Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. januar 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 17 — 27. JANUAR 1993 Landsstýrið vil broyta handverkaralæruna I mong ár hevur verið talan um at broyta tað sokallaðu meistaralæruna, men hóast fleiri álit eru skrivað, er enn einki hent. Men nú skal tað vera, sigur landsstýrið Eitt av teimum málum, Marita Petersen, løgmaður arbeiddi nógv við sum landsstýriskvinna í skúla- málum, var at broyta lóg ina um yrkisútbúgvingar nar. Milum annað hand verkaraútbúgvingina, sum vit vanliga hava kallað meistaralæruna. Hendan skipanin hevur verið galdandi síðani hand- verkaraútbúgvingin varð skipað, og er galdandi enn, men í vår samtyku løg- ungið at seta á stovn stød- isútbúgving við teknisku skúlarnar í Havn og í Klaksvík, sum skuldi vera grundarlag undir nýggju handverklaralæruni, sum tó enn ikki er samtykt Verður nýggja skipanin, í samband við handverk- araútbúgvingina, ikki sam- tykt í vårtingsetuni, koma nakrir av teimum næm- ingunum, sum hava fingið útbúgving eftir nýggju skipanini, illa fyri. Tí held- ur landsstýrið tað vera umráðandi, at fáa nýggju handverkara útbúgvingina samtykta skjótast gjørligt, Klaksvíkar Sjúkrahús Bandagistur og Ortopædiskur skómakari frå Samfundet og Hjemmet for Vanføre i København, arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í døgunum 9. februar 1993, og á skaðastovuni á Landssjúkrahús- inum 10. februar 1993. Tíð fæst við at ringja á Klaksvíkar Sjúkrahús, tlf. 55463. Inngongd er norðanfyri i kjallaranum i starvsfólkahúsinum. men tað verður ikki bert sum at siga tað. Tað eru enn tey, sum vilja varð- veita gomlu meistaralær una, og tey halda fast upp á síu. Millum onnur Før- oya Handverksmeistara- felag Málið hevur verið til um- mælis ymsastaðni. Millum annað á Teknisku skúlun um, Lærlingafelagnum, Foroya Handverkarafelag Føroya Læruråd, Lands skúlafyristungini, og Før oya Handverksmeistara- felag. Øll uttan Handverks- meistarafelagið mæla ul at næmingur kann annað- hvort byrja útbúgvingina á einum virki ella á einum skúla, grundað á eina út búgvingaravtalu, ella í skúla uttan at hava gjørt nakra útbúgvingaravtalu frammanundan. Hand verksmeistarafelagið krev ur, at áðrenn ein hand- verksútbúgving kann byrja, annaðhvort talan er á skúla ella hjá meistara, skal sáttmáli verða gjørdur frammanundan. Landsskúlaráðið hevur eisini havt málið fyri á fundi, men tók tá onga avgerð. Ætlanin er at taka tað upp aftur á einum komandi fundi. Roknast kann við, at Landsskúla ráðið kemur við eimi tilråding, men avgerðar rætturin liggur hjå lands stynnum, sum síðani fer í løgungid við einum upp skoti Løgtngsformadurin hev ur bodad frå, at seinasti framløgudagur er 4. mars, so hesa freist hevur landsstýrið fingið at koma við uppskotinum um at broyta handverksútbúg ingarnar í Føroyum tór.- | " . N JAPAN X / HANDSKAR ADC Heilsølan Låarvegur 14 - Tórshavn Fax 15893 Tlf. 15828 r — Tíðindablaðið (HV L Fleiri møguleikar at fåa grunninum pengar Landsstýrið arbeiðir enn vid ymiskum møguleik um at tryggja arbeiðsloysisskipanini nóg mikið av inntøkum, so skipanin kann lata hvørjum sítt Sum skilst, hevur Fólkaflokkurin einki ímóu at lata grunninum pengar úr arbeiðsmarknaðargrunn- inum, men tað vil Javnaðarflokkurin ikki. Hin vegin hevur Javnadarflokkurin víst á møguleikan at arbeiðsgevararnir rinda tað í grunnin frítíðarpengum Hugsast kann, at úrsliuð verður ein neyðsemja av hesum báðum møguleikum teir spara í Men møguleikarnir eru eisini aðrir. Talan hevur eisini verið um at hækka prosenuð arbeiðsg IONaKarar evarar gjalda, og somuleiðis hevur verið upp á tal, at hækka inntókulofuð mánadagin, men sum skilst ter land 10 ikki á gjørligt, hóast arbeið ildfy ul einaferð i heyst tor Møguliga at låna úr grunnum Sum er, er gjaldføri landskassans í lagi, og einki skuldi verid ul hindurs fyri, at alment lønt fåa løn sína til tíðina í hesum og næsta mánað, men í mars mánað kann tað gerast trupult um einki hendir. Roknast kann við, at landsstýrið kemur í tingið fyrsta dagin við einhverjum uppskoti, sum beta kann um gjaldføri nú beinanvegin. Sum skilst er enn ikki rættiliga greitt hvussu uppskotið fer at síggja út, men óhugsandi er ikki, at landsstýrið fer at biðja um heimild at lána úr onkrum grunni. Í so máta kann bæði Ídnaðargrun- nurin og Menningargrunnurin koma upp á tal tór.- se