fríggjadagur 15. januar 1993síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
Línan er nógv
ringast fyri
Veiðan er minkað við 116 pundum fyri mannin um dagin seinastu
17 árini og munandi meir fyri skipini, tí manningartalið er minni
Línuveiðan er tann veiðu-
háttur sum er ringast fyri í
Føroyum. Toskaveiðan
hjá línubátunum er
minkandi og hevur neyvan
nakrantíð verið minni
Hagtølini hjá Fiski-
mannafelagnum vísa at í
1975 var veiðan pr. dag
hjá øllum línuskipunum
3475 kilo ella knappliga
7000 pund. Tá vóru í
meðal 16 manns við línu-
bátunum. Í 1978 fingu
línubátarnir meir, tá var
miðalveiðan 3900 kg ella
7800 pund og tað gevur
520 pund uppá mannin.
Í áttati árunum minkar
manningartalið í meðal
við einum manni, fiski-
skapurin er góður, heili try
ár 1983-84-87 veiða línu-
skipini í meðal 7800 pund
um dagin.. Í seinnu helvt
Nr. 9 — 15. JANUAR 1993
av åttatiårunum minkar
manningartalid aftur vid
einum manni niður á
fjúrtan, í 1988 13,3 menn
pr. skip. Hetta kemst av
egningarmaskinunum. Og
hetta merkir eisini at:sjálvt
um fiskiskapurin ikki
veksur, so verður meir pr
mann
Men í 1990 byrjar veið-
an at fella munandi, Hetta
árið fiskar hvert skipið
6200 pund um dagin. Í
1991 kemur talið niður á
5200 pund um dagin og í
fjør niður á 4600 pund. Í
fjør var veiðan 332 pund
um dagin uppá mannin.
Føroya Fiskimannafelag
verður ein sannur dyrgrip-
ur fyri félkalivsfrødingar
um eini hálvthundrað ár.
Ein av høvudsuppgåvu-
num hjá Fiskimannafelag-
Og við
wr #
num er at gera upp inntøk-
urnar hjá fiskimonnunum.
framkomnari
telduútgerð verða
uppgerðirnar skrásettar og
ymiskt forvitnislig hagtøl
skrásett. Hóast sambandið
millum
av tí besta, so
landstýrið og
fiskimannafelagið ikki er
nýtir
landstýrið hagtølini hjá
fiskimannafelagnum, tå
teir hava bruk fyri ti.
jústinus
Kríggsendurgjaldið
— Utgoldið sum mánaðar-
jald, ikki í einum
--Enn hevur ongin fingið nakað í kríggsendur-
gjaldið. Tær 300 umsóknirnar eru avgreiddar
frá okkara síðu og verða nú vigaðar á Arbejds-
skadestyrelsen, sigur Jóanes Eidesgaard, lands-
stýrismaður
Vánalig kunnan ella ikki,
tað eru fleiri
eldri sjómenn, sum sigldu
vandasjógv undir krig-n-
um, sum halda, at teir fáa
eima stóra upphædd út-
goldna í samsýning fyri at
teir sigldu undir krígnum.
Hetta er ikki so, umsekj-
arin skal hava hava fingið
skaða antin likamliga ella
sálarliga orsakað av sig-
lingini undir krígnum. Og
tað er júst hetta sum Ar-
bejdsskadestyrelsen við-
gerð í løtuni hjá hvørjum
einstakum umsøkjara. Og
tað er eisini skeivt at
halda, at ein fær pensi-
ónina útgoldna í einum,
hon kemur sum mánað-
ram vegis
arligt gjald å sama hått
sum fólkapensiónin
Gongur seint
Eg skilji væl, at tad er
mótfallandi fyri teir
mongu umsøkjararnar, at
tað gongur so seint vid
hesum máli. Umsøk jarnir
eru eldri menn, sum eisini
síggja avmarkingar í teirra
lívi. Eg farin at royna nú
at vita um tað er nakað vit
kunnu gera frá politiskari
síðu fyri at skunda undir
málið. Skrivstovuveldið
arbeiðir tíðum seint, sigur
Jóanes Eidesgaard, lands-
stýrismaður í heilsu og
almannamálum.
