fríggjadagur 11. desember 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síva 14
Gult og blátt
í Gallerie List
Nr. 237 — 11. DESEMBER 1992
Silkimálningar, vatnlitsmyndir, tekningar og áseymað
listaverk av teimum bestu, eru at síggja í løtuni á
Kongabrúnni. Sosialurin hevur tosað við fram-
sýnararnar
Listakvinnurnar Astrid
Andreasen og Jérun Poul-
sen hava nógv felags innan
listarliga arbeiðið, umframt
at tær eru vinkonur, sum
høvdu framsýning saman,
fyri meir enn 10 árum síðan.
Teimum dámar somu listar-
hættir, men felags er eisini
at tær royna at ganga
nýggjar leiðir í fråsøgu-
háttinum. Tað hevur eydn-
ast teimum sera væl.
Listafólk broytast
- Høvdu vit havt verkini við,
sum vit sýndu fram á fyrsta
sinni, so hevði tú ikki kent
okkum aftur, eru tær báðar
Jórun og Ástrid samdar um.
Á framsýningini eru 33
verk, sum lívga um í stillis-
liga umhvørvinum í Galle-
rie List.
Litirnir eru nógvir og
motivini nærverandi, men
eisini sveimandi. - Astrid
Andreasen vid sinum små-
verum og løgnu skabning-
um, sum liva í sjónum , og
Jérun Poulsen vid silki-
målingsmyndum i pastel-
litum. i byrjanini heldur tå
at hon bert hevur nytt gular
litir, men sum frålidur, eru
hesir samantengdir vid gør-
um sterkari litum, ið sam-
ansjóða myndirnar til eina
heild.
Hesin teknikkur er nýggj-
ur hjá Jóruni Poulsen.
- Eg havi í so nógv ár gjørt
áseymaðar myndir. Um-
framt tað, so undirvísi eg í
áseyming, og tað ger sítt til,
at eg nú royni at ganga
nýggjar leiðir. Hettakrevur,
at tú arbeiðir kvikliga og er
umvent áseymingini, sum
er ógvuliga drúgt arbeiði.
Litir og kompositiónir
- Eg havi eisini tvey smá-
børn. Tað er krevjandi sum
vituligt er, og tí fellur hesin
háttur mær lættari - eisini tí
hann er sera spennandi at
arbeiða við.
- Eg havi ikki givið mynd-
um navn, tí tær eru bert
stemningar, litir og kom-
positiónir, og tað skal koma
áskoðaranum til góðar.
Hann skal sjálvur gera av
hvat hann finnur í teimum
Astrid Andreasen hevur
eisini broytt listakós seina-
stu árini, frá vevmyndum
og áseymaðum myndum og
landslagsmyndum
Hon er í dag kend fyri sin-
ar ómetaligu litfagru å-
seymadu myndir, tekningar
og vatnslitsmyndir av små-
verum og djúphavsfiskum
0.Ø., Sum svimur í sjónum.
- Hetta hevur altíð havt
mín áhuga. Tá Biofar sókn-
aðist eftir fólki var við-
merkt, at fólk sum dugdu at
brodera, høvdu fyrimun.
- Ti søkti eg hetta ar-
beiðið, sum eg havi í dag.
Tað hevur givið mær innlit í
Tíðindablaðið (NH
ein ómetaliga áhugaverdan
heim, ið eg ikki annars hev-
di havt møguleika at tilogna
mær.
Hugtakandi smáverur
Á framsýningini eru tekn-
ingar av smáverum og
fiskum, sum Astrid hevur
teknad til eina árbók hjá
Norðurlandahúsinum.
Hóast nógv fólk hava
spurt seg fyri, sum vilja
keypa hesar, sigur Astrid
Andreasen, at hetta er ogn,
sum hon ikki vil lata frá sær.
- Tað er hugaligt, um fólk
vilja keypa listaverk míni,
men taðerikki alt, sum er til
sølu.
Á framsýningini eru litir-
nir blátt (Astrid) og Gult
Jórun) mest nýttir. Hava
tit báðar arbeitt vid ti í
hyggju, at gera hesa fram-
sýningina saman?
- Nei, tað hava vit ikki. Vit
kennast so væl at okkum als
ikki nýtist at hugsa um slíkt
Atsrid Andreassen: - Blátt
og gult? - Tað er svenska
flaggið, hví ikki, sigur hon
skemtandi og Jórun sam-
tykkir.
Framsýningin í Gallerie
Lister ul23. desember og er
opin vanligar dagar frá kl.
13 - 17, og leygardagar frá
kl. 10 - 13.
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
Dagrøktarleidari
Vegna farloyvi verður sekt eftir leiðara
til dagrøktarskipanina í Kvívík frá 1/1-
1993. Ahugað kunnu venda sær til
kommunuskrivstovuna at fáa meira at
vita.
Skrivlig umsókn skal vera kommununi í
hendi í seinasta lagi 18.12.1992.
Kvívíkar Kommuna
JÓLABORÐHALDIÐ
haldið.
rúsdrekka.
til hús
Øll eiga rættin til at vera við til ólaborð-
Gloymið tí ikki, at:
— Summi eru fráhaldsfólk
— onnur tola — ella leggja ikki í
— Summi ætla sær at koyra sjálvi heim
— onnur hava ikki aldur til rúsdrekka.
Tit, ið skipa fyri — gloymið ikki tær rús-
fríu vørurnar. Hava tit vælkomstdrykk,
havid eisini ein rusfrian til min.
Fråhaldsrørslan