hósdagur 4. februar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se [—[—[[[—||—|—|——————|———=————————— ———&—oo —————v———«—J—"——————————8”%6
| )
Í FRÆLSI - JAVNADUR - BRØDRALAG 66. ÅRGANGUR |
muljer Blaðfói. Randi Jacobsen - Dagny Utgevar P/1 Sosialurin Bústaður. Argjavegi 26 | Postad(.- Postsmoga 78
Fyritaksstjóri = Dani Joensen - Tórfinn Smith - | Uppsetng PA Soslalurin Argjum 110Térshavn
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hanser: - Prant P/ Pressan 1981 | Telefon: 11820 Teletax: 14720
Jéstinus Eidesgaard )
Fólkaflokkurin
LIKT er til at teir báðir lands-
stýrismenninir hjá Fólkaflokkin-
um hava torført vid at góðtaka
semjuna, sum landsstyrid og
stjórnin gjørdu á Kristiansborg
månamorgunin.
ANNAR — landsstyrismadurin
heldur fram at tosa um Gåsa-
dalstunnilin, sum tað einki for-
gjørt er í ti at gera vegin og ann-
ars at gera klárt. Hetta eru ikki
nýggjar ílegur í samferðsluna!!!
Nei, tær byrjaðu longu seinast í
sjeytiårunum.
OG nu leggur landsstyrismad-
urin í figgjarmålum hetta út sum
um tað bara eru tíðindafólk og
popputir politikarar, sum taka
hetta málið fram. Annars var
tað danski figgjarmålarådharr-
in, sum nevndi í eini sakligari
umreðu, at tunnilin til Gásadals
skuldi útsetast.
A HIN bógvin sendir lands-
stýrismaðurin í fiskiveiðimálum
hægsta embætismann sín nið-
an í forsætismálaráðið at
kanna, hvat semjan snýr seg
um. Alvaratos, ber íkki til at
bíða, til landsstýrið hevur tosað
saman um tað, sum liggur aftan
fyri semjuna.
HARAFTURAT er íkki lítið
nasadjarvt í einum almennum
sjónvarpi at leggja eftir einum
donskum nevndarlimi í figgjar-
grunninum frå 1992. Slikt sømir
seg ikki einum politikara — og
allar minst einum landsstyris-
manni.
EIN dani er valdur i eina nevnd.
Hann hevur buskaparligar fyri-
treytir og tað, hann ikki veit um
fiskivinnu, mugu teir nevndar-
limir, landsstýrið hevur valt,
greiða honum rá. Tað ber ikki til
at umtala eitt fólk, sum ikki er til
staðar, á ein slíkan hátt.
TAÐ ljóðaði, at Fólkaflokkurin
skuldi halda floksfund eftir sam-
gongufundin. Hvat komið er
burtur úr, vita vit ikki. Men vón-
andi er Fólkaflokkurin sum
flokkur so mikið at særkomin, at
hann setir landsstýrismenn sín-
ar upp á pláss, soleiðis at teir
ikki hóvreiggja sær sum teir
gera.
EIN semja er gjørc, og vit hava
fingið nakrar treytir, beiskar,
halda summi, men stødan
verður uttan iva munandi beisk-
ari, um vit ikki fremja tað, sum
staðfest verður í semjuni. Gera
vit íkki tað, hava vit bitið høvdid
av allari skomm!
Bent Klinte, ríkisumboðsmaður:
Marita er
gull vert
fyri Føroyar
-Marita Petersen, løgmadur tók bæði
danskar politikarar og embætismenn á
bóli
vid sínum framúr góðu eginleikum
sum samráðingarleiðari í eini so torfør-
ari stóðu. Hetta er skoðsmálið Bent
Klinte, ríkisumboðsmaður hevur at geva
nýggja løgmanninum, sum hann fylgdi í
øllum samráðingunum á Christiansborg
seinasta vikuskiftið.
Bent Klinte heldur foroyingar eiga Be Klinte, ríkisumboðsmaður heilsar
at taka av avtaluni. Hann ber ótta fyri
fullkomnum ruðuleika í Føroyum, um
tingið skuldi vrakað hana.
Ein av teimum, sum hevur
verið vid í øllum samráð-
ingunum millum lands-
stýrið og donsku stjórnina
hesar seinastu dagarnar er
ríkisumboðsmaðurin Bent
Klinte.
Sosialurin hevur biðið
hann um viðmerkingar til
avtaluna og spurt hann,
hvussu nýggi løgmadurin
Marita Petersen kláraði
hesa sína fyrstu torføru
samráðingaruppgávu í
útlandinum:
-Marita gjorde det
virkelig flot sigur Bent
Klinte avgjørdur og kann
bert stadfesta tad, sum
onnur hava sagt um
leiklutin hjå løgmanni i
teimum torføru
samrådingunum i Keyp-
mannahavn um vikuskift-
10.
-Eg havi fylgt vid i hes-
um samrådingunum, so eg
havi sæd og hoyrt alt. Og
eg veit eisini frå okkara
nýggja forsætisráðharra, at
hann var heilt ovfarin av,
hvussu væl løgmadur
dugdi at tackla støðuna.
Eg veit væl, at Poul
Nyrup Rasmussen hevur
úttalað seg alment um
hetta, men eg kann siga
við vissu, at hetta er ikki
nakað hann bara sleingir
út fyri at gera føroyingar
nøgdar. Hetta meinar hann
og hevur sagt tað við
mong onnur á Christia-
nsborg sigur Bent Klinte
og heldur fram:
Marita nógvar
góðar eginleikar
-Marita Petersen hevur
tann góða eginleika sum
politikari, at hon vekir álit
millum fólk. Tey trúgva
henni. Tey halda hana
vera bæði hjartaliga, trú-
fasta og sanna og um
somu tíð hevur hon "de
politiske fingerspidsfor-
nemmelser", sum gera, at
ein skjótari enn ofta van-
ligt er kann skilja sjónar-
miðini hjá hverjum ødr-
um.
Bent Klinte leggur tó
dent á, at hetta skal ikki
skiljast sum , at løgmaður
var lættur at syfta. Hon
tók so sanniliga sín stóra
part av arbeiðinum og
stríðnum hasa drúgvu
náttina á Christiansborg.
Donsku ráðharrarnir
vóru sera fegnir um hana.
-Men tað skal ikki
skiljast sum um, at hon
varð létt at yvirtala?
-Nei so avgjørt ikki.
Løgmadur bardist fyri
sínum sjónarmiðum. Og
tað er júsí tað, sum hasi
professionellu fólkini á
Christiansborg lata seg
imponera av. Hetta at ein
bæði kann vera vinarligur
og hjartaligur og so sam-
tíðis standa við tað, sum
ein heldur hevur týdning.
Bent Klinte heldur, at
uppá nýggja danska forsætisráðharran í farnu viku Mynd jan
Føroyar við Maritu Peter-
sen sum løgmanni hava
fingið eitt gott umboð út-
efur og tað prógvaði hon
so sanniliga á Christ-
ransborg
Marita og Atli
-Men hava vit tá fingið ein
betri samráðingarleiðara
enn tann, sum júst hevur
lagt frá sær?
-Tað verður ringt hjá
mær at svara uppá. Atli
Dam hevur eisini víst seg
at vera ein ómetaliga
royndur samráðingarmað-
ur. Men tað er greitt, at
teirra stílur er ymiskur.
Marita er meira smílandi
og meira opin. Tey hava
bæði hvør sín máta at
samráðast uppá og tann
eini kann vera eins góður
og hin.
-Men eg ivist ikki í, at
nettup tá tú skal standa
fyri samstarvinum úteftir
eitt nú til Danmarkar, so
telja slíkir eginleikar sum
Marita Petersen
persónliga stendur fyri
meira enn ein ger sær
greitt. Tað eru ikki bert
teknisk og politisk
vidurskifti, sum eru av-
gerandi, eisini sjålvur per-
sónurin hevur ómetaliga
nógv at siga.
Og tá tað snýr seg um
Maritu Petersen og henn-
ara persón, so haldi eg, at
hon er gull verd fyri Før-
oyar. Tí ivist eg ikki eitt
sekund um.
-So tað varð eingin
skeiv avgerð at seta eina