Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. januar 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

" FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Fyritaksstjóri Krisjan Dat Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Målsøkid undirgrund NÚ vit hava fingið nýggjan løgmann er talið á landsstýrifólkum minkað við einum. Marita Petersen, sum í tvey ár hevur verið landsstýrismaður, hevur nú tíkið við løgmansstarvinum og eingin er komin í hennara stað. Hetta var partur av samgonguavtaluni millum javnaðar flokkin og fólkaflokkin. NÚ skulu so hennara målsøki bytast millum hinar báðar landssstýrismenn inar hjá javnaðarflokkinum, men helst tekur hon okkurt av gomlu målsøk) unum við sær í løgmanssessin, og møguliga verður okkurt av målsøkj- unum hjå løgmanni latin umrøddu landsstýrismonnum SAMBÆRT útvarpinum í vikuni hevur fólkaflokkurin borið upp á mál, at tað er náttúrligt, at málsøkið undirgrund verð ur latið orkumálaráðharra tess at umsita, nú tað er yvirtikið og sostatt ikki longur uttanríkismál og harvið heldur ikki målsøki løgmans - tvs sambært definitións Svend Åga Ellefsens - um vit skiltu tíðindini í utvarpinum rætt. TÁ tveir flokkar eru í samgongu eigur at bera til at tosa um øll mål. Í hvussu er eiga partarnir at lurta eftir hvgrjum ødrum. Tað eigur javnaðarflokkurin eisini at gera í hesum máli. Og tá hann hevur gjørt tað eigur hann stutt og greitt at lata fólkaflokkin vita, at soleingi : Jan Miller Baðíói. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - | Uopseinq P/T Sosialurin Hilmar Jan Hansen - Utgevar: PA Sostalurin Prent: P/t Pressan 1981 Jústinus Eidesgaard eingin onnur avtala er gjørd og soleingi undirgrundin er måløki hjá løgmanni og soleingi alt lógarverkið viðvíkjandi undirgrundini ikki er gjørt, soleingi diskuterar javnadarflokkurin ikki henda spurningin. Hann heldur tvgrturímóti fram at arbeiða við honum við størsta álvarsemi. Nakað annað er so, um hann vil lurta eftir ynskjum fólka floksins eftir eitt komandi val at fáa hetta målsøkid, um tað skuldi hent, at hesir flokkar aftur komu í samgongu Men tað vil tíðin so vísa TAÐ er ikki sért næsadjarvt av lands- stýrismanni fólkafloksins í orkumálum nú eftir løgmansskiftid at royna at kanna sær undirgrundina sum målsøki Nú eftir at fyrrverandi løgmaður javn aðarfloksins hevur brúkt stóran part av orku síni til at sannføra danir um, at undirgrundin er okkara - ja hevur gjørt alt tað sokallada skitna arbeiðið - so stingur fólkafloksmaðurin Svend Áge Ellefsen høvdid uppundan og sigur "Haps". FYRI tað um undirgrundin er yvirtikin, so restar enn nógv í at fáa hana upp á pláss, um ein kann siga tað so. Alt tað stóra lógarverkið, sum nú skal gerast júst í sambandi við undirgrundina, er ein so mikið týðandi uppgáva, at hon eigur at vera í hondunum á løgmanni og ikki nú bráddliga latin einum orkumála- ráðharra at umsita. Og skulu vit tó til at viðgera spurningin, hvgnn landsstýr- ismann ráevnini í undirgrundini eiga at hoyra til í framtíðini, tá var tað nógv meira náttúrligt, at tey komu at verða umsitin av ídnaðarmálaráðharranum hvers uppgåva er og verður tað enn meira í framtíðini at fáa meira burtur úr okkara tilfeingi og harvið eisini møgu- ligari olju í undirgrundini. Tí varð kanska rætt longu møguliga at býta målsøki undirgrund og ráeynini í undirgrundini millum løgmann og idn aðarmálaráðharran. Hetta eiga javnad arumboðini í Tinganesi meguliga at umhugsa. Annars kann sigast um undirgrundina , at vit mugu brúka tid upp á finna út av hvat målsøki hon hoyrir til. Tí sjálvandi er her eisini talan um orkumál TAÐ var við tógvið strid, at føroyingar við javnaðarflokkinum á odda fingu undirgrundina heim. Hetta stríð má ikki verða tileinkisgjørt, nú ein ávísur lands- styrismadur ynskir at fáa hetta so týð- andi málsøkið at umsita. HER er als ikki talan um at gera mun á flokkum ella monnum/kvinnum í sam- gonguni. Men her snýr tað seg um at fullføra eitt arbeiði, sum serstakliga javnaðarflokkurin við fyrrverandi løg- manni við lív og sál byrjaði og legði lunnar undir. Fyri tað um undirgrundin er yvirtikin, so er enn langt á mál. Og tá tað snýr seg um týðandi part av fram- tíðar tilverugrundarlag okkara, so er tað so mikið týdningarmiklari, at sami flokkur, sum hevur tikið hetta tunga takið at fáa undirgrundina heim eisini kennir ábyrgd móti Føroya fólki at fáa Teiston. 