin,
Texas 1972. Móður av keðiliga gerand-
isdegnum, fær rock'n roll-artisturin Johnny
Wolfe hugskotið at finna einasta mannin,
sum kann fáa mammu sína úr síni egnu verð
og samstundis fáa býin at livna upp aftur —
nevniliga kongin sjálvan — Elvis Presley.
Hann leggur eina ætlan og tað eydnast hon-
um at ræna hann. Familjan hjá Johnny
broytist og fær nýggjar vónir teir dagarnar,
Elvis býr hjá teimum. Men onnur fáa eisini
gleði av hesum...
Tysdagin kl. 22.05:
McCall
McCall og Kosmayer bjarga Samanthu
Cheseborough frå at drukna. Tveir menn
høvdu rænt hana, men hon veit ikki hvi.
Dagin eftir verður vinkona hennara,
Wendy, myrd — og McCall heldur at tað var
henni, drápsmenninir vóru eftir alla tíðina.
Wendy arbeiddi í Wall Street og arbeiddi
við onkrum ólógligum, men hvønn hevði
hon samstarv við?
ik i
Head of the Class
Ein av starvsfeløgunum hjå Charlie, harra
Dorfmann, hevur trupulleikar at halda skil á
næmingunum. Hetta er eisini galdandi, tá ið
hann hevur flokkin hjá Charlie. Eftir at Eric
hevur argað harra Dorfmann so illa, at hann
er um at fara í luftina, ger Charlie av, at nú
skal hann læra hesar næmingarnar — og
Dorfmann.
Hósdagin kl. 17.00:
Growing Pains
Mike roynir at fáa foreldrini at geva sær
pengar til karatu-tímar, so hann kann gera
seg upp fyri einari gentu. Ben roynir alt fyri
at sleppa í eina rekord-bók, og Maggie og
Jason taka eina roynd.
21 Jump Street
Meðan Hanson arbeiðir á náttklubbanum,
møtir hann einari gentu, hann kendi fyrr, og
kenslurnar eru tær somu. Men hann kannar
samstundis eitt narkotikamál.
Scott McCall fer at vitja pápa sín. Men í-
búðin er endavend og skothol eru í veggin-
um. Men pápa sín sær hann ongastaðni.
Hann setir seg í samband við Control, sum
biður hann skunda sær av landinum, til teir
vita, hvat er hent. Men tað vil hann ikki.
Hann ringir ístaðin til Kostmayer, og sam-
an við nøkrum fyrrverandi starvsfeløg-um
ger hann sínar egnu kanningar.
14.-19. desember
Maja Schreter í Hvalba lesur
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 14. desember
nr. 109 Lov tær, Jesus, vár songur
ber
Luk. 1,78-79
Tysdagur 15. desember
nr. 267 Eg veit, hvar góð er grundin
Fil. 1,6
nr. 34 Hver eitt ljós á lívsins nátt
Mikudagur 16. desember
nr. 85 Ver glad nú, brúður Krists
Sálm. 72,4
nr. 125 Eg standi tíni krubbu hjá
Hósdagur 17. desember
nr. 131 Eg rósu upp sá næla
Sálm. 62,6
nr. 121 Signað skín rættlætis sól
Fríggjadagur 18. desember
nr. 106 Her koma, Jesus, tíni smá
Leygardagur 19. desember
nr. 97 Nú ringja klokkur jólafest
Jóhs. 1,19-20