hósdagur 14. januar 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Úrslitið av tingsamtyktini
um at játtað 1,6 mió. krónur
eyka til viðgerð av misnýta-
rum, hevur havt við sær, at
vidgerdarstødini Heilbrig-
dið og Blákrossheimið eru
sett grein 12 í fíggjarlógini,
undir sjúkrahúsverkinum.
-Higartil hevur Blákross-
heimið havt beinleiðis
rakstarstað á fíggjarlógini,
men varð tikin av í 1992.
Blákrossheimið er sjálvs-
ognarstovur undir Blá-
kross-felagsakpinum, eins
og Heilbrigdið er tað, tó at
Almannastovan hevur
keypt tænastu frá Heil-
brigdinum, sum ikki hevur
hevur staðið á fíggjarlógini.
Somu fólk ganga aftur
Eitt samdøgur á Blåkross-
heiminum kostar 750 krón-
ur, og har hevur stovnurin
sjálvur visitera og játtað
misnytarum innivist, sum
bóðu um at sleppa í viðgerð.
Jegvan Bæk, sålarfrødingur
á Blákrossheiminum váttar,
at misnýtarar ganga aftur,
sum hava verið í viðgerð
áður, ella á Heilbrigdinum.
Eftir tølum fyri 1990,
hava 109 fólk verið innløgd
á Blákrossheiminum, og av
teimum vóru 36 persónar
avrúsaðir fyrstu ferð.
Av hesum eru 53 persón-
ar farnir í viðgerð eftir av-
rúsing, og 19 persónar eru
fyrstu ferð í viðgerð.
Umframt hetta, so hevur
Blákrossheimið ambulant-
tænastu, eitt nú telefon og
viðtalu. Fyri 1990 er skrá-
settar 3000 telefonsamrød-
ur og 1500 fólk hava vitjað
inn á gólvið.
Talið umleið 15%, sum
koma og fara á báðum stov-
num, heldur Jegvan Bæk er
sannlíkt, sambæt upplýsin-
ginum hjá Lars Holst, deild-
arleiðara á Almanna stov-
yni í Sosialinum týsdagin.
Sjónarmiðini eru
so ymisk
Lind samstarv hevur verið
millum viðgerðarstovnar-
nar, men seinastu mánaðar-
nar í fjør, vóru teir komnir
uppá tal við hver annan.
Tað datt niðurfyri, nú Ting-
ið samtykt, ikki at sam-
skipa hetta arbeiðið.
- Núer lagt upp ul strid, av
tí at Landsstýrið hevur biðið
báðar stovnar gera uppskot
ul fíggjarlóg, heldur Jegvan
Bæk.
- Tann stovnur, sum dugir
best at:tala sína sek fyri at
fáa størstu upphæddina, og
hevur besta sambandið við
politikarar og kann ávirka
teir, fær helst bestu sømdir.
- Síðani verður tað upp ul
Landsstýrið at gera av,
hvussu nógv hver stovnur
fær at arbeiða við.
Kundu stovnarnir ikki
samstarva til tess at fáa
sum mest burturúr ti upp-
hædd sum er tøk?
- Tað er torført at tosa um
Nr. 8 — 14. JANUAR 1993
Tíðindablaðið
Politiska stóðutakanin til viðgerð av misnýtarum:
Tann ið best dugir
at tala sín SØK
- fær bestu semdir
- heldur Jógvan Bæk, sálarfróðingur á Blákrossheimi-
num.
Vidgerdarstovnarnir skulu nu - hvør i sinum lagt - gera
uppskot til figgjarætlan fyri stovnarnar, sum tilsamans
fáa 8,5 mió. krónur
samstarv, um talan er um
samanlegging av viðgerð-
rr
Jegvan Bæk, sålarfrødingur å Blåkrossheiminum: - Tad er torført at tosa
mi,
gaard hevur
sum Jóannes Eieds-
tosað um.
Sjónarmiðini viðvíkjandi
viðgerðini hjá stovnunum,
um samstarv, um talan er um samanlegging av viðgerðini, tí sjónarmiðini
eru so ymisk og vit standa so langt frá hvcørjum øðrum í viðgerðarhátti.
