hósdagur 4. februar 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Vilja vita
hvor fær
al
Tað hendir alt í eini handavending. Løgmad-
ur og fíggjarjógvan avstað til Danmarkar og
tvær ferðir eina nátt, so skylda vit 850 milli-
ónir krónur meira uttanlands.
Vanligi føroyingurin øtast - hvussu
kann slíkt gerast?
Nú vita allir føroyingar ógvuliga væl,
at, tað hevdi fingið katastrofalar avleiðingar,
um Sjóvinnubankin fór av knóranum. Men
hvussu stórur missurin hevði verið, tað hev-
ur eingin sagt okkum. Minsta krav okkara
er, at hetta alment verður skorið út í papp, so
vit oll vita, hví okkum verður pådrigin hend-
a eykaskuld - góðar 18.000 krónur fyri
hvgnn einasta føroying - nyføding sum old-
ing!
Vit hava fingið at vita, at bankin hevur
mist góðar 900 milliónir krónur í fjør, og tí
hevur tað almenna verið noytt at sproyta
hesar nengar í bankan. Men hvar eru hesir
pengar farnir? Hvønn hava vit goldið fyri???
Tað er ikki annað enn rímiligt, at hetta
verður almannakunngjørt. Lýsið hetta al-
ment í fjølmidlunum, so vit, sum gjalda
skulu, nágreiniliga fáa at vit, hvar pengarnir
eru farnir.
Okkara kosnu politikarar skulu bara
skriva sær aftan fyri oyrað, at tað ikki verða
teir, ið koma at gjalda alla hesa skuldina.
NEI, rokningina fær uppvaksandi ættarliðið
- Føroya ungdómur og hansara óføddu eftir-
komarar. ;
Hesi eiga als ongan lut í kreppuni - hava
ikki tikið dyr lán og hava ikki >spekulerað<
við pengum.
Vit skulu gjalda og vit krevja at fáa at
vita, hvønn vit gjalda fyri!!!
Tíðindablaðið CSE)
»Dagur og vika« sunnukvøldid og aðrir tankar:
Sjónvarpið
og politiskt
fortreingilsi
Fad var við ikki sørst av spenningi, at vit settust at hyggja eftir >Degi og
viku« sunnukvoldið, tá vit høvdu frætt, at sjónvarpið fór at hava beinleiðis
reportasju av Christiansborg, saman við politiskum og »fakligum« við-
merkingum úr studionum í Vørdsluni.
Av teimum politisku viðmerk
ingunum høvdu vit satt at síga
Ikki væntað okkum so nógv
Tað plagar at snúgva seg um at
skjóta ábyrgdina yvir á aðrar
og Í so máta var hetta
orðaskiftið als einki undantak
Grivin framaftur
Fólkaflokkunn hevði grivid
tann kediliga og eftirhondini
støvuta, Óinteressanta og mo
notona politikaran, Ola Breck-
man, framaftur. Hann royndi
seg aftur vid stílinum úr
Dagblaðnum, har hann kallaði
fakfelagsleiðarar fyri terror-
bossar og helt at landsstýrið
skuldi sett spulislanguna eftir
teimum.
At Oli er treiskur og á-
grýtin í tí, sum hann heldur
vera rætt, prógvar hansara nær
um tjúgu ára langa stríð móti
teirn >vemmiligu sosialism-
uni<, sum opinbart vísir sínar
»slimsku og fjandansligu
hógvar<, allastaðni, har Oli
skimast og fer - ja sjálvt mill-
um hansara egnu konservativu
floksfelagar f Danmark!
Breyðpolitíkari
Men samstundis vísir hetta, at
Óli ikki er ein politikari, sum
ærliga og reiðiliga vil vera við
til at bjarga landi okkara úr
svárastu neyð, sum hann so
væl og virðiliga hevur verið
við til at koyrt landið út í.
Hann er ein populistur, sum
heldur vil vera frammi í fjøl-
miðlunum, enn at bróta upp
ermar, og gera eitt dygdargott
arbeiði - ein sannur breyð-
politikan.
»Fakligt« møsn
Sjónvarp Føroya dugir eftir
øllum at dóma illa at meta um,
hvat er »faklig« viðmerking og
hvat er »nasjonalistiskt« møsn.
Ogvuliga óheppið var valid av
samfelagsfrødinginum, sum
gestur var í studionum.
Zakarias Wang kann mangan
vera hugnaligur. Men at kalla
hatta »fakligar« viðmerkingar,
tað er tað reina slutur.
Zakarias vildi tveita alla
skuldina av, at land okkara er
so illa hagreitt yvir á danir.
Tað er teirra skuld, at vit hava
lænt pengar, tí teir hava ikki
noktað okkum hetta, helt
Zakaris. Tí hevði hann tað
heilt greiðu loysnina, at vit fáa
loysing, og danir yvirtaka
skuldina!!?? - Og framhald-
andi júka teir um fólkaatkvoð-
una um loysing í 1946.
Tann atkvødan var fyri
tað fyrsta á einum ógvuliga iv-
asamum grundarlag, sum vit
ikki kunnu byggja fólkaviljan
hjá føroyingum í dag uppá. -
Skulu vit taka stóðu til
loysing, verður tað út frå ødr-
um fortreytum - og tað verða
eisini onnur fólk, sum skulu
gera hetta av, enn tey, sum
livdu í 1946.
Frá javnadartlokki
til Gamla Sjálvstýrið
Helena Dam á Neystabø, sum
tað kalda og våta månakvøld-
ið, hin 22. oktober 1990 kon-
verteraði frå >javnaðar-< til
>sjálvstýristrúgv<, hevur rætt-
uliga fingið takið á Gamla
Sjålvsstynnum. Hon hevur
syft Lassa aftur um seg, og tað
kunnu sjálvsstýrisveljarar bara
fegnast um, tí hon ber seg væl,
hóast vit ikki júst skiltu
hennara grundgevingar fyri
ikki at taka undir við loysnini,
fingu
sum vit við
| I 5 8
ríkisstjórnina
Men Johnsigurd og
Sigmar hava tokka til Helenu.
Hon fekk serviðgerð - slapp at
sita fyri seg og fekk frið at ber-
a fram sínar tankar, meðan hin-
ir politikararnir máttu sita sam-
an forfjónaðir í einum króki í
studionum og munnhøggast,
meðan programmleiðarin, Ami
Gregersen, grein so hjartaliga.
Summi hava syndir -
onnur ikki
Helena hevur eina blanka
sjálvstýrisfortíð, meðan fortíð-
in hjá Lassa er dekan ov dekk.
Tad er óivað eisini av teirri
orsøk, at Lasse hevur fingið
sær nýggja tíðarrokning: Hann
sigur, at allar syndir, eru
framdar í tíðini eftir jéansøku
1989 - og roynir hann at
fortreingja tíðina fyri henda
dag. Hetta var tá Gamla
Sjálvstírið fór úr lands-
stýrinum, tí Signar Hansen
fekk hálað studentaskúlan
nakrar metrar úr Gøtudali og
inn á Kambsdal.
Øll árini - frá jóansgku
1989 - heilt aftur til 5. januar
1981 kl 15:15 - hevur Gamla
Sjálvsstýrið sitið í Tinganesi -
ja, samvitskan nívur! - Og at
renna undan ábyrgd, tað kann
gerast tungur róður!