mikudagur 6. januar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
' mm.
gin
a FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri. Jan Miller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahí
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Baðfóik Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/1 Sosialurin
Uppsenng PA Søsialurin
Prent: Pt Pressan 1981
Jústinus Eidesgaard
Bústaður Argjavegi 26
Argjum 110 Tórshavn
Tølgton: 11820 Teiefar 14720
66. ÅRGANGUR
Postadr.. Postsmoga 75
Mennið samstarvið
við japanar!
TAÐ er ikki lukkuligt tekur tú svart-
kjaftin upp á tungu her á landi. Hann
verður sum oftast tengdur saman við
teir nútímans og dýru verksmiðju
trolarunum vit bygdu í Noregi til hesa
nýggju vinnuna og har teir flestu nú er
farnir av landinum
SPELL var tað, at tað ikki eydnaðist við
hesum skipum og kunnu vit sjálvandi
tjakast til dómadag um, hver hevdi
skyldina og hví gekk, sum tað gjørdi
Men tað kann ikki loysa seg. Annað
enn tað at vit læra av mistøkunum
HETTA landsstýrið og serstakliga sit-
andi løgmaður hévur fingið av at vita
frá m.a. fyrrverandi fiskasølustjøranum
fyri júst hesar fløgur, sum hann tó eisini
sjálvur var við ul at fíggja sum nevnd
arformaður í Sjóvinnubankanum
Spurningurin er nú um ikki júst okkara
løgmaður í veruleikanum hevur verið
ein av teimum monnum her á landi,
sum meira enn nakar vinnulívsmaður
og poltukari hevur víst á ótroyttu møgu
leikarnar í svartkjafunum
VIT hava her ein émetaliga stóran
stovn, sum stóran part av árinum er á
føroyskum øki. At vit sjálvir ikki hava
megnað at fáa stórvegis burtur úr
hesum fiskinum er so eitt, men annað
er, at vit hava kunnað brúkt hann sum
byusfisk við eitt nú russar og norðmenn
og aðrar tjóðir við og fyri hann fingið
túsundtals tons av dýrum fiski
fjarleiðum. Í so máta hevur
svartkjafturin havt ómetaliga stóran
týdning fyri okkum. Ja nógv stórri enn
tey flestu hava givið sær fær um. Men
spurningurin er um vit ikki áttu at givid
júst hesum fiskaslagi enn stórri ans og
lurta meira eftir eitt nú løgmanni,
formanninum í Fiskimannafelagnum og
øðrum vid, sum hava roynt at skunda
undir eina svartkjaftavinnu her á landi
NÚ sær tað so ikki mætari út enn, at tað
verða fremmandir, sum koma okkum ul
hjálpar í so máta. Japanar hava leingi
havt ynski um at reka royndarveiðu
efur svartkjafu undir Føroyum. Hetta
søktu teir longu um loyvi til, tá Pauli
Ellefsen varð løgmadur minnast vit
rætt. Og varð tað sýtt teimum. Men økta
sambandið við Japan hevur tó fingið
menn at innsiggja, at tað hevdi kunnað
gagnað okkum sjålvum, lótu vit japanar
við teirra framkomnu fiskivinnutøkni
inn á svartkjaftaleiðirnar. Hesar royndir
byrjaðu undir sitandi landsstýrið og
vísa urslitini nú, at her liggja stórir
møguleikar í einum samarbeiði við
japanar
Í blaðnum í dag hava vit eina sera
áhugaverda samrødu og grein, sum snýr
seg just um royndarurslitini hjá japan
arum, sum hava fiskad svartkjaft undir
Føroyum. Og tey eru einki minni enn
kollveltandi. Royndirnar visa, at svart
kjafturin er sera væl egnaður til surimi,
eina vøru, sum hevur stóran tydning
fyri japanar. So mikið góður er svart
kjafturin sum råvøra til hesa fram
leidsluna, at japanar hava roknað út, at
føroysk skip, sum kunnu avreiða til eitt
ella fleiri japonsk móðurskip, sum fiska
MEST FYRI PENGARNAR...