--Tað er heldur ikki
stuttligt hjá okkum í
landsstýrinum, vit verða
uppringd av umsøkjarum í
heilum og sannleikin er, at
vit hava einki nýtt at siga
teimum, sigur Jóanes Eid-
esgaard.
--Tað kann vera at vit í
Føroyum kunnu hjálpa
Arbeidsskadestyrelsen at
savna upplýsningar um
heilsuligu viðurskiftini hjá
umsøkjarunum, hetta fari
eg í hvussu er at kanna nú.
Annað dugi eg ikki at
síggja at vit kunnu gera,
sigur hann.
Skrivstovan sum lands-
stýrið opnaði í samband
við kríggsendurgjaldið
hevði til endamáls at
Jóanes Eidesgaard
landstyrismadur
hjålpa umsøkjarunum at
savna dokumentatión fyri
at teir høvdu siglt undir
krígnum. Hetta mál er
rokkið.
jústinus
Tíðindablaðið
Marknaðartræta:
tríð um
Jan Mayen
Mánadagin kom stríðið
um gráu leiðina millum
Grónland og Jan Mayen
fyri í altjóða dómstólin-
um í Haag
Langt burturi í ótýdliga
og veðurharða Eystur-
grønlandi svimja milli-
ónir av fiski og teir vita
einki um, at teir eru orsøk
tileitt tólvára gamalt stríð
millum Danmark vegna
Grønland og Noregi.
Mánadagin = byrjaði
rættarmálið millum Dan-
mark og Noregi í altjóða
dómstólinum í Haag í
Hollandi og stríðið snýr
seg um eitt 65.000 kvadr-
atkilolmetur stórt gkið
millum Eysturgrønland.
Danmark legði knallhart
út frá byrjan.
Uttan at ivast skuldsetti
leidarin fyri donsku
nevndini, Thyge Leh-
mann, Noregi fyri at syna
ågang f økinum. Hann
meinti, at norðmenn
longu i 1980 ólógligt
víðkaðu fiskimarkid við
Jan Mayen.
Her kunnu vitnevna, at
føroyski nótabáturin
Sjúrður Tollaksson varð
tikin av norðmonnum
fyri at hava fiskad lodnu
ólógliga í einum økin,
sum grønlendingar eisini
kanna sær.
Hvar skal markið
liggja? Hetta er kjarnin í
stridnum. Økid er fiska-
riktog møguleiki er eisini
fyri at finna olju í undir-
grundini.
Noreg krevur at mið-
linjan millum Grenland
og Jan Mayen skal vera
galdandi, meðan Dan-
mark vegna grønlendska
heimastýrið krevur 200
fjórðinga mark. Hetta
merkir á góðum donsk-
um, at norðmenn ætla at
kradda eitt havøki til sín
sum er hálvaaðruferðir so
stórt sum Danmark.
Í rættinum legði Thyge
Lehmann dent á at grøn-
lendska fólki lívir av
fiskivinnu.
- Jan Mayen er 6bygd,
medan Grønland hevur
verið bygt í tåsundtals ár.
Jan Mayen er ein vind-
bard oyggj og har búgva
bert 25 vísindafólk.
Noreg vísir aftur, at tað
at Jan Mayen er óbygd
hevur nakran tydning. Í
dag fara norðmenn at
leggja síni sjónarmið
fram.
Hetta mál hevur stóran
áhuga fyri føroyigar. Vit
hava eisini eina gráa leið
við bretar at tingast um.
Thyge Lehmann verður
eisini samráðingarleiðari
hjá føroyingum. Tíðinda-
blaðið Sosialurin fer at
fylgja við hesum mál-
inum í komandi døgum.
jústinus
Vesturvón kann
pakka smátt
Vesturvón hevur fingið eina nýggja framleiðslulinju
sum gevur skipinum møguleika at levera fiskin í
øllum teimum støddum tað skal vera. Tað nýggja í
hesi framleiðslulinju er, at nú ber til at pakka flakið
heilt niður í 200 gramm pakkar. Útgerðin er gjørd í
samstarv millum Marell í Íslandi og Oilwind í
Miðvági. Petersen & Guttesen umboðar íslendingar
í Føroyum og teir hava verið við í tilrættaleggingini
av hesum arbeiði. llógan er 2,7 mió kr.
|
jústinus