Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1992síða 27

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T íðindablaðið gøtu mint E. A. Jacobsen »Ti at vit hava eisini fingið gledibodini boðað líka so væl sum hinir; men orðið, sum teir hoyrdu, gagnaði teimum einki, tí at tað ikki rann saman við trúnni hjá teimum, sum hoyrdu tað<. Hebr.4,2. Eisini vit á Føroyalandi hava fingið gleði- bodini boðað eins væl og hinir. Men eins og tað gekst teimum, hevur tað eisini gingist okkum: Nøkur trúðu til sáluhjálpar, meðan --onnur bórust undan til glatanar. Tí at í veru- leikanum eru tað bert hesir báðir lutir, ið skilja menniskjur sundur, sum hava hoyrt gleðiboðskapin boðaðan: Tað er trúgvin og vantrúgvin. = Komatúogegikkiheim til Guds ein dag, tå ið hetta lívið er at enda komið, so er tað eina fyri vantrúarsakir, at so verður. So hava vit, vitandi ella óvitandi bygt lív okkara á aðra grund, enn hana, sum Gud hevur lagt, og tað er offurdeyða Jesu Krists. »So mongum, sum tóku ímóti honum, teim- um gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara«. Og nú er hetta ikki soleiðis at skilja, at tað er eitt - menniskjansligt avreksverk, at taka ímóti Jesusi sum sínum persónliga frelsara. Nei, tað er einfalt at lata Gud fáa rætt — ti at hann hevur allan rættin — og lata hann sleppa at sannføra okkum um neydarstødu okkara. Tá man hjarta okkara eisini fara at opna seg fyri trúarorðinum, tað er orðinum um Jesu kross- deyða fyri syndir okkara. Og tá fer orðið, sum vit hoyrdu, at renna saman við trúgv í hjartanum, og skapar sjálvt eina tøkk til Guds fyri frelsuna. Hetta er at taka ímóti Jesusi og trúgva á navn hansara. Frá teirri stund er ein menniskja stigin yvirum frá deyðanum til lívið! Ja, hon er lopin yvirum dómadag! Tí at dómin tók Jesus á seg, tá ið hann doyði fyri syndir okkara. Skiljid hetta, hver ið skilja vil! Mannavitið skilir tað ikki. Men trúgvin skilir tað — og takkar. Gott nýggjár! Læknavaktirnar Tórshavn: Kristianna 23006, sunnudagin 3. Nordendal, tlf. 12979, januar. nýggjársaftan. Annika Olsen, tf. 17700, nýggjársdag. Sølvi W. Olsen, tlf. 16611, leyg- ardagin 2. jan. Alvur av Kåk, tlf. 12557, sunnu- dagin 3. jan. Eysturoy: Georg Eg- holm, tlf. 48016, nyggjarsaftan og nyggjårsdag. Andreas Petersen, tlf. 41086, leygardagin 2. jan. Magnuså Stongum, tlf. Norðuroyggjar: Karin Haar, tlf. 55045, hevur vakt frå nyggj- årsaftan til og vid sunnudagin 3. jan. Vågar: Tlf. 32413. Suduroy (nordur): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030. Nyggjårsaftan Sørvågur: D. Johannesen kl. 23.30 Vågur: H. Joensen kl. 23.30 Tvøroyri: J. Bech kl. 23.30 Hvalba: B. Johannesen kl. 23.15 Sjóvar kirkja: J. Johansen kl. 23.30 Kollafjørður: M. Bæk kl. 18.30 Kvivik: M. Bæk kl. 20.00 Vestmanna: Uni Næs kl. 20.00 Hvalvik: M. R. Jacobsen kl. 23.30 Skopun: J. R. Hansen kl. 23.15 Norðskála: E. Olsen kl. 20.00 Kidi: E. Olsen kl. 23.15 Fuglafjørdur: Peter O. K. Olofson kl. 23.30 Glyvrar: J. Kass kl. 23.15 Christianskirkjan: N. P. Danielsen kl. 23.30 Arnafjørdur: H. Bøgesvang kl. 19.00 Vidareidi: E. Beder kl. 23.30 Havnar kirkja: P. M. Rasmussen kl. 23.30 Nyggjårsdag Miðvágur: D. Johannesen kl. 12.00 Porkeri: H. Joensen kl. 12.00, altargongd Vågur: H. Joensen kl. 18.00, altargongd Hvalba: J. Bech kl. 12.00, altargongd Famjin: J. Bech kl. 18.00, altargongd Tvøroyri: B. Johannesen kl. 18.00, altargongd Oyndarfjørdur: J. Johansen kl. 18.00 Haldórsvík: M. R. Jacobsen kl. 12.00 Kvivik: Uni Næs kl. 12.00 Vestmanna: M. Bæk kl. 12.00 Sandur: J. R. Hansen kl. 12.00 Gjógv: E. Olsen kl. 12.00, altargongd Funningur: E. Olsen kl. 18.00, altargongd Leirvik: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd Nes: J. Kass kl. 11.00 Christianskirkjan: