fríggjadagur 8. januar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
nda
1
Ábyrgdarblaðstjón. Jan Miller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahí
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Biaðíoik. Randi Jacobsen - Dagny
Utgevar: PA Saslalurin
66. ARGANGUR
Bústaður. Argjavegi 28
Postadr.- Postsmoga 78
Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng PA Sosialurin Argjum 110Tórsharn |
Hilmar Jan Hansen - Prent P/T Pressan 1981 Tølgton: 11820 Tøletax 14720 |
Jústinus Eldesgaard |
Klaksvikin meint rakt
TAÐ kom ógvuliga dátt vid í
gjár at hoyra, at eitt av Størstu
virkjunum Í landinum,
Kósavirkið, nú verður stongt og
fleiri hundrað fólk gerast
arbeiðsleys í hvussu so er
fyribils. Tað eru donsku kred
itfeløgini, sum havt kravt
fastognirnar hjá fleir av parta
feløgunum hjá Kjølbro-konsern
ini til sølu. I skrivandi løtu vita
vit ikki, hverjar avleiðingar hetta
fer at fáa fyri alt virksemið hjá
Kjølbro í framtíðini, annað enn
tað, at nógv fólk nú missa arbeiði
og at hetta fáa fáa heilt óhugna
ligar fylgjur fyri alt samfelagið
har norðuri
TAÐ eru bert fáir dagar síðani, at
teir stóru og týdningarmiklu
Kjølbrotrolararnir vórðu seldir
ødrum felag og harvið fóru heilt
burtur úr Kjølbro-konsernini.
Gitt hevur verið, at hetta varð
gjørt í evstu stund fyri rætt og
slætt at bjarga hesum so
týdningarmiklu og dýru skipum
at fara við í skædlinum, sum
helst stóð fyri framman fyri alla
Haldis Tíðindablaðið SOSIALIN
fyritøkuna Kjølbro. Nú komu so
krøvini um at fastognirnar skulu
harvið sleppa
trolararnir undan hesi lagnu.
seljast og
OHUGNALIG vórðu tí ikki bert
veðurtíðindini í útvarpinum í gjár
um framhaldandi ódnarverður,
men so sanniliga eisini tíðindin
úr Klaksvík, at mest týðandi
virksemið har nú steðgar upp
Klaksvíkin, sum hevur verið
okkara høvudsålit hvat fiskivinnu
viðvíkur kann als ikki vera stóra
Kósavirkið fyriuttan. Tað ber
rætt og slætt ikki til framhaldandi
at hava hjólini mælandi í hesum
fyrr so ríka fiskivinnuplássi skal
nú eisini hetta stásiliga fiska-
virkið stongja. Hetta mugu okk
ara myndugleikar og okkara pen
ingastovnar gera sær púra greitt,
og tí er neyðugt at kalla inn til
kreppufundar á landsins hægsta
stað at viðgera støðuna í Klaks
vík.
VIT kunnu so bert vóna, at tað
ber til at fáa gongd á aftur, so-
leiðis at fólk koma aftur í arbeiði.
Tað er eingin loyna, at vit hava
ov nógv fiskavirki í Føroyum.
Vit síggja eisini longu, at mong
on
og fáið bestu & feskastu tidindini
HEILAR 5 FERÐIR UM VIKUNA
fyri bert HELVTAR BLADSØLUPRIS
Gerið tað av | DAG.
Sendið lepan ella ringið
tlf. 11820 og fáið
blaðið BEINANVEGIN.
Haldarar, ið hava goldið,
men ikki rættstundis
(28. des.), kunnu vátta tað
fyri okkum, sum so Síggja til,
at teir fáa øll blødini.
Altíð okkur! spennandi
at lesa í Sosialinum
teirra eru latin aftur, onkur med
alla meðan onnur helst bert fyri
bils. Tað hevur so verið sagt, at
tað nú vera peningarstovnarnir,
sum saman við landsstýrinum,
sum meira enn nakrantíð, ið
koma at avgera, hvussu framtíðar
vinnumynstrið skal síggja út
Tvs. at hesir koma nú at fáa
ávirkan á, hvørji skip skulu vera
eftir í flotanum og hverji virki
skulu vera verandi í gongd.
HVUSSU henda útveljing fer
fram vita vit ikki, men eitt er
víst, og tað er, at letur
Kósavirkið ikki uppaftur, og tað
skjótt, so er ilt at ímynda sær, at
samfelagið har norðuri í heila
tikið kann halda fram. Uttan
hetta stóra arbeiðsplássið er
sjålvt tilverugrundarlagið tiki0
undan ikki bert Klaksvikini men
eisini mongum av bygdunum
nærhendis.
OG so kunnu vit spyrja, hvat
hetta fer at hava at siga fyri alt
Føroya land! Her kemur Føroya
Fiskasøla sum ein tann fyrsta inn
í myndina, tí her er jú talan um
eina av størstu limunum í hesi
fyritøku. Tað er tí nátúrligt nú at
Eg gerist haldari av Tíðindabl.
JA Sosialinum og fái blaðið
€ 5 ferðir um vikuna
fyri 2 ÍR
fyri 260 kr. (haldarar í Skandinavia)
S kr Jårsfjårdingin (haldarar í Fóroyum)
um í hvussu stóran mun
spyrja,
Føroya Fiskasøla í heila tikid
kann halda fram, um Kósavirkið
ikki letur uppaftur! Nógvir av
limunum í Fiskaseluni hava
longu snarað lyklinum og var
hetta nú endabresturin, nú Kósa
virkið stongdi? Vit vita tað ikki,
men tað er púra greitt, at við
hesum "skædlinum" er stødan í
landinum vorðin munandi verri.
VONANDI kunnu bæði
Kósavirkið og Fiskasølan halda
fram sum higartil, hóast mangan
ringan sjógvin. Vónandi taka
bæði peningastovnar og landsins
myndugleikar nú hendur saman
og royna at finna útvegir fyri eini
loysn, sum hevur við sær, at ikki
alt samfelagið steðgar upp nú
eftir stuttari tíð Annars verður
skjótt øskukalt í hesum landi.
Men tíanbetri hava vit fólk, sum
ikki hava mist vónina og dirvið,
og tað eru ikki minst hesi, sum
mugu gera seg galdandi í slíkum
tíðum. Burtur við klandri og
kegli. Nú mugu allar kreftir
savnast um at bjarga tí, sum
bjargast kann.
Okeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Kannað postverkinum
Naun:
Bústaður: Tíðindablaðið
FR-110
Tórshavn