týsdagur 2. februar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI — JAVNADUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múlller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Biaðfóis. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: PA Sosialurin
Uppsetng PA Sosialurin
Prant: P/t Pressan 1981
Jåstinus Eidesgaard
Bústaður. Argjavegi 28
Argjum 110 Tórshavn
Tølgton: 11820 Telefar: 14720
66. ÅRGANGUR
Postadr : Postsmoga 78
ft =
Kynstrið at vid-
ganga mistøk
|
LANDSSTYRISMADURIN í heilsu-
málum upplýsti hósdagin í Sosialinum,
at hann nú fer at mæla løgmanni, sum
umsitur lønarmål, at seta avloysara fyri
tann nógv umstridda barnalæknan
| Hetta ger hann út frá ráðunum frá
| skrivstovustjóranum í danska heilsu-
málaráðnum, sum heldur tað vera sera
rímuligt, at Føroyar við sínum 47.000
íbúgvum hevur ein barnalækna.
NU mugu vit so bert seta okkara álu á
nýggja løgmannin og landsstýrið ann
ars, at tað virðismetir arbeiðið, ið ein
serlækni í barnasjúkum tekur sær av, so
mikið høgt, at alt tjak um, antin vit í
heila ukid skulu hava ein tilikan ser
lækna i Føroyum ella ikki, er søga
|
-
TAÐ var undanfarni løgmadur, sum
gjørdi av at útseta málið við avloysara
fyri barnalæknan og kom landsstýris
maðurin í heilsumálum til ta niður
stóðu, at landsstýrið skuldi fáa danskar
heilsumyndugleikar at koma við einum
úttalilsi, um avloysari átti at verða
settur. Síðani tá eru komin nógv mót-
mæli til landsstýrið, har starvsfólk á
bæði fødideild og barnadeild og onnur
við hava funnist at avgerðini at bíða við
at taka stóðu til avloysara. So mikið
frægur var heilsumálaráðharrin, at hann
herfyri boðaði tinginum frá, at lands
stýrið fór at taka spurningin til við
gerðar aftur. Og nú kom sami maður so
við ráðunum úr Danmark um at seta
avloysara.
LAT tað tó verða sagt beinanvegin, at
tað kann sýnast sera margháttligt og
ódámligt at skula leita til Danmarkar
eftir ráðum, um vit skulu seta ein av-
loysara fyri ein barnalækna. Tá tað er
sagt, so kunnu vit bert fegnast um, at
landsstýrismaðurin er so mikið frægur,
at hann lurtar eftir góðum ráðum og
tekur tey til eftirtektar
TAÐ er einki dulsmál, at sami lands
stýrismaður hevur staðið fyri nógvum
skotum í seinastuni, nú hann umsitur
nøkur sera torfør og serliga kenslusom
øki, eitt nú heilsuverkið og almanna
verkið. Vit minnast øll, hvussu eitt
skriv frá landsstýrinum um, at pensio
nistar, sum búgva í egnum húsum og
sum onga skuld hava í teimum, skulu til
at gjalda eykagjald, leyp ødi í allar
pensionistar í landinum! Og vu
minnast, hvussu sami landsstýrismaður
í eini beinleiðis útvarpssending kendi
seg noyddan til at boða frá, at her varð
eitt mistak gjørt, og at landsstýrið tók
skrivið aftur fyri at kanna tað betri
ØLL kunnu vit mistaka okkum. Tað er
menniskjansligt. Eisini politikarar og
embætismenn kunnu mistaka seg. Men
ber til at bata um skaðan, áðrenn hann
er hendur, so eiga vit at verða nøgd við
tað. Tað var hetta, sum umrøddi lands-
stýrismaður gjørdi í pensionista-
málinum og lutvíst eisini í barnalækna-
málinum, har hann tók ul eftirtektar
mótmælini og somuleiðis ráðini frá ødr
um heilsumyndugleikum.
TAÐ er eingin skomm at broyta eina
stødutakan, tå tú uppdagar, at tú hevur
tikið eina skeiva stóðu ella hevur mis-
tíkið teg. Høvdu tað bara verið fleiri,
sum høvdu dirvi og ærligheit til tess, tá
hevði nógv kunnað verið ødrvisi í hes-
um landi. Tí okkara orð til tann nógv
útskeldaða heilsumálaráðharran: hattin
av fyri honum fyri at tora at viðganga
mistøk og at tora at broyta eina støðu,
soleiðis at forðað verður fyri ringum
avleiðingum.
Fekk Sjógv so lastin
Skeyt seg
Í i nógva vindinum måna-
dagin slapp Star Saga ikki
at bryggju í Havn í fyrstu
ein landsynning úr Suður-
oynni, fingu teir tveir
sjóvgvar inn á bakborðs-
inum, sum skeyt seg.
Skúlanæmingar við
síðu sum gjørdu, at lastin
skeyt seg. Teir av mann-
ingini vit prátaðu við,
søgdu seg bera Ótta fyri, at
fingu teir ein sjógv aftrat,
kundi lættliga verið galið.
Skipið var fulllastað.
Bingjur á dekkinum og
stykkjagóðs í lasuni. Tað
var góðsið á millumdekk-
atløgu. Teir máttu fara út
aftur á fjørðin, men aðru
ferð gekk betri. Tá hjålpti
Skúmarin til
Men hetta var ikki tað
ringasta við hesum túrin
um hjá Star Saga úr Dan
mark. Ilvedur var so at
siga allan túrin, og tá teir
vóru einar 40 fjórðingar í
Við Star Saga eru tíggju
mans, men umframt teirr
vóru tveir skúlanæmingar
av Argjum sum vóru í
starvsvenjing.
- Annar teirra mundi helst
liggja i koyggjuni megin-
partin av tårinum, men hin
var uppi, tå skipid fekk
sjógv, men eg haldi ikki, at
hann nákrantíð varnaðist
hvussu álvarsligt tað kundi
verið, sigur ein av mann-
ingini. Hann heldur, at tað
er ov vánaligt av lærarun-
um, at senda skúlanæming
ar við skipi á vetrardegi.
-1 tilikum føri, sum
okkum var fyri sunnanfyri
Oyggjarnar, hava vit nóg
mikið við at ansa eftir
okkum sjálvum, og tíans-
heldur eftir øðrum, sigur
ein av manningini, sum
við hesum sendir áheitan-
int víðari til lærararnar, um
at hugsa seg betri um eina
aðru ferð teir skulu senda
næmingar út í praktikk.
tór
Skipið var fulllastað
Bingjur á dekkinum og
stykkjagóðs í lastini.
Mynd: Kalmar
Star Saga hevði stóra
slagsíðu tá hon kom inn
á Havnina, men skjótt
rættaðu teir skipið
uppaftur. Mynd: Kalmar
FLOGFERÐA-
ferðasamband
við utheimin!