týsdagur 2. februar 1993síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 21 — 2. FEBRUAR 1993
Ognarskattur ella ikki. Eg gjørdi
ikki annað enn min skylda var:
Tingið kann
ikki áleggja
mær at bróta
log og avtalu
-segði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í
almannamálum, tá hitt ólukku brævið, viðvíkj-
andi húsavirði hjá pensionistum, var til við-
gerðar á tingi
-Í unginum eru nógvir,
sum vaska sínar hendur,
sum Pilatus gjørdi á sinni
Hetta eru fyrrverandi
landsstýrismenninir, sum
ikki tóku hond frá síðu, at
dagføra ymiskar sosialar
logir. Tað må eg nú gera,
hóast trupult er at fram-
rokna upphæddir frá gaml-
ari tid. Men eg geri ikki
annað enn lógir og reglur
fyriskriva, og tí kann tað
ikk: annað enn tykjast
logið, at tingid nú vil á
leggja mær at bróta lógir
og reglur
Hetta segði Jóannes Ei
desgaard, landsstýrismaður
í almannamálum í sam
band við tvinni uppskot,
sum komu frá Krisuliga
Fólkaflokkinum og Mið
flokkinum
Uppskotini snúði seg um
at ungid skal áleggja
landsstýrinum ikki at inn
tøkurokna virði av fríum
bústaði hjá pensionistum
Funnust at skrivinum
Fleiri tingmenn funnust
hardliga at ti ólukku skrivi
sum landsstýrið sendi út
herfyri, sum snúði seg um
at fríur bústaður hjá ávís
um pensionistum skuldi
mótroknast pensiónini
Tingmenn kallaðu skrivið
ognarskatt, sum teir als
ikki kundu taka undir við
Aðrir hildu, at landsstyris
maðurin í almannamálum
hevði handlað í panikki
Tad vóru eisini teir, sum
fegnaðust um, at lands-
stýrismaðurin hevði ukið
skrivið aftur, men óttaðust
samstundis fyri, at skrivið
fór at spøkja aftur seinri.
Ikki tíkið hond frá
síðu
Nærlagdur sum altíð,
hevði Jóannes Eidesgaard
svarið greitt til allar atfinn-
ingarnar, sum hann helt
vera heilt ógrundaðar.
Landsstýrismaðurin
greiddi frá, at reglan um at
rokna virði av egnum bú-
staði í samband við pens-
tónirnar, kom í gildi longu
í 1959. Lógin varð umsitin
av dønum ul 1975, tá vit
tóku yvir. Síðani tá eru
tølini ikki dagførd, men
hetta er nú álagt lands-
styrinum.
-Eg havi ikki gjørt annað
enn at fylgja galdandi lóg.
At landsstýrismenn, sum
áður hava sitid við al-
mannamálum, ikki hava
tikið hond frá síðu í so
máta, kann eg ikki bera
ábyrgdina av, segði lands-
stýrismaðurin, sum minti á
alla gsingina um okkara
almannaskipan í millum
ødrum donskum fjølmidl-
um. Hetta kom serliga upp
i samband vid vitjanni hjå
Kirsten Jacobsen i Før-
oyum síðsta heyst.
Vildi steðga
gjaldingunum
Jóannes Eidesgaard
segði, at danir løgdu so
hart út, at landsstýrið fekk
greitt at vita, at vóru
gomlu tølini ikki dagførd,
Tíðindablaðið (57)
fóru danir at steðga sínum
parti av gjaldinum ul før
oyskar pensiónir.
-Vit høvdu einki annað í
at velja, enn at gera tað vit
gjørdu. Eg taki mær alla
åbyrgd av upphæddini,
sum varð nevnd i skriv-
inum, men at skrivid
skuldi út, var einki at ivast
i. Rætt er tad, at vit hava
fyribils tikid skrivid aftur,
men tað kemur framaftur
undir ðrum formi. Vit
mugu halda okkum til
galdandi lógir, segði Jó-
annes Eidesgaard.
Nýggjar reglur
Landsstýrismaðurin
segði, at landsstýrið hevur
tvinnar møguleikar nú.
Annadhvørt at senda eitt
líknandi skriv út við
nýggjum upphæddum, ella
at fara at samráðast við
danir um eina nýggja av-
Sambært lógini skal
virði av egnum bústaði
liggja ul grund fyri
útrokningini av
penstónini. Uttan mun
til, um vit halda tað
vera rímiligt ella
órímiligt, so má lógin
haldast, og annað enn
tað havi eg ikki gjørt
segði Jóannes
Eidesgaard
landsstýrismaður í
almannamálum
Mynd: Kalmar
talu. Hann helt, at seinri
møguleikin kundi roynast
tor.-
Sjóvinnubankin ikki bjargaður enn:
Gevur bata eina tíð
So verður aftur neyðugt við fíggjarligari innspræning
Hettaer eingin bjarging fyri
Føroya land, sigur ein
kønur í figgjarmålum, sum
ikki vil nevnast við navni,
um avtaluna sum myndug-
leikarnir hava gjørt í Dan-
mark, um Sjóvinnubankan.
- Hon bøtir ikki um stødu-
na, og er samstundis ein
vansi fyri hinar peninga-
stovnarnar. Allir hava somu
trupulleikar, tí peninga-
stovnarnir eru tengdir at
hvørjum ødrum, og hava
somu trupulleikar at berjast
við.
- Við bert at geva Sjó-
vinnubankanum 800 mió.
krónur, hevur landsstýrið
skuldabundið føroyingar
enn meira enn higartil.
Hetta er politisk avgerð,
har politikarnir einamest
hava lúðgað sínar egnu.
- Teir hava als ikki broytt
kós ella hugsunnarhátt.
- Eg veit ikki um teir hava
hugsað tankan til enda -
nevniliga, at føroyingar nú
skulu gjalda 100 mió. krón-
ur í rentu, av ti
Sjóvinnubankin
fingið.
- Tað er eisini logið, at
landskassin skal niður-
skriva sín partapening, me-
dan privatu partabrøvini
varðveita sítt virði.
Við hesum er tað bert
Fiskasølan og Tryggingar-
sum
hevur
sambandið, sum fær ágóð-
an, heldur tann serkgni.
Dagny
Hava tygum trupul-
leikar við eitt nú
Í |
eksem — pinu |
gikt e.ø. |
skuldu tygum roynt
eitt nýtt heilsugott
evni sum okkara.
Eisini kundu tygum
roynt okkara sera
góða klænkievni.
TIf. 32040
Vatnsoyrar
| Kl. 10—15 & 17-22