H. Bøgesvang kl. 11.00 Haraldssund: N. P. Danielsen kl. 12.00 Hvannasund: E. Beder kl. 1200 Havnar kirkja: P. M. Rasmussen kl. 11, (talvan gongur fyri Bíbliufelagið), og kl. 18.00, altargongd Kaldbak: Bj. Bæk, altargongd Vesturkirkjan: H. Poulsen kl. 11.00, altargongd Argir: Kj. Mørkøre kl. 11.00, altargongd Nyggjårsdag gongur talvan f øllum kirkjum i Fuglafjardar, Nordstreymoyar, Sandoyar, Eidis, Sudurstreymoyar vest- ara og Våga prestagjaldi umframt i Hvalbiar, Famjins, Sandvikar og Tvøroyrar kirkjum til frama fyri Bibliufe- lagið. Sunnudagin eftir nýggjár Sandavágur: D. Johannesen kl. 12.00 Sørvågur: U. Næs kl. 12.00 Kollafjørður: M. R. Jacobsen kl. 12.00 Skúvoy: J. R. Hansen kl. 12.00 Norðskála: E. Olsen kl. 12.00, altargongd Hellurnar: Peter O. K. Olofson kl. 12.00, altargongd Søldarfjørdur: J. Kass kl. 11.00, altargongd Christianskirkjan: N. P. Danielsen kl. 11.00 Kunoy: H. Bøgesvang kl. 11.00 Vidareidi: E. Beder kl. 12.00 Havnar kirkja: Bj. Bæk Nólsoy: P. M. Rasmussen Vesturkirkjan: H. J. Joensen, bispur Trettanda, 6. januar Sandavågur: D. Johannesen kl. 20.00 Oyndarfjørdur: J. Johansen kl. 20.00 Vesturkirkjan: Kj. Mørkøre kl. 20.00 Lorvik: Peter O. K. Olofson kl. 20.00 Eiði: E. Olsen kl. 20.00 Håsavik: J. R. Hansen kl. 20.00 Vestmanna: Uni Næs kl. 20.00 Hósvík: M. R. Jacobsen kl. 20.00 Hvalvik: M. Bæk kl. 20.00 Á trettanda gongur talvan í øllum kirkjum í Fuglafjarðar og Vágaprestagjaldi umframt í Hósvík, Hvalvíkar kirkjum og í Vesturkirkjuni til frama fyri Heidningamissiónina. Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Síða 27 - i MALTEIGURIN Tróndur upp á Tind? Núein dagin, veðrið var so ringt, bar útvarpið tey boðini frá Strandferðsluni, at Tróndur gavst at sigla upp á Sandoynna fyri veður!? Fundarreðarin á sinni helt fyri, at føroyingar sigldu ágllum heimsins kontinentum! Tá >lunnar brustu og jørðin skalv…«. Jú, okkurt høvdu teir sagt heima á Sandi, sóu teir »Trénd« koma grøv- andi oman Traðardal! Eg siti við einari frågreiding um grønlendska leikaraskúlan Tuukkaq. Hon er 9 síður og fæst til láns frá MáF, um onkur hevur hug at lesa hana. Her stendur m.a., at umframt vanliga leikara- útbúgving, er sum tað fyrsta, ið lærast skal væl og virdiliga: »grønlendskt við sidsøgu. Tí til sjónleik- arayrkið krevst holl vitan um móðurmálið og dyggur kunnleiki í at brúka tað. Ein leikari fær ikki betri og hentari amboð enn júst móðurmálið“. Hetta siga teir, ið eru málsliga meira avbyrgdir enn vit! Áttu ikki tílík málslig krøv at verið sjålvsøgd í skúla, útvarpið, sjónvarpi, blødum og aðrastaðni við? Vit kundu fyrst hver í sínum lagi sett okkum sjálvum hesi krøv! Rættskrivingin er málinum ein góð skorða! Fara tit nú at telgja burtur av henni, sum onkur mølmar um, so verður reiðiliga galið. Einki skil og nógv klandur. Er einki máloyra, so hjálpir heldur eingin rætt- skriving. Tvørtur ímóti. So fer skriftmálið avstad við tí talaða málinum. Vit hoyra t.d. ofta lisið tekna, handla — við týðiliga frambornum k og d. Mundi tað hjálpt, at skrivað tey, sum tey (eiga at) verða søgd: tegna og hanla? Eg ivist. Gott nýggjár og móðurmálinum og okkum gllum eina góða framtíð! Sverri Egholm 20. desember Kristian Olsen, ættaður av Oyrabakka, búsit- andi í Randers, 77 ára gamal. 23. desember Súsana Johannesen, Sanna í Holvdanstoft, á Toftum, 97 ára gomul. Elias Johansen, vanliga nevndur Lias í Rættar- á, Tórshavn, 84 ára gamal. Eivind Mortensen, Øravik, 67 ára gamal. 24. desember Anna Poulsen, vanliga nevnd Anna í Soylu, á Sandi, 97 ára gomul. 25. desember Christianna Lyngvej, Hesti, 84 ára gomul. 26. desember Henny Haraldsen, Vestmanna, 78 ára gomul. 28. desember Niclas Holm, Hvalba, 79 ára gamal. Anthon Eliasen, Fuglafirði, 82 ára gamal.