mikudagur 3. februar 1993síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Nr. 22 — 3. FEBRUAR 1993
|
Arvastríð í
tinginum
I dag fæst ein ábending um
hvussu verður við arva-
gjaldinum. Landsstýrið
hevur skotið upp, at hækka
arvaavgjaldid, men tað vilja
andstóðuflokkar ikki
Eitt av teimum ulsamans 17 málunum, ungið fer
at viðgera í dag, er eitt uppskot frá landsstýrinum
at hækka arvaavgjaldið. Landsstýrið hevur skouð
upp, at avgjaldið, sum eftirkomarar skulu rinda,
verður hækkað úr millum 1 1/4% og 3% og upp í
8%. Størsta hækkingin er tá stovnar og felag skulu
arva. Í tílíkum før er arvaavgjaldid í dag 10
prosent, men landsstýrið heldur, at tað skal vera 50
prosent
Ikki ráð at arva
Uppskot landsstýrisins hevur verið ul viðgerðar í
skattanevndini, har umboðini fyri
landsstýrisflokkarnar taka undir við uppskounum
Hinvegin taka umboðini hjá Sambands- og
Sjálvstýrisflokkinum ikki undir við, at
arvaavgjaldið verður hækkað.
Finnbogi Arge førir millum annað fram, at tað
tykist kanska ikki so ógvusligt at hækka vanligasta
gjaldið úr trimum og upp i átta prosent. Men hann
vísir á, at hetta merkir, at hann, sum arvar eina
trød ella hús, má útvega sær reiðan pening av
yvirtaka arvin, og í ringasta føri má selja arvin fyri
at gjalda skattin.
Lasse Klein tekur heldur ikki undir við uppskot-
inum og sigur, at fólk, sum arva, kunnu koma í ta
stóðu, at tey als ikki hava ráð at taka í móu ar
inum.
tór.-
Tað eru teir tingmenn, sum siga seg Óttast fyri, at
verður arvaavgjaldið hækkað, eru nøkur, sum ikki
hava ráð at arva. Savnsmynd: Jan
pm
| Greið boð til figgjarliga
neyðstaddar kommunur:
Krevjið
meira
-tí tit skulu sjálvar loysa
trupulleikarnar í kommunun!
Jens M. Dalsgaard, skriv-
arin í Føroya Kommunu
felag, er ikki í iva um hvat
ein av treytunum hjá
danska statinum er í sam-
band við sjóvinnubanka-
semjuna. Nevniliga hon, at
skattaloftið skal lagast
soleiðis, at verður komm-
unuskatturin hækkaður,
skal hækkingin ikki ganga
út yvir landsskattian.
Sum er, gongur eitt
hægri kommunuskattapro-
sent mest út yvir lág- og
miðai inntøkurnar, og
rakar als ikki tey, sum
frammanundan eru komin
upp til 50 prosenta markið
Somuleiðis missir lands-
kassin skattainntøkur, tess
meira ein kommuna hækk -
ar prosenuð.
Verður skattaloftið hægri,
fara eisini tey, sum nú
gjalda 50 prosent, at gjalda
meira. Ein hækking av
kommunuskattinum fer tá
heldur ikki at ganga so
nógv út yvir landskassan.
Tidindabladid (57 "1
-Hetta kann ikki vera
annað enn ein heilt greið
ábending um at nú skulu
kommunur við fíggjarlig-
um trupulleikum sjálvar
gera nakað fyri at koma
burtur úr trupulleikunum,
sigur kommunufelags-
skrivarin.
Men enn er hetta ikki
annað enn ein ábending, tí
beinleiðis uppskot er enn
einki komið um at hækka
skattaloftið, og um semja
er í landsstyrissamgonguni
hvussu mikið tað skal
hækkast, er eisini Ógreitt.
tór.-
Skatteloftet justeres, sá eventuelt stigende niveau Í de kommunale skatter
ikke belaster landskasson.
Tilboðið nyttar lítið
Lýgtingið hevur samtykt, at nývaldu bý- og bygdarráðiði fáa 14
dagar um umráða seg, um tey vilja broyta skattaprosentið, men
hetta er ikki annað enn ein háðan móti skipanini, heldur
skrivarin í Kommunufelagnum
Enn hava føroysku komm-
unurnar nakrar dagar at
umráða seg í hvat skatta-
prosentinum viðvíkur.
Skipanin við fíggjarætlan
og skattaprosenu hjá før-
oysku kommununum er so,
at allar kommunur skulu
boða iandsstýrinum frá
millum ødrum hvat skatta-
prosent galdandi skal vera,
innan ávísa freist í farna
ári. Gera tær ikki tað, kann
landsstýrið áseta skatta-
prosent.
Men herfyri samtykt
tingid eitt uppskot frá
landsstýrinum sum sigur,
at nývaldu bý- og bygdar-
ráðin: skulu fáa ein møgu-
leika at broyta skattapro-
sentið, sum fráfarandi bý-
og bygdarráð ásettu.
Kommunurnar skuldu fáa
freist í fjúrtan dagar, og
enn eru nakrnir dagar eftir.
Men hetta heldur Jens
M. Dalsgaard, skrivari í
Føroya Kommunufelag,
vera eitt vánaligt ulboð frá
landsstýrinum.
Hann sigur, at sambært
kommunulógini skal fíggj-
arætlanin hjá eini komm-
unu hanga saman, og tað
átti landsstýrið at gjørt
kommununum greitt longu
tá fíggjarætlaninar vóru
gjørdar.
At geva kommununum
fjúrtan daga freist nú at
broyta skattaprosentið, er
ein háðan móti skipanini.
Hesi skipan sum sigur, at
skattaprosentid er ein
partur av fíggjarætlanini,
og at tað skulu ganga
fjúrtan dagar millum fyrru
og aðru viðgerð av eini
kommunalari fíggjarætlan,
UTSØLAN
nógv nidur-
settum
meturvørum
Opid er:
Mánad.-hósd
9-17.30
9-19.00
9-14.00
Friggjad.
Leygard.
sigur Jens M. Dalsgaard.
tór.-
heldur
fram við
SONJA
DESIGN
Stoffalág 41
(omanf. Lágargarð)
TIL14979