leygardagur 16. januar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LSI -- JAVNAÐUR - BRØDRALAG
Bladioik Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahí
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Løgmansval
MÁNADAGIN skal ungið velja nýggj
an løgmann fyri Ala Dam, sum hevur
røkt løgmansstarvid í meira enn 16 ár
tilsamans. Henda dagin verður so eisini
reseptión í Tinganesi, sum landsstýrið
og Feroya javanaðarflokkur skipa fyri
ATLI DAM hevur helst meira enn
nakar einstakur poliukari í Føroyum
verið vid ul at mynda menningina í
samfelagnum. Umframt at hava polit-
iskar gávur og hegni sum fáur hevur
hann eisini verið við ul at leggja lunnar
undir ta samfelagsmenning, sum hevur
verið og sum hevur gjørt Føroyar ul eitt
vælferðarsamfelag. Hetta er møguliga
ikki rætta tíðin ul at vísa á hesar sann-
royndir, nú samfelagið alt er í kreppu,
og har tað tá oftani heldur verður leitað
eftir syndabukkum at geva alla skyldina
fyri núverandi kreppu. Men hóast
kreppu, sum eisini er nógv ávirkað av
støduni uttanum okkum, so skerst ikki
burtur, at okkara samfelag er nógv út-
bygt øll tey seinastu 20 árini, og at vit
øll hava notið ágóðan av hesi útbygg-
ing
ATLI DAM hevur verið tann føroyski
politikarin, sum kanska best hevur dug-
að at vinna okkum góð samráðingar-
úrslit í londum, har vit hava átt fiski-
rættindi. Hetta kann eingin taka frå
honum og eru tað ikki minst hesi fiski-
rættindi saman við eini miðvísari
útbygging av fiskiflotanum, sum hava
lagt nógvar lunnar undir tað samfelag
vit í dag hava.
HÓAST hann nú fer frá sum løgmaður,
so fer hann kortini ikki úr politikki
Hann fer framhaldandi at vera ung
maður fyri javnaðarflokkin og haraftat
Hlimar Jan Hansen -
Utgevar: PA $eslalurin
Uppseting PA Sosialurin
Prant: P/T Pressan 1981
Jústinus Eldesgaard
fer hann eisini at røkja fólkauingssessin
Henda hevur Jåkup Lindenskov røkt
væl og virdiliga nú í mong år. Nú verð-
ur tað so Atli Dam, sum skal átaka sær
hesa uppgávu og eingin ivi er um, at við
tí skili og treysti hann hevur í pol-
itiskum arbeiði, so kunnu vit rokna við
at fáa eitt sera gott umboð fyri Føroyar
á danaungi. Hetta verður møguliga eis-
ini av avgerandi týdningi fyri okkum,
nú tað ræður um at hava góð viðurskifu
við Danmark - ikki minst í nngum tid-
um. Eisini er tað umráðandi at hava tey
réttu fólkini á danatingi, tá føroyingar
skulu til at samrådast við danir um
sjálvsstýrislógina og annars onnur við-
urskifti, sum hava týdning fyri bæði
londini. Í
AT t:2ð so møguliga kemur ein javnað-
arstjórn í Danmark um stutta tíð talar so
mikið meira fyri, at Føroyar hava ein
fólkaungsmann, sum við drúgvu roynd-
um sínum í Tinganesi kann fáa sum
frægast burtur úr fyri Føroyar. Júst
henda sannroyndin kann fáa stóran
tydning fyri Føroyar í komandi tíðum.
NÚ skal so eftirmaður veljast fyri løg-
mann. Her er enn einki avgjørt, og tey
eru helst mong, sum halda tað vera løg-
ið. at ikki eitt løgmansevni er funnið
fyri langari tíð síðani, nú meguliga
uppaftur verri tíðir krevja, at samfelagið
fær brúk fyri einum góðum og sterkum
løgmanni. Stødan er tó tann, at hetta
val hevur ikki verið, men kunnu vit
rokna við, at tingið mánadagin fer at fáa
endaliga uppskotið frá flokkinum.
TEY ty landsstýrisfólkini eru øll í
uppskoti og síðani hava tað eisini verið
nevnd nøvn, sum vit tó ikki her fara at
viðgera her. Hvat teimum trimum
landsstýrisfólkunum viðvíkur, so eru
tey oll rættiliga nýggj í politikki, men
hava tó nakað væl av royndum bæði
Bústaður. Argjavegi 28
Tølgton: 11822
66. ÁRGÁNGUR
Postadr.. Postsmoga 78
110Térshavn
Tøletax 14720
Argjum
sum tingtølk og landsstýristólk. Øll
hava tey hver í sínum lag vist eginleik
ar, sum politikarar í einum oddasessi
skulu hava. Men tað verða so hvørki vit
ella lesararnir hjá Sosialinum, sum
koma at avgera, hvør verður løgmans-
evni. Og tad fara vit heldur ikki at gita
um. Hetta er ein avgerð, sum skal takast
av floksleiðslu javnaðarfloksins og
vónandi kemur hon fram til tann besta
egnaða persónin av teimum trimum um
so er, at:tað ikki verður farið út um
landsstýrismanningina at finna sær eitt
evni.
VON okkara er, at tað eydnast javn-
aðarflokkinum at fáa eiu fólk í løg-
manssessin, sum megnar at varðveita
flokkin samlaðan og sum megnar at
byggja upp aftur tað álit sum ringu tíð-
imar og samarbeiði við ein borgarligan
flokk lutvíst hava brotið niður. Tað er
altumráðandi - skal flokkinum verða lív
lagað - at hann stendur saman sum ein
maður og at hann umframt at halda fast
við tey grundleggjandi sosialdemo-
kratisku sjónarmiðini eisini er førur fyri
at endurnýggja og nútímansgera seg,
soleiðis at hann restina av 90-unum og
inn í næstu øld, kann verða flokkurin
hjá komandi ættarliðum.
EINS lítið tað nyttar at leita eftir synd-
abukkum fyri støðuna í samfelagnum,
eins lítið nyttar tað at seta kós inn í
framtíðina við einum politikki, sum
byggir á farna tid og umstødur.
Neydugt er at líta fran:eftir og til tess
krevur ikki bert flokkurin men føroyska
samfelagið ein dugnaligan og
skilagóðan løgmann. Ein løgmann, sum
hevur hugflog og dirvi til at taka tær
réttu avgerðirnar , men sum haraftrat
eisini hevur evni og vilja at lurta eftir
ødrum - at taka onnur við upp á ráð.
Og ikki at gloyma: ein landspolitiskan
løgmann.
(sara — Reseption
Moralur, hvat er tað?
Sannleiki, hvat er tad?
Grundað m.a. av hesum eru
funnir ósekir. Hetta er jura
spurdi Pontius Pilatus. Nú
tekur ein nýggjur spurning-
ur seg upp í Feroyalandi:
moralur, hvat er tað? Vit
hava greitt fingið at vita frá
landsins ovasta manni, at
dómurin í Heygadrangs-
sakini einki hevur vid moral
at gera — spurningurin er um
jura. I eini kjaksending i
sjónvarpinum mælti síðani
ein juristur til at man sissaði
seg og lat vera vid at kasta
politikaramar fyri úlvarnar.
Lógarbrot, fram í gjøgnum
mong ár í Tinganesi av
landsins ovastu monnum,
hava kostað føroyingum
upp í móti 2 milliardum í
effektivum veðhaldum.
fólk uppsegd, ungdómur
rýmir av landinum og fa-
miljur hava mist hús og
heim. Tann meinigi føroy-
ingurin er kastaður fyri úlv-
arnar. Millum hesar úlvar er
sakførann, sum við há-
tíðarligum og upplyftum
eygnabrái mælu ul at po-
litkararnir fingu frið. Hann
frøddist ikki sørt um at teir
fýra vórðu funnir ósekir.
Dómurin er grundaður á
eina juridiska spidsfindig-
heit: um eg stjali eina
millión frå tær, og tú veitst
at eg stjali milliónina, so er
ongin stuldur framdur. Inn-
anfyri hesar definiti6ns-
karmarnar vórðu menninir
við lit. Her kann man geva
løgmanni rætt, at dómurin
sum so einki hevur við
moral at gera. Men spurn-
ingurin kann víðkast: um tú
ikki sjálvur eigur millión-
ina, eg stjól við tinan góð-
kenning — um almenning-
urin í landinum eigur hana,
hvat so? Ja, so er bara at
binda frið, við slíkum kann
man ikki fara víðari. Síðani
kann poliukarin fara i
stjórastarvið við feitu al-
mennu lønini, juristurin fær
riddarakrossin og tann
meinigi føroyingurin fær
fétin i reyvina.
Juristurin fýltist á, at bú-
stjórarnir bert fokuseraðu
upp á Heygadrang í øllum
svansinum á Skála skipa-
smiðju. Eitt er púra greitt:
høvdu teir ikki gjørt tað, so
var málið sum heild ongan-
tíð komið í fokus. Tað hevði
verið ógvuliga lætt fyri
politikarar, embætismenn
og juristar at burturforklåra
eina frágreiðing vid gene-
rellari svadu um óreglulig
viðurskifu í landsumsiting-
ini. Bústjórarnir, um tað so
var við vilja ella ei, fingu alt
málið í fokus við at taka eitt
eyðkent dømi burturúr. Úr-
slitini eru tey, at nú er alt í
fokus: moralurin, juridikk-
urin, avleiðingarnar og á-
byrgðin.
etj.-
fyri løgmann
.
Seinnapartin måndagin
skipa landsstyrid og javn-
adarflokkurin fyri resep-
tiån i Tinganesi i sam-
bandi vid, at Atli Dam,
løgmadur fer frå.