11820 66. ÁRGANGUR Bústaður: Argjavegi 28 | Posiadr.: Postsmoga 78 Argjum 110 Tórshavn Tøletax 14720 hesa hesa somu undirgrund ul høldar Her skal ikki arbeiðast fram efur fumm um. Her skal ikki arbeiðast út frá princippinum um vina- og kenning arpolitikk. Tann tíðin må vera farin Her skal farast vardliga og skilagott fram, soleiðis at vit forða fyri teimum mest negativu avleiðingunum av yvirtøku av undirgrundini og troytan av møguligum råevnum í henni. VIÐ yrvirtøkuni av undirgrundini ganga vit eini nýggjari men eisini eini vandamiklari tíð á meti. Meira enn nakrantíð áður ræður um at venda sær burtur frá vina- og kenningarpolitikk- inum og stuttskygda profittpolitikkinum hjá ávísum flokkum og politikarum og vinnulivsmonnum. Tað ræður um at umsita hesa Føroya fólks ogn sum okk- ara alra ogn og ikki sum ogn hjá nøkrum fáum at vinda tann síðsta dropan burtur úr fyrst og fremst til egnan vinning. Vónandi kennir javn- aðarflokkurin sína skyldu á hesum øki og vónandi rennir hann ikki frá hesi so týðandi ábyrgd tað er at umsita Føroya fólks undirgrund og råevnini í henni. SKULU fólkaflokkurin og javnað ar- flokkurin halda fram við samstarvinum skeiðið út, so eiga ikki einstakir lands- stýrismenn at sleppa at seta kílar í hettta samstarv við at mitt í skeiðnum, at seta krøv, sum miðja móti at broyta tað samgonguskjal, sum varð undir- skrivað fyri tveimum árum síðani. Sjóforágreiðing um óhappið hjá Klovningini: ynstringin Maskinmeistarin á Klovningi, sum næstseinasta sunnu- dag fekk álvarsligan sjóguv á Hatton Bank, vísti í sjófrá- greiðingini á fleiri brek umborð á skipinum Nú stendur upp ul politid, um tað heldur, at nøkur ákæra skal reisast í sam- bandi við, at Klovningur sunnukveldið 10. januar fekk ein sjógv á Hatton Bank, og skipið fekk stóran skaða. Tá sjórætturin var settur fyrrapartin í gjár, grunaði dómarin Hans Mosbæk ikki, at hetta fór at gerast nakar drúgvur rættarfund- ur. Skiparin Brynjálvur Pet- ersen segði fyrst sína søgu um tað, ið hent var á hesum ringa túri. Brynjálvur Petersen greiddi frá, soleiðis sum hann longu frammanundan hevur gjørt alment, um illveðrið serliga henda sunnudagin, og at teir um kvøldid fingið ein sjógv, sum legði skipið á liðina. Bæði hevuðsmotorurin og hjálpimotorurin fóru, og teir høvdu bara VHF-aran, ti skip í hesi støddini skulu ikki hava neyðsendara. Eingin hoyrdi neyðarkallið frá teimum yvir VHF-aran fyrr enn mikumorgunin, og morgunin kom so Ólavur Halgi at sleipa teir til lands. Aftaná hesa frágreið- ingina kom maskinmeist- arin Regin Berg at greida rættinum frå. Hann hevði aðra fatan av viðurskiftunum — umborð enn skiparin. Regin Berg møltti í rættinum við brotn- aðari ngs. Hann gjørdi vart við, at maskinan ikki var í lagi, tá Klovningur fór út. Teir høvdu verið í Scrab- ster og fingið olju, og heta var vánalig olja, og tað hevði vid sær, at teir noydd- ust at skifta filtur alla tíðina. Tvær ferðir á hvørji vakt skifu hann. Kortslutningur hevði eisini verið umborð, tá teir fóru inn ul Scrabster at selja beint fyri hesum ódnar vedrinum. Tá hevði hann bíðið skiparan um at sleppa at liggja ein dag longri inni, ti umvælingar, ið kravdu, at motorurin stóð sullur, skuldu gerast. Skipið fór koruni út. Tað kom fram á fundi- num, at Regin Berg hevði peikað á fleiri viðurskifti umborð, ið áttu at vóru í Olagi. Tað kom eisini fram, at illstøda kom í millum skiparan og maskinmeist- aran. Maskinmeistarin segði upp, meðan skipið enn lá í Scrabster, men hann vildi halda fram, ul nýggjur maskinmeistari var komin umbord. Regin Berg nevndi, at mynstringin var so sum so å Klovningini. Hann skuldi upprunaliga vid sum annar meistari, men beint áðrenn teir fóru úr Føroyum, varð hann ulneyndur at vera 1. meistari. 1. stýrimaður mynstraði eisini sum annar meistari, men tá komu út, var hesin stýrimaður burturav, og ein, sum mynstraði sum dekkari var annar meistari. Regin Berg hevði frå skiparanum fingið at vita, at hann skuldi syrgja fyri at fá neyðuga undantaksloyvi, so Regin kundi vera 1. Meistari, men nú aftaná var Regin komin eftir, at har var einki undantaksloyvi. Regin Berg helt tað eisini vera logið, at skiparin sendi tey tíðindi heim, at alt stóð væl ul. So væl stóð nú ikki ul, tí báðir maskinmeinnir høvdu fingið snuddir í høvdid, og tveir aðrir høvdu sligid seg. Ein hevði fingið nógvan sjógv í seg, og teir vóru kaldir og illa komnir, tá Ólavur Halgi kom eftir teimum. Teir á Olavi Hal ga fingu heldur ikki at vita, hvussu til stóð. Virkandi annar meistarin umborð, Ólavur Michelsen, styðjaði ikki frágreiðingina hjá Regini Berg. Hann var meira varin. Brynjálvur Petersen hevði ongar viðmerkingar til atfinningarsomu frá- greiðingina hjá Regini. Nú verður útskrift av rættarfundinum send Maskinmeistarafelagnum, sum fyrst verður spurt, áðrenn landsstýrið gevur undantaksloyvi. Politiið fær eisini avrit fyri at taka stóðu til, um orsøk er til at skuld- seta nakran, og skipasynid fær somuleidis frågreiding vid atliti til vidurskiftini umborð. randi