Tí verður neyvan tosað um samstarv frameftir, men heldur hinvegin - eitt
stríð um at fáa peningaligan stuðul til hetta arbeiðið
eru so ymisk, og vit standa
so langt frá hvør øðrum.
Kundu tit ikki samarbeitt
um felags avrúsing t.d., og
so latið misnýtarar sjálvir
gjørt av, hverja viðgerð teir
síðani vildu ganga undir?
- Eg skilji ikki, at tað skal
vera ódýrari av stovna deild
undir Landssjúkrahúsinum
ul avrúsing.
Avrúsing og viðgerð
undir einum taki
- Hamæst vita vit Ld. frá
royndum í Íslandi, at stórur
partur av misnýtarum fara
ikki víðari eftir avrúsing t.d.
áRíkishospitalinum í Reyk-
javík, um viðgerð og av-
rúsing ikki eru undir sama
taki ella stovni.
- Um nakað talar fyri, at
misnýtarar, sum fara undir
avrúsing, ikki veruliga eru
motiveraðir fyri at gevast at
drekka, hevði tað so ikki
verið betur at gjórt meira
fyri teir, sum veruliga vilja
gevast?
- Vit kunnu ikki gera nógv
meira við viðgerðina, við tí
peningi, sum nú er tøkur til
endamálið. Høvdu vit tað,
kundu vit gjørt meira við
eftirviðgerðina, tá misnýta-
rar skulu slúsast út aftur í
samfelagið.
Blákrossheimið
arbeiðið soleiðis:
Avrúsing frá einari viku
til 14 dagar. Eftirviðgerð frá
seks - átta vikur. Teir skipa
eisini sonevndar AA-fund-
ir, samtaluterapi, familju-
terapi 0. a. stuðul, meðan
fólk eru í viðgerð.
Eitt krav at sleppa at
tosa við familjuna
- Vit krevja av misnýtarum,
sum vit jåtta viðgerð, at teir
geva okkum loyvi at tosa
vid familju ella avvarandi,
minst eina ferð undir
viðgerðini.
skipar
Annars skipar Blákross-
heimið fyri viðtalu fyri fólk,
ið áður hava verið í viðgerð,
ella avvarandi. Tey kunnu
koma sum einstaklingar til
samrødu regluliga, so vit
kunnu fylgja teimum, tá
viðgerðin er av.
Blákrossstovan = hevur
eisini búfelagsskap fyri
fyrrverandi misnýtarar, har
fólk kunnu fara, sum ikki
eru úl reiðar atbúgva
einsamøll, ella ikki hætta
sær at fara beinleiðis út í
samfelagið aftur.
Tað er eitt krav, at fólk
Skulu verða edrú, sum
búgva har, og eitt starvsfólk
hevur eftirlit við bústað-
num.
Fólk rinda vanliga húsa-
leigu og kunnu búgva har
eina tíð ella upp til seks-átta
mánaðir.
Jegvan Bæk hevur eingi
någreinilig tól viðvíkjandi,
hvussu viðgerðin hildnast á
Blákrossheiminum, men
heldur umleið 25%- 30%
gevast at drekka, 50%
drekka minni enn áður og at
eini 15% ikki broyta drykk-
juvanar.
Jegvan Bæk heldur ikki
hesi tøl verða ov vånalig,
eftir ti sum serkønir úti í
heimi hava granskað í.
- T.d. hevur hann hoyrt
serkøn í Danmark tosa um
kanning í USA.
Har verður ikki mett, at
talið av teimum, sum gevast
at drekka, veruliga er so
stórt, sum vit herheima
hava vónir um at røkka. Har
vísa kanningar, at um 10%
gevast at drekka, sum hava
verið í viðgerð fyri mis-
nýtslu, so er hetta talið
hóskiligt.
Jógvan Bæk: - Vit hava
ikki lagt dent á hagtalskann-
ingar í okkara arbeiði. Skal
ein slík kanning verða eftir-
farandi, skal hon verða
gjørd av stovni, sum er 6-
heftur av vidgerdarstovn-
inum.
Dagny
pr gu FE
sjålvandi
gista vit á
BLÁDÝPI !
Ér N
/ CU Bládýpi
Bed & Breakfast in Blue
Dr. Jakobsensgøta 14-16
FR-100 Térshavn
Tei.: 11951 Fax: 19451
Ll