Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 1993síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CL : Sida 3 | 20 linjumenn hjá SEV Onga løn Í januar lønina goldna forút EINU | 20 linjumenn sum nú eru Í | settir at arbeiða sum tíma- Nr. 24 — 5 FEBRUAR 1993 1 || løntir frá 1. februar onga løn 0: 0 í januar, sigur John Daniel- BS 70 2 sen, skrivstovustjóri á SEN FR KAN + 3 Pr = Fjskavirkini deyð á Skálafjórðinum Fimm virkir liggja í dag steindeyð og eitt anir, knappliga 500 fólk kring Skálafjórðin, sum í mong ár hava starvast á hesum virkjum, eru í dag uttan arbeiði Eftir Jústinus Eidesgaard Skålafjørdurin, saman við bygdunum í Gøtu, Leirvík og Fuglafirði hevur sein- astu mongu árini verið størsta ídnaðargki í land- inum og her er tað at flestu arbeiðsplássini hava ligið, tá vit trekkja almennu umsitingararbeiðsplássini í Havn frá. Tí er tað ikki legið, at svåra búskapar- kreppan rakar , har mest arbeiði er. Í dag eru knappliga 500 fólk sum hava starvast á fiskavirkjum við Skála- fjørdin arbeiðsleys. Í vælmaktsdegunum fóru eini 80 toftafólk til arbeiðis á Nyki nærum hvønn einasta dag. Í dag liggur virkið stilt, har hevur ikki verið arbeiði í longri tíð, gólvið er turt og bert einstakur maður hev-- ur eftirlit við virkinum, scieiðis at tað ikki for- fellur heilt. Nykur byrjaði í smáum, í dag er tað útbygt sum eitt nýmótans flakavirkið, sum kann framleiða eini 6000 tons um árið, men har sum aðrastaðir vantaði fiskurin og virkið lat aftur. Longur inni á fjørdinum liggur Bakkafrost. Hetta virkið byrjaði í sildini, fyrst at salta í tunnur, síð- an at skera flak. Síð-an var svartkjaftavinnan av- gerandi í nøkur år og alingin hevur eisini havt týdning fyri virkið. Í fjør kláraðu