vid Føroyar, kunnu fáa millum 4 og 5
kr. fyri kilo. Skipini kunnu taka ímóti
rætuliga stórum nøgdum
HETTA mugu sigast at vera góð tíðindi
fyri okkara annars svanga fiskiflota. Og
ikki minst fyri okkara nidurfiskadu
botnfiskastovnar. Vit kunnu nevniliga
ímynda okkum, at fleiri av partrol
arunum, sum í dag troyta upsastovnin,
kunnu fiska svartkjaft. Hetta vil tå siga,
at trystid á upsan minkar. Vansin við
hesum er so tann, at minni av fiski
kemur til virkini á landi. Her mugu so
fyrimunir og vansar vigast upp mót
hvørjum øðrum. At vit kunnu fiska
svartkjaft og avreiða hann til japonsk
móðurskip á fiskileiðini fyri góðan pris
kann berat mest sum ein glotu í hesum
annars døpru tíðum
VIT hava her í blaðnum oftani víst á
tydningin at økja samstarvið vid jap
anar. Vónandi er hetta bert byrjanin
Hóast talan er um tvey heilt ymisk fólk
og ymiskar tjóðir, so er eingin ivi um,
at føroyingar kunnu fáa stórt gagn av
einum gktum samarbeiði við Japan. Her
verður bæði hugsað um at fáa
tøknifrødi frá teimum bæði á fiski- og
framleiðslusíðuni og at kunna læra av
teirra royndum. Eisini er vert at hugsa
um, at teir eru vanir at fiska kring allan
heimin serstakliga á djúpum vatni
Hóast vit liggja sera væl fyri í so máta
við stórum økjum bæði innanfyri
markið og uttanfyri, har djúpa vatnið er
so at siga Ótroytt, so hava vit sjålvir ikki
megnað at troyta hest fiskasløg. Nú vit
eru noyddir til tess er rætt at fáa í lag
samarbeiði við teir,
økinum
sum eru kønir å
Haldið Tíðindablaðið SOSIALIN
og fáið bestu & feskastu tidindini
HEILAR 5 FERÐIR UM VIKUNA
fyri bert HELVTAR BLADSØLUPRIS
at lesa í Sosialinum
Gerið tað av Í DAG.
Sendið lepan ella ringið
tlf. 11820 og fáið
blaðið BEINANVEGIN.
Haldarar, ið hava goldið,
men ikki rættstundis
at teir fáa oll blødini.
|
|
|
|
|
|
(28. des.), kunnu váttatað. |
fyri okkum, sum so síggja til, |
|
|
|
|
Í
JA.
Eg gerist haldari av Tíðindabl.
Sosialinum og fái blaðið
5 ferðir um vikuna
Í greinini í blaðnum í dag verður tá
eisini víst á, at japanar í royndarfiskis-
kapi sínum í altjóða sjógvi á Dohr-
bankanum hava rakt við nógvan svart-
kalva á heilt djúpum vatni. Føroysk
skip hava eina kvotu her, men hava
ongantíð fiskað so djúpt sum japanar.
So her hava vit eisini eitt ftøkiligt dómi
um, hvussu vit kunnu fáa gagn av
samarbeiði við framkomnu fiskivinnu-
tjóðina Japan.
TAÐ verður so nógv tosad um tørvin á
kapitali. Tá vit nú vita, hvussu stóran
týdning tað hevur fyri japanar at kunna
fiska eitt nú svartkjaft og annars at
kunna fáa fisk aðrastaðni eiga vit at
umhugsa møguleika at økja samstarvið
við japanar á øðrum økjum eisini. Eitt
nú at fáa teir at gera ílagur í Føroyum.
Hetta má vera ein uppgáva hjá lands-
stýrinum og vónandi fer okkurt at
henda á hesum økinum. Nettup í hesum
tíðum, har vit ikki rættiliga vita, hvussu
vit skulu fóta okkum , tá tað snýr seg
um ulknýu okkara við EF, áttu vit sum
eina nýggja og spennandi rók at fingið
samstarv við Japan og ikki minst
japanska marknaðin.
VONANDI spyrst okkurt burtur úr
hesum samarbeiðinum við Japan. Tað
kundi eisini hent, at vit sum fólk kundu
fingið nýggjan innblástur við at fingið
eitt stórri samstarv í lag. Her verður
ikki minst hugsað um, hvussu vit bera
okkum at mótvegis umhvørvinum og
úilfeinginum. Har hava vit nógv at læra
av øðrum, hóast tað var gamalt her á
landi at duga sær hógv og liva í
samljóði við náttúruna og umhvervið
og ikki oyða tað
Okeypis
so Jer Sosialurin
fyri 225 Kr./ársfjórðingin (haldarar i Føroyum) nindar
fyri 260 kr. (haldarar i Skandinavia) postgjaldid
Navn:
Bústaður: Tíðindablaðið
. Sosialurin,
Postboks 76,
FR-110
Tórshavn
A —————iieW————c—r—— ne
Kannað postverkinum