fríggjadagur 15. januar 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
A-Team
Stan Rodgers lítir á A-Team, at teir skulu
fáa dóttir hansara leysgivna frá einum harð-
ligum átrúnaðarligum bólki. Tað eydnast
A-Team, og Murdock rýmir, men allir hinir
verða koyrdir í fangahol
Frigqi in kl. 19.05:
Livid um tey 30
Eftir at hava verið hjåstaddur næstseinastu
vidgerdina, Nancy fekk, lovar Elliot
Michael at hann kemur å fund i Baltimore
koruni. Um kveldið situr Nancy við
krystallkúlum, livandi ljósi og tónleiki frå
seksuárunum. Ethan heldur hana vera und-
arliga og roynir at fáa Elliot at seta seg í
samband við ein indianskan medisinmann.
Samstundis sigur Elliot Nancy, við ringari
samvitsku, at hann noyðist at fara á fund í
Baltimore.
(ggjadagin kl. 23.25:
McCall
Susan Foxworth er fráskild. Hon arbeiðir,
gongur á advokatskúla og hevur ábyrgdina
av tveimum børnum. Hon biður Robert
McCall hjálpa sær, tí fyrrverandi maður
hennara, Gary Foxworth, ger henni ónáðir.
Leygardagin kl. 21.10:
Against the Law
Mc Heath tapir, tá ið hann spælir poker móti
starvsfelaganum Delaney, og tað merkir, at
hann noydist at taka ta sak, Dalaney tillutar
honum. Dagin eftir fær hann sakina at verja
Tim Lowell, sum er illtonktur fyri mord og
mutur.
Nr. 9 — 15. JANUAR 1993
Leygardagin kl. 22.05;
The Bostonians
Enskur filmur frå 1984. Søgan fer fram
seinast i 1800. Olive skal taka sær av upp-
alingini av ungu gentuni Verenu. Hon er
skilagóð, men sera góðtrúgvin — men dugir
vælattosa við fólk. Olive brúkar hesa gåvu
hennara í kvinnurørsluni, har hon sjálv er
sera virkin. Ein ungur maður er forliptur
uppi í Verenu. Hann er ungur advokatur,
men ikki ríkur
Mr. North
Am. filmur frá 1988 við Anthony Edwards
og Robert Mitchum í høvudsleiklutunum.
Hann er ungur, blíður og væl lærdur og tað
er lætt hjá honum at fáa vinir. Søgan er frå
1926 og fer fram í Newport. Har verður
sagt, at Mr. North dugir meira enn at meta
seg, hann kann gróða fólk, og so byrjar rætt-
arsak móti honum
Mánadagin kl. 20.00:
21 Jump Street
Fleiri eldsbrunar eru i studentaskúlanum,
og Penhall og Hanson kanna málið. Teir
Móta einum ungu studenti, sum vísir teim-
um á eldsetaran.
Married with Children
Al er strongdur, og hann ger av at fara at ar-
beiða í urtagarðinum fyri at hugsa um okk-
urt annað. Men har er ein kanin, sum gevur
honum trupulleikar.
Týsdagin kl. 14.35:
Por í hjørtum
Túrurin hjá Jonathan og Jennifer gerst
vandamikil, tá ið Ramsay MacLaish roynir
at taka lívið av Jennifer.
t
Týsdagin kl. 20.35:
Black Adder
Ætlar MacAdder, systkinabarn Emund, at
bjarga Emund, ella er hann ut eftir frú
Miggins?
fi in kl. 22.45:
McCall
Jonathan Grey hevur havt dirvi at úttala seg
í rættinum, soleiðis at ein drápsmaður varð
fongslaður. Men nú er hesin sloppin út
aftur, og hann ætlar at hevna seg
Mik in kl. 15.30:
A-Team
A-Team hevur stolið eitt flogfar, tá ið teir
flýddur úr frumskóginum í Guatemala.
Meðan teir flúgva uppi yvir Appalachun-
um, steðgar motorurin, og teir neyðlenda.
Men teir eru komnir úr øskuni í eldin — teir
hava lent millum nøkur fólk, sum júst eru í
ferð við at brenna ein mann á báli. A-Team
fær bjargað manninum, men hvussu gongst
teimum at flýggja?
Mik
in kl. 21.05:
Home Improvement
Jim hevur broytt meining um eitt vikuskifti,
hann ætlaði sær saman við Jill. Tey skulu
búgva á einum fínum hotelli. Men nú fer
hann heldur við allari familjuni at markn-
aðarfgra eitt hitaanlegg til campingvognar.
Mikudagin kl. 22.10:
McCall
Meredith Browning ringir úl McCall og
sigur, at Costa, maðurin hon arbeiðir fyri,
ætlar ai drepa hana. McCall fer til hennara.
Har finnur hann eina kvinnu myrda, og hetta
tykist at vera Meredith.
Hósdagin kl. 22.00:
Married with Children
Al fær at vita, at hann og Peggy fara at arva
nógv, um tey fáa eitt barn afturat. Men
Peggy hevur ongan hug at fáa fleiri.
Tíðindablaðið (371
Útvarp Føroya
Tysdagin kl. 11.01 og 17.30:
Heilsa og heilsurøkt
I fyrru sendingini greiddi sålarlæknin Au-
gust Wang frå, hvat tad er at hava sinnisødi
og sinnistyngd (Manio depressivur). Í hes
ari sending fer kvinna at greiða frå, hvussu
tað er at hava sinnistyngd, og hvussu hon
varð hjålpt.
Armgarð Arge leggur til rættis
Hósdagin kl. 19.00:
Tilvera
Heitið á Tilveruni hesaferð er Jesus. Hvat
vita vit um Jesus? Hvat hava ymisk skjól
sagt um komandi Messias, hvussu var um
hvørvid, Jesus livdi í? Hvat hava samtíðar
seguskrivararnir fest á blað um tidina,
Jesus livdi foldarlívið?
Armgarð Arge leggur til rættis
Morgunlestrar
í Utvarpi Føroya
18.-23. januar
Lena í Buð í Hvannasundi lesur
Sálmar og bibliuord:
Mánadagur 18. januar
nr. 15 Vit trugva allir á ein Guð
1. Mós. 19,15
nr.24 Fedranna trúgv
Týsdagur 19. januar
nr.25 Upp alt, ið Harrin hevur gjort
1. Mós. 22,2
Mikudagur 20. januar
nr.26 Alveldis drottur
1. Mós. 26,2
Hésdagur 21. januar
nr.27 Ævigi Gud vár, títt veldi, tin
æra
1. Mós. 27,22
Fríggjadagur 22. januar
nr.29 Alt, sum frítt og fagurt er
1. Mós. 28,16
Leygardagur 23. januar
nr.30 Guð, allur heimur í høgum
eins og lágum
1. Mós. 32,24