Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 12 — 20. JANUAR 1993 Heilsan til Havnar Róðrarfelag við farnu 60 árunum Kvæði um DREKASTEVNIÐ Tá eygað á vánna lítur har kappróðrarbátar hvítir teir bera sítt drekastevni so errin eg her teir nevni Sílið er nevnt av navni tað vann við mangum favni tað bardi tann róðurin harða Sigurin var teirra æra Gongurólvur so hvítur á bylgjuni fram seg skjýtur í kappróðri hann ikki smæðist et aðrar bátar hann ræðist Tað áttamannafarið Ørvur ei burtur úr rúgvuni hvørvur á skúmandi sjógvi hann rann Tann r6durin Ørvurin vann Havnarbáturin rennur hvor maður í árarnar spennur ein vinnari aftur hann var og steyp inn í neystið hann bar Vit havnarmenn so frægir í ítrótti altíð glaðir vit saman um byrðarnar standa við réttum ítróttaranda Tú havnar Róðrarfelag eg kvødu tær beri í dag Tú heimið er fyri mær So leingi ið hjarta mítt slær. Orð eftir Á. A. 19/1-93 Tíðindablaðið GF Livfiskastødin I Skopun Lívfiskastóð? — Kynbótararbeiði? Hvat er tað og er tað neyðugt? spyr Hjalti i Jåkupsstovu í greinini Føroyska samfelagið er í einum djúpum ííggjarlig- um aldudali. Veiðan av botnfiski undan Føroyum er minkað í helvt saman- borið við 1985 og prísir- nir á fiskaúrdráttum eru í botni. Alingin, sum stórar vónir vóru til, er í anda- leypi av yvirskipan, ið elvdi til lús, sjúkur, mis- trivna og felli, og vánalig- um prísum. Afturat hes- um kemur, at tær alt ov stóru almennu og privatu íløgurnar skulu gjaldast aftur, so ella so. Avleið- ingar kenna vit øll, hóp- arbeiðsloysi, minni skattainntøkur hóast hægri skatt, minni aftur- bering til fiskivinnuna, manni studningar, at kalla ongar nyiløgur osfr. A fíggjarlógini fyri 1993 eru tó settar av kr. 12 mill. til livfiskastød í | Skopun. Í seinastuni hava fleiri, m.a. Hendrik Old, formaður í løgtingsins fiskivinnunevnd, sagt seg vera ímóti hesi fløguni, nú ráðini eru so ring, og mælir heldur til at nýta avsetta peningin til at vaksa um stuðulin til fiskivinnuna. Sjálvur haldi eg fløguna vera sera skilagóða og at tað er rætt at gera hana nú. Føroyar hava allarbestu fortreytir fyri at ala laks og síl. Hetta síggja vit best av at villi laksurin hevur valt okkara havgki til beiti. Men sum so ofta dugdu vit okkum ikki hógv og yvirskipaðu øll øki har aling kundi vera. Urslitid kenna vit øll. Bankarnir fíggjaðu mun- andi minni smolt at seta út í 1992 enn árini frammanundan, og í ár ljóðar, at teir koma at fíggja upp aftur minni. Alararnir, ið eftir verða, koma ai nava tað nógv rúmari, og av tí sama kemur fiskurin eisini at trívast betur. Men fram- leiðslan verður væl minni enn árini undan, og vandi er fyri at fleiri smoltfram- leiðarar fara á húsagang, ti teir ikki sleppa av við fiskin. Hetta verður sjálv- andi ein trupul tíð, men vónandi fáa vit eina vinnu, ið passar til um- støðurnar. Men tað er ikki nóg mikið. Prísirnir á alilaksi koma framyvir at vera lágir, og tað verða bert al- arar, ið hava góðan rakst- ur, góðan vøkstur og lítið felli, sum koma at klára Av ótta fyri at fáa flein sjúkur er ikki ráðiligt at flyta rogn ella smolt til Føroya. T.v.s. at vit mugu nýta tað ulfar, sum er í landinum til framleiðsl- una víðari. Henda av- marking ger tað alneyðugt við einum miðvísum fyri- byrgjandi heilsuarbeiði og kynbótararbeiði, um aling í Føryum skal verða kappingarfør í framtíðini. Fyribyrgjandi heilsuarheiði Av sjúkum er tað serliga IPN, furunkulosa, BKD og hjartaklovningur, sum eru vandamiklar í løtuni. Fiskur við IPN smittar frá fiski til fisk í einum ringi og frá einum ættar- liði ul næsta gjøgnum rognini. Sjúkan kann ikki viðgerast við heilivági, og tað ber ongantíð til heilt at sleppa av við IPN, men um einans rogn undan frískum fiski verður nýtt til smoltframleiðslu, kann tittleikin av IPN minkast heilt munandi. Furunkulosa smittar heilt illa. Við at sóttreinsa rogn og síðan koppseta maðkapirrumar og fiskin, kann tamarhald fáast á sjúkuni. BKD spjaðist nú skjótt um alt landið. Sjúkan er lúnsk, ú fiskur kann verða smittadur, uttan at tað sæst, og viðgerð við heili- vági er torfør. Eisini henda sjúka smittar frá fiski ul fisk og komandi ættarliðini igjøgnum rognini. Kynbótaarbeiði Øll kenna tað miðvísa kynbótaarbeiði, ið er gjørt við neytum. Eitt líknandi arbeiði fer fram í Noregi við alilaksi, og úrslitini higartil vísa ein betri vøkstur uppá 15% fyri hvort ættarliði, ella uml. 4% hvert árið. Gera vit ikki tað sama, fara norð- menn, okkara kappingar- neytar, eitt tak fram um okkum fyri hvert ár. Og vit hava eftir heilt fáum árum onga møguleika í kappingini. Fiskirannsóknarstovan og P/F Fiskaaling hava í fleiri ár arbeitt við at fara undir fyribyrgjandi heilsuarbeiði og kynbót- um av alilaksi í Føroyum. Og í 1988 var ein ætlan góðkend av Landsstýrin- um. Fyrsta stigið var kyn- | bétahøllin við Áir, sum varð tikin í nýtslu í 1992 og seinna stigið er lív- fiskastødin í Skopun. Sjálvt arbeiðið við fiskin- um byrjaði við strúkingini heystið 1991. Tá varð hvor einasti laksur, ið var strokin, kannaður fyri IPN, og øll rogn undan fiski har IPN vard stadfest fyribeind. Hini rognini og seinni ynglid undan hvørjum laksapari (ein fa- milja) eru sidan havd hvør sær til madkapirran er nóg stór at merkja. 21: > Í Næsta strúkingin var | heystið 1992. Tá varð umframt fyri IPN hvor fiskur eisini kannaður fyri | BKD. Títtleikin av IPN var nógv stærri í 1992 enn í 1991 og ul taks vóru av somu orsøk munandi færri familjur har IPN í ikki var åvist. I heyst er | væntandi, at títtleikin verður uppaftur størri, og tað sama aftur í 1994. Men tå skuldi eftir ver- andi ætlan verið sloppið Títtleikin av IPN og væntandi eisini BKD veksur tó so skjótt, at verður ætlanin skotin bert eitt ár longur fram, er stórur vandi fyrr, at lítil og ongin frískur fiskur er til taks í 1995. Tá ynglið frá strúking- ini í 1991 verður smolt í vár, skulu 10.000 merkt smolt í livfiskastødina í Skopun og 10.000 í ringar hjá útvaldum alarum, tó líka nógv systkin frá hvørjan familju hvønn vegin. Komandi tvey årini verður síðan út frå merkj- unum nágreiniliga skrá- sett, hvussu fiskurin settur út til alarar klárar seg, Le. hverjar familjur klára seg frægast í vanligari aling, vaksa best, hava fastasta | og reyðasta fiskin, tola mest av sjúku o.s.fr. Fisk- urin í Skopun kemur at verða í brunnum á landi við sjógvi pumpaður av 40 m. dýpi. Skopun er longst frá allari aling í sjónum í Føroyum har hetta ber til, og tí er har minst smittuvandi. Í 1995, tá hetta ættarliðið er búgvið, verður laksurin í Skopun frá familjunum við frægasta ættarbreðg- inum strokin. Eisini tá skal hvor fiskur tikin til strúkingar kannast fyri sjúku. Men negdirnar av hesum rognum verða tá so stórar, at smoltalarar kunnu keypa rogn, ið eru frískari og sum hava betri og kappingarførari egin- leikar f okkara umhvørvi, enn um hetta arbeidi ikki var gjørt. Sama framferð verður síðan hvert árið framyvir. Vit mugu í dag kanna hverja íløgu væl og virði- liga við atliti til framtíð- ina. Skulu vit framhald- andi hava aling, má vinn- an verða kappingarfør. Tað verður hon bara við góðum fiski, og ti er fløg- an í livfiskastødina í Skopun eisini neyðug. Steðga vit nú, fer fløgan við Air fyri skeytið, ar- beiðið við at velja frískan fisk í tvey ár fer eisini fyri skeytið, og tað kann royn- ast meint bakkast fyri før- oysku alivinnuna. Tað eru nógv øki, ið hava brúk fyri pengum beint nú. Men at taka pen- ing frá iløgum í framtíð- ina fyri at fáa eitt skotbrá í nakrar mánaðir, kann skjótt verða ein stokkutur Í hiti. Hjalti í Jákupsstovu På —"—Þ Í