Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a H 3 * nd a FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Abyrgdarblaðstjóri Fyritaksstjóri Krisjan Daði Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Jan Miller Biadfóik. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Utgevar: P/1 $estalurin Uppsetng PA Sosialurin Prent: PA Pressan 1981 Jústínus Eidesgaard Bústaður. Argjavegi 28 66. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 78 Argjum 110 Tórshavn Teisfon: 11820 Telefar: 14720 Rentan má niður NÚ kemur vónandi aftur gongd í orðaskiftið um rentuna. Lands- stýrið hevur nevniliga spælt enn eitt kort út í hesum máli. Við at vísa eitt gott fyridømi hevur tað avgjørt at seta rentuna hjá Húsa- lánsgrunninum niður við 1%. VIÐ hesum hevur landsstýrið lat- ið peningastovnunum næsta útspæl. Fyri tey mongu, sum fylgja við í hesum so týdn- ingarmikla spurningi, nú rentan viðvíkur okkum øll so ella so, er útspæl landsstýrisins at fegnast um. Vónandi taka peninga stovnarnir seg nú um reiggj og lækka sína rentu. Hetta er so sanniliga ikki bert ein spurningur um at hjálpa teimum, sum bygdu í teimum dýru tíðunum, burtur úr eini alt og tungari rentubyrðu. Tað má eisini vera áhugi bank- anna, at botnurin ikki skal fara undan sethúsamarknaðinum. Fara bráddliga eini 500 ella fyri tað 1000 hús á tvang, hverja ógvusligar avleiðingar fer tað ikki at fáa fyri peningastovnar- nar! TAÐ verður so nógv tosað um, at øll skulu bera byrðarnar av kreppuni. Og hetta kunnu vit bert taka fult undir við. Eisini pen- ingastovnarnir mugu vera við til at bera hesar byrðar. Nú kann ein so siga, at teir longu hava mist so mikið nógv, at teir hava borið sín part av byrðunum. Til tað er bert at siga, at tað so sanniliga eisini eru teir, sum hava sín part av ábyrgdina av gongdini og kemur einum her til hugs orðini hjá undanfarna formannini Í Sjóvinnubankanum, um at bankarnir bert eru ein spegilsmynd av samfelagnum. Hetta er so sanniliga bert ein partur av sannleikanum. Tí í mongum førum her á landi er tað so, at tað er samfelagið, sum er spegilsmyndin av gongdini í bankaverðini. Tað eru m.a. av- gerðirnar, sum tiknar eru har, sum eru orsøkin til støðuna sam- felagið er í í dag. Høvdu teir kent sær stórri hógv og dugað at sagt nei, tá hetta varð upp á sítt pláss, tá hevði helst sæð ødrvisi út í dag. MEN tað tænir ongum endamáli aftur og aftur at brúka dýrabara tíð til at finna syndabukkar. Hetta er tíanverri tað, sum vit dagliga hoyra í tí politiska orðaskiftinum á tingi, og er tað stórt spell. Alt ov sjáldan verður litið frameftir í felag. Nú kunnu vit so bert vóna, at glið kemur á rentuspurningin. TAÐ er einki minni enn eitt fólkakrav, at peningastovnarnir lækka rentuna. Nú vit hava fingið meirvirðisgjald, eykaskatt, onnur avgjøld og lønirnar allar helst verða lækkaðar, er tað greitt, at tað einstaka húsarhaldið er so mikið hart kroyst, at onkur lætti má koma onkunstaðni. Og her vænta fólk, at tað verða peningastovnarnir, sum nú fara at vísa tekin um vælvild og lækka rentuna. Tað skal tí vera okkara vón, at peningastovnarnir taka undir við stigi landsstýrisins at lækka rentuna á eitt nú sethúsalánum. Gera teir ikki tað, so kann ein bert gita um avleiðingarnar, tá hundraðtals hús fara undir ham- aran og tá møguliga kunna taka bankarnar við sær. Tíðindi...? — So er tað her! Haldið Tíðindablaðið SOSIALIN og fáið bestu & feskastu tíðindini HEILAR 5 FERÐIR UM VIKUNA fyri bert HELVTAR BLADSØLUPRIS Altíð okkurt spennandi at lesa í Sosialinum Gerið tað av Í DAG. Sendið lepan ella ringið tlf. 11820 og fáið blaðið BEINANVEGIN. Haldarar, ið hava goldið, men ikki rættstundis at teir fáa oll blødini. (28. des.), kunnu vátta tað fyri okkum, sum so síggja til, F Eg gerist haldari av Tíðindabl. í Sosialinum og fái blaðið € 5 ferðir um vikuna fyri 225 kr.Jársfjórðingin (haldarar í Føroyum) fyri 260 kr. (haldarar í Skandinavia) Okeypis Sosialurin rindar postgjaldið Bústaður: Sosialurin, Kannað postverkinum ) | | | | | . | | | Bygd / byur: | | | | | Postboks 76, FR-110 Tórshavn Tíðindablaðið