Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 22 — 3. FEBRUAR 1993 Nú er Súsanna liðug við sítt arbeiði: Kriggsstovan letur nú aftur Serliga skrivstovan í Tinganesi, sum hevur veg- leitt teimum, sum halda seg hava rætt til endurgjald av kríggsávum, letur aftur 12. apríl. Allar tær umleið 700 umsóknirnar eru av- greiddar til Danmarkar Nú er Súsanna Nolsøe, sum hevur havt serligu skrivstovuna í landsstýri- num um hendi, at vegleitt og ráðgivið teimum, sum hava sekt um kriggsend- urgjald, liðug við sitt ar- beiði. Skrivstovan letur aftur 12. februar. Súsanna Nolsøe sigur, at uppgávan, skrivstovan hevur havt, er nú lokin, og allar tær umleið 700 um- sóknirnar, eru sendar Arbejdsskadestyrelsen í Keypmannahavn. Hetta vil millum annað siga, at eru tað enn fólk, sum halda seg hava rætt til kriggsend- urgjald, og enn ikki sent umsókn, kann tað gerast áðrenn skrivstovan letur aftur. Umsóknir, sum koma eftir hendan dag, skulu sendast beinleiðis til Keypmannahavnar. Síðsta arbeiði hjá skriv- stovuni í Tinganesi er at senda út áminningarskriv til allar umsøkjarar. Hetta er fyri at minna teir á, at umsekjararnir mugu vátta, at tað er í lagi, at donsku myndugleikarnir fáa loyvi at kanna fíggjarligu og heilsuligu umstødurnar hjá umsøkjarunum Tað sum nú hendir er, at Arbejdsskadestyrelsen viðgerð allar umsóknir, og tekur stóðu til endurgjald. Fyrsta dagin fáa umsøkj- ararnir eisini eitt skriv úr Danmark. Her verður biðið um læknaváttan frá kommunulækna og inn- tøkuupplysingar fyri try tey seinastu årini frå Likn- ingarráðnum. Sjálvt um eingin ums- økjara skal senda Arbejds- skadestyrelsen hesar upp- lýsingar fyrr enn skrivid er Tíðindablaðið ESF komið haðani, kunnu teir útvega sær upplýsingarnar í góðari tíð tór.- Súsanna Nolsøe hevur seinastu mánaðirnar vegleitt mongum hundrað føroyingum um treytir fyri krígsendurgjaldi Mynd: Kalmar Partur av avtaluni við danir: Nýggja parta- | felagslog - og eftirlit við at lógirnar verða hildnar. Lóg og eftirlit skulu lúka somu krøv sum í EF-londum, sigur Kári Petersen, stjóri á búskapardeildini í Tinganesi Í Føroyum hevur fútin skrå- sett øll partafeløg, sum eru sett á stovn. Umframt at stovna parta- felag, sum oftani kann ger- ast við eginpenigi upp á 10.000 krónur, hevur einki serligt eftirlit verið við, hvussu hesi partafeløg hava hildið sínar skyldur. Í avtaluni sum Landsstýr- ið hevur gjørt við donsku stjórnina, eru fýra reglur um, at tað frá 18. apríl 1993 skal gerast avtala við Er- hvervs- og Selskabstyrel- sen í Danmark, um føroy- sku partafelagsskråsetingi- na um samstarv, og hvussu føroyska skráseting og eftirlit skal skipast. Luka somu krøv Avtalan inniber eina lóg um panafeløg, sum lúkar somu krøv, ið vera sett til parta- feløg í EF-londum. Kári Petersen, stjóri á bú- skapardeildini í Tinganesi, sigur við Sosialin, at vit hava skráseting av parta- feløgum, men ongar form- ligar reglur fyri, hvussu partafeløgini skulu upp- fylla sínar treytir. - Tað merkir, at parta- feløg ikki hava verið skrá- sett fyri Ld. ikki at hava latið inn ársroknskap, eins og kravið um Ld. eginpen- Kári Petersen, stjóri á búskapardeildini í Tinganesi ingurin hevur verið nega- tivur leingi, so skal parta- felagið takast av. Upplýsin um broytingar Heldur ikki hava broytingar í partafeløgunum verið upp- lýstar, eitt nú um nevndin broytist og um partapening- urin hevur verið hækkaður, sigur Kári Petersen Hetta hevur skapt trupul- leikar hjá peningatsovnum og virkjum uttanlands, sum hava havt samstarv føroy- ingar - Tá slíkar fyritðkur skulu leita sær upplýsingar um føroyskt virki, so liva vit ikki upp til tey krøv, sum verða sett ul partafeløg uttanlands, og tað skapar misálit á føroyskar fyritøk- ur. - Eitt er, at leiðslan hevur leiðsluroknskap, men so Skulu limir í neyndini eisini hava vitan um, hvussu virk- semið í felagnum er. Nevndin skal vita, hvussu verður gjørt upp, vitan um lógarkróv og broytingar í virkseminum o.s.fr.. Tað hevur eisini týdning at uttanfyri standandi kredi- torar hava rætt at fáa vitan um felagið. Størri krøv til eginpening Nýggja partafelagslógin hevur eisini broytingar við sær, hvat egninpeninginum viðvíkir. Nú verður ikki loyvt at stovna partafelag við 10.000 krónum. - Í EF-londum er minsta- markið 500.000 krónur, og í Føroyum hava nógv felag hækkað partafelagið til 300.000 krónur. Kári Petersen vil ikki upp- lýsa, hvussu stór upphædd verður kravt í eginpeningi hjá teimum, sum ætla at stovna partafelag, eftir 18. apríl 1993. - Í EF eru trý sløg av slík- um felgum: partafelgg, har minstakravið til egin- pening er ávís upphæddl, anpartsfeløg, sum setur lagaligari krøv til partapen- ing, og feløg, har bert ein persónur heftir fyri øllum. - Verður møguligt at fáa hesi viðurskifti broytt til 18 apríl í ár? - Tað skuldi borið til. Vit hava arbeitt við málinum í hálvtannað ár, og eg vænti at vit koma á mál rættstund- is, sigur Kári Petersen. Dagny Hava tygum trupul- leikar við eitt nú eksem — pínu gikt e.ø. Skuldu tygum roynt eitt nýtt heilsugott evni sum okkara. Eisini kundu tygum roynt okkara sera góða klænkievni. Tlf. 32040 Vatnsoyrar Kl. 10-15 á 17-22