Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 1993síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1993 Marinusteðin á odda í billard #2 Føroyameistarakappingin i billard gerst alt meira spennandi. Bert seks stig eru á muni millum trý tey fremstu liðini í 1. deild. Marinu- stóðin hevur tó munin. Hon liggur seks stig frammanfyri Havnar Klubba og Mimir 1. Øll liðini hava verið i eldinum í tí nýggja ári- num. Marinustødin vann 12-6 á Vágs Klubba Nýggi maðurin á liðnum hjá Marinustødini, Allan Christensen, sum hevur fingið ta sera torføru upp- gávuna at skula fylla út plássið hjá René Sørensen, sum er fluttur aftur til Danmarkar, hevði eina sera góða byrjan. Allan legði út við at vinna á stórspælaranum hjá vágbingum, Birgir Jacobsen og vann. Hann vann eisini hinar báðar dystirnar og hevði eit meðal upp á 20 eygu tá avtornaði. Hetta má sigast at vera sera góð byrjan hjá einum spælara, sum áður hevur spælt á 3. deild og sum kemur upp á odda- liðið í 1. deild sum av- loysari fyri landsins besta 2. deild: Besti maður hjá vág- bingum var Birgir Jacob- sen við 20 eygum í meðal. Tvøramenn bíta frá sær Havnar Klubbi vitjaði á Tvøroyri, har tvøramenn góvu teimum nógva móts- tødu. Havnamenn vunnu bert 10-8. Eirikur Nielsen og Steimgrím Samuelsen vunnu ávikavist 3 og 2 dystir og høvdu 22 eygu í meðal. Hjá tvøramonnum hevði Oddur Dimon besta úrs- litið. Í Havn var innanhýsis uppgerð millum bæði Mimirslidini í 1. deild. Her vann Mimir 1 vid 12- 6. Besti maður í hesi kappingini var Jan Miller, sum hálaði seks súg heim til Mimir 1. René farin Við hesum dystunum er aftur spenningur í kapp- ingini. Eingin hevði vænt- að, at Marinustødin fór at klára seg so væl nú teir mugu vera René fyriuttan, men higartil hevur nýggir maðurin so víst, at hann kann vinna stig heim og tað er tað mest umráðandi. Tað er tí greitt, at ein eigur ikki at avskriva møguleikan hjå Marinustødini at gerast FM-meistari. Havnar Klubbi og Mim- ir liggja javnir í stigum. Her hava mimirsmenn spakuliga otað seg inn á Havnar Klubba, sum eina løtu hevði nógv fleiri stig. Um tað fer at eydnast Mimirsliðnum at togað seg inn á Marinustødina eisini fáa vit at síggja komandi vikuskiftið, tá hesi bæði liðini metast á Torshøll í hølunum á klaksvikingum Sera stórur spenningur er eisini í billardkappingini í 2. deild. Her liggja Klaks- vikar Klubbi og Térshøll á odda. Lidini spældu um vikuskiftid og Tórshell vann heldur óvæntað á hesum fyrrverandi | deildarliðnum við 10-8 Besti maður á liðnum hjá Tórshell var Johannes Skaarup, sum hevði 17 eygu í meðal. Men eisini hinir báðir spælararnir kláraðu seg væl. Jens Christian Hansen sog Karl Johan Staksberg høvdu omanfyri 11 í meðal. Karl Johan er nýggjur spælari hjá Tórshell og hevur hann víst framúr gott spæl higartil A liðnum víkingum hjá klaks » vinna á Tórsholl. Térshøll spældi fyrr í mánaðinum móti Tvør- oyrar Klubba og vunnu teir tá so mikið stórt sum 16-2. Tá var tað Karl Johan Staksberg, sum var nógv bestur við 13 eygum í meðal. Aðrir dystir í 2. deild. Tvøroyrar Klubbi vann á Mimir við 16-2. Her skaraði Max Rasmussen hjá tvøramonnum heilt burtur úr við at hava 17 eygu í meðal. Hann vísti sera gott spæl. Bestur á mimirsliðnum var Janus í Dali Fyrr í mánaðinum var eisini ein innanhysis upp gerð millum bæði liðinum 1 NIAKS an og Mimir. Har vann Kaggin 16-2. Har var Høgni i Dali bestur vid 13 eygum í medah Klaksvíkar Klubbi 2 hevur spælt móti Kagga- num og vann 14-4. Bestur var Gotthard Olsen við 16 eygum í meðal. Stødan í 2. deild er nú tann, at klaksvíkingar eru á odda. Teir hava 8 stig fleiri enn Tórshell. Síðani eru 8 stig niður til nr. 3, sum er Tvøroyrar Klubbi. Klaksvíkingar í vandasjógvi Eingin ivi er tí um, at slagið kemur at standa millum klaksvíkingar og Tórshell. Hóast 1 aft Torshøll > 11 sera væl alla NIUDDA allur td Kål j Á = > Marinustødini. Veika liðið á liðnum hjá Havnar Klubba er Eli Zachariassen, sum tapu allar sínar dystir á Tvør- oyri. Tekur hann seg ikki um reiggj, so kann tað henda, at hetta verður orsøkin til, at Havnar Klubbi fer at missa sítt meistaraheitið í ár. Og her vita vit av royndum, at júst Eli plagar at spíla seg út. tá tað er mest avgerandi. Spurningurin er so bara, um tað er ov seint. Tað vil so tíðin vísa. Enn eru fleiri umfør eftir í kappingini. Havnar Klubbi skal hetta vikuskiftið meta Mimir 2, sum fyrr hevur víst, at tað kann taka oddalið á bóli. Térshøll spæla ómetaliga væl restina av kappingini og klaksvíkingar skulu tapa nógvar dystir. Men enn er kappingin ikki av, og enn hevur Tórshell møguleika at enda í 1. deild komandi ár. Tað er í hvussu so er ikki tað, sum Klaksvíkar Klubba hevði ætlað og enn minn roknað við, og tí mugu teir taka seg um I teir na ft tk 1 SKUM unpa Tíðindablaðið (St Vágbingar í vanda Hyggja vit so at hinum trimum liðunum í 1. deild og meta um teirra MØgu- leikar, so hava tvøramenn besta møguleikan at taka seg inn á oddaliðini. Men teir liggja heili 14 súg aftanfyri Mimir og Havnar Klubba, og tey verða helst tung at hála heim. Men neyvan er nakar niðurflytingarvandi hjá tvøramonnum í ár eins og tað var í fjør. Hinvegin er eitt sindur óvist, hvussu verður við Mimir 2 og vágbingumn. Vágbingar liggja til at skula flyta niður aftur í 2. deild. Men her eru tó bert 12 stig á muni og tað kunnu vágbingar heinta aftur, um Mimir 2 fer at klára seg Oddaliðið hjá Marinu- stóðini. Fv. Teddy Pet- ersen, Carsten Hansen og Allan Christensen illa restina av kappingini. So tað verður uttan iva eitt av hesum báðum liðunum, sum fer niður í 2. deild. Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin nvønn | hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM, | undir Pisuvarða 2, ella á tlf. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag frå kl. 15.30—7.00 á morgni. | i