Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 10 — 16. JANUAR 1993 Halgir Winther Poulsen, sakførari: Vit eiga ikki t leita eftir -Vit hava øll skyldina av gongdini í Føroyum í 70- og 80-årunum sigur Halgir W. Poulsen, sakførari í sambandi vid, at dómur nú er feldur í Hagadrangsmálinum. Við hesum sipar hann bæði til veljararnar og politikararnar. Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við henda ein hin kendasta fóroyska sakføraran og spurdu vit hann, um dómurin í Heygadrangs- málinum eigur at fáa avleiðingar! -Eg havi ongantíð persón- liga trúð uppá, at revsing er tað altavgerandi og heilaga prinsippið fyri at fáa skikk uppá verðina. Hvønn skal tú revsa? Teir, sum vildu hava skip og sum vistu, at ein kundi fáa skip! Skal ein revsa pol- itikarar, sum pakka 16 skip upp i senn år einum pakka og krøkja niður yvir høvdid á fólki. Skal ein revsa okkum veljarar, sum hava valt hesar menn! Eg kenni so ikki svarið uppá spurningin. -Men veljararnir kunnu sjálvandi revsa við at- kvødusedlinum leggur hann aftrat. Uppá fyrispurning um hann ber ótta fyri, at ákæruvaldið skal fara í Landsrættin við málinum sigur Halgir W. Poulsen, at hann ber ikki ótta fyri tí, men hann dugir tó ikki Veljararnir avgera sjálver, hvørjar politikarar teir vilja hava at síggja nakað endamál við at skula føra einar 30 prosessir um nakað, sum er farið. Sterri samanhang -Skulu vit nú til at gera upp við tíðina tá, og tað haldi eg ein skal viðhvert, so átti ein at sæð tað heila í einum samanhangi. Skip- ini vóru stór og tey vóru nógv og dýr. Men hvat við øllum teimum dýru bygn- ingunum, hospitalum, graslikisvøllum osfr. Skal tað ikki inn í myndina! Fer ein nú at reka einar 20 prosessir móti monnum, sum hava bygt skip, so verður tað aftur ein "av- leiðingsmangvra". So fokuserar ein uppá tað og skapar uppaftur tann illvilja móti monnum, sum annars skulu til at útvega skip. Og hvat skulu vit #5 kA gera í Føroyum við ongum skipum! Bvugt Halgir W. Poulsen heldur tað vera eitt sindur øvugt at pilka hetta burtur úr tí samlaðu myndini av 70- unum og 80-unum og fokusera upp á, at teir hava ikki havt nóg góðar reglur og eftirlit. Tað stendur greitt í lógini, at tað krevjast 10%. Og hann heldur fram : -Tá nú politikaramir, og tað vil eg pástanda, reelt fráfalla tað kravið, og hetta vistu vit framman- undan og tað vísir dóm- urin, so er tað ikki nakað revsiverdugt í ti at byggja skip. Um tann, sum hevur ræðið yvir einum kravi, fráfellur kravið, so er kravið ikki til. Tað er nak- að, sum eitur praksis. Tíðindablaðið GSK Halgir W. Poulsen: -Vit hava valt teir somu politikararnar aftur og aftur og ti kunnu vit nú ikki aftaná koma og krevja teir revsaðar. Skal tað vera nakað, so má tað vera eitt val Politikararnir -Men tå so politkararnir fråfella kravid, hava teir so brotið lógina? -Teir hava ikki brotið lógina, men teir hava frá- fallið kravið. Tað eru pol- itikararnir, sum umsita samfelagið vegna okkum øll, og tá teir siga, at teir síggja eitt sindur lætt uppá hetta við teimum 10%, so er tað veruliga fráfallið. Tann maður, sum hevur verið politikari í 70- og 80-unum, sum pástendur, at hann veit einki um hatta, hann átti ikki at stilla upp aftur leggur Halgir aftrat, og her hugs- ar hann um allar politi- karar og ikki bert teir, sum hava stýrt í Tinganesi. -Eg haldi, at Johan K. Joensen segði tað so væl. Føroyar eru ikki stórri enn SO, enn at tú veit. Dómarin loyst sína uppgávu væl -Heldur tú dómarin í sínum dómi hevur tikið hædd fyri hverjar avleið- ingar hetta málið kundi fingið fyri so mong onnur, nú hann fríkendi teir ákærdu? -Nei avgjørt ikki. Dóm- arin hevur loyst sína upp- gávu, sum ein rættur dóm- ari skal. Hann hevur tikið stóðu til tað mål, sum er lagt fyri hann. Tað er reist ákæra fyri bedragarí móti fýra monnum. Treytirnar fyri at dóma teir fýra menninar eru ikki til steð- ar, og tí verða teir frí- kendir. Tað er heilt einfalt. Halgir W. Poulsen heldur tað verða annars burturspiltar pengar, um málið nú fer í Landsrættin. -Men ein veit jú ongan- tíð. Ætlar ákæruvaldið at halda fram við 25 skipa- málum, so eru teir noyddir til at kæra henda dómin. Dómur yvir okkum ell Hann sigur víðari, at hetta er ein ógvuliga harður dómur yvir okkum øll - skipanina. -Eg haldi ikki nakar hevur nakað serligt at rósa sær av heldur, men nú at fara uppá jakt eftir syndabukkum, nú alt er liðugt og skramblað saman, er eitt sindur smagleyst. -Men skal so eingin hava skyldina fyri gongd- ina? -Alt hetta hevur gingið fyri seg í eina langa tíð, har politikararnir eru afturvaldir og afturvaldir ferð eftir ferð uppá at byggja stórri og fleiri skip enn undanfari løgmaður osfr. Hvgnn skulu vit koyra frá! Skuldi ein tikið avleiðingarnar fult út, so vildi tað verið rætt at útskriva nýval og velja nýggjar menn og kvinnur, men tað hjálpir so kanska hvorki so ella so! Framhald á síðu 22 Allir politikarar, sum eru valdir í 70-unum og 80-unum vistu, hvussu mannagongdin við eginpeningi var sigur Halgir W. Poulsen