hósdagur 4. februar 1993síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20
Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1993
Hans Pavia Rosing, fólkatingsmaður:
Feroyingar og
grønlendingar
eiga at samstarva
i folkatinginum
-Eg havi skotið upp fyri Poul Nyrup Rasmussen, at tað verður
settur ein serstakur politiskur ráðgevi í forsætismálaráðnum,
sum burtur av tekur sær av grønlendskum vidurskiftum, og
hetta kundu fóroyingar eisini gjørt, soleiðis at hesin avloysti
embætismenninir, ið taka sær av hesum málum í dag.
M.a. hetta sigur Hans Pavia Rosing, grónlendskur
fólkatingsmaður í samrødu við Tíðindablaðið Sosialin. Hann
heldur tað nú meira enn nakrantíð er tórvur á einum
samarbeiði millum fóroysku og grónlendsku
fólkatingsumboðini.
Tað er ikki bert Atli Dam,
fólkaungsmaður, sum er
tungan á vágskálini ella
89. og 90. maður í nýggju
donsku stjórnini. Eisini
grønlendski fólkatings-
maðurin Hans Pavia Ros-
ing er í hesi somu lykla-
støduni, nú hann stuðlar
stjórnini og er partur av
fólkatingsbólkinum hjá
danska javnaðarflokkin-
um.
Tíðindablaðið Sosial-
urin hitti Hans Pavia
Rosing á Christiansborg í
farnu viku og spurdu vit
hann, hvønn tydning tað
fer at fåa fyri Grønland, at
Danmark nú hevur fingið
eina stjórn undir javnað-
arleiðslu.
Meira opin
-Eg vóni sjálvandi, at ein
donsk stjórn fer at vera
meira opin mótvegis grøn-
lendskum ynskjum. Tað
hevur víst seg at vera sera
torført hjá mínum starvs
felaga her á fólkatingi,
Otto Stenholt at fáa nøkur
grønlensk ynski framd av
undanfarnu stjórn, so eg
havi nøkur "hangipartíir",
sum eg ætli mær at taka
upp við nýggju stjórnina.
Hans Pavia Rosing skal
í hesi vikuni hava fund við
Poul Nyrup Rasmussen
um hesi ynskini.
-Eg haldi ti, at tað sær
ljósari út sæð út frá
mínum fólkatingssessi
leggur hann aftrat.
-Men er tað so, at tú
ætlar tær at taka stjórnina
sum gíðsla, um hon ikki
vil ganga tínum ynskjum á
meti?
-Eg dugi ikki at síggja,
at tað eru viðurskífu í
løtuni, sum gera hetta
neyðugt. Eg havi fingið
eitt sera gott samstarv við
tingbólkin hjá javnaðar-
flokkinum og tey fólkini,
sum nú eru komin í
stjórnina.
-Men sjálvandi, hetta er
ein spennandi tíð - ikki
minst fyri okkum, sum eru
90. maðurin í hasi kab-
aluni, og vit kundu jú
brúkt tann trumfin, um tað
verður neyðugt.
Javnvåg
-Heldur tú, at tann
sannroynd, at tú sjálvur
og Atli Dam, eru ávikavist
89. og 90. maðurin
samgongumeirilutanum,
at tað fer at gagna teimum
pørtunum av ríkinum, sum
tt umboða?
-Tað trúgvi eg. Men
haraftat er at minnast til,
at um somu tíð sum vit
hava fingið eitt
heimastýri, sum vit sjálvir
vilja sleppa at menna og
har vit ikki ynskja
uppílegging frá danskari
síðu, so mugu vit eisini
viðganga, at vit eru
bundnir av blokktilskoti úr
Danmark, so tað skal tó
vera ein ávís javnvág
Tíðindablaðið CS
millum tey krøv vit seta
Hvat viðvíkur okkum í
Grønlandi, so er meira enn
helvun av fíggjarlógini
tengd at blokktilskoti, so
tað verður í nøkrum ein
støkum málum, at tað
verður neyðugt hjá mær at
siga dønum, at vilja teir
ikki ganga við til hetta og
hatta, so skulu teir eisini
hugsa um, at eg eri
nummar 90.
Tosað við Atla
-Men heldur tú, at stjórnin
fer at lata seg tvinga av
tlingmonnum, sum kunnu
vera tungan á vágskálini,
og taka hædd fyri tykkara
lyklastødu?
-Eg havi just tosad vid
Atla Dam og ætla vit at
knýta eitt samarbeiði, sum
skal kunna gagna áhuga-
málum okkara í Nordurat-
lantshavi. Eg haldi , at vit
kunnu fáa nakað burtur úr
hesi okkara lyklastødu,
soleiðis at fólkaungsmenn
fara at vísa serstøku
viðurskiftunum og
trupulleikunum í bæði
Grønlandi og Føroyum
ans.
Hans Pavia Rosing sig-
ur, at hann hevur lagt til
merkis, tå ordaskifti hevur
verið á fólkatingi um
viðurskifti í Grønlandi og
í Føroyum, so hava nógvir
fólkatingslimir alt ov
lítlan kunnleika og innlit í
viðurskiftini her
-Eg legði m.a. til merk
is, tá Føroyar vóru rætti
liga í brennideplinum her í
fólkatingssalinum herfyri
at nógvir fólkaungsmenn
vita als ikki, hvat teir tosa
um, tá teir úttala seg um
Føroyar. Og sama er gald
andi fyri Grønlandi. -
-So eg vóni og rokni
við, at tann nýggja
stjórnin fer at leggja størri
dent á at skaffa sær
kunnleika um hesi
vidurskiftini fyri harvið
betri at skilja okkara
trupulleikar.
Atli Dam og Otto
Stenholt, grønlendskur
fålkatingsmadur, sum
studlar
javnadarflokkinum
Politiskan ráðgeva
i forætisråånum
-Heldur tú at føroysk og
grønlendsk áhugamál fara
at verða væl røkt undir
Poul Nyrup sum forsætis-
málaráðharra?
-Tað vil tíðin vísa. Eg
havi sjálvur sera góð við
urskifti við hann og vit
hava eisini tosað nógv um
Grønland og hava boðið
honum at vitja í Grønlandi
í summar.
Hans Pavia Rosing
sigur víðari, at hann hevur
tosað við Nyrup um, at
forsætismálaráðið, sum
eisini fevnir um Grønland
og Føroyar, eigur at fáa
ein politiskan ráðgeva, ið
burturav tekur sær av
viðurskiftunum í Gren-
landi. Hetta átti so eisini
at latið seg gjørt fyri
Føroyar heldur Hans
Pavia.
Í dag eru tað embæt-
ismenn, sum taka sær av
hesum. Hetta ynskir Hans
Pavia broytt.
Undanfarna borgarliga
stjórnin skjeyt herfyri upp
at stjórnin fer at skerja
blokkulskotið til Grønland
við 2,5% næstu 3 árini at
byrja frá 1994
Hesum hava vit mót
mælt, tí vit hava
trupulleikar í Grønland
Og vit halda ti, at nýggja
min egigur Sériiga
nyggja at teimum
leikum vit hava í løtu
nú tå grønlendsk viður
skifti skulu viðgerast
Hans Pavia Rosing vísir
á, at tað annars eru nógv
politisk mál at taka støðu
til, sum ikki neyðturviliga
koma at kosta pengar
Hann heldur, at tað fer
at bera til at fáa stjórnina
at víkja frá ætlanini hjá
undanfamu stjórnini um at
skerja blokktilskotid
2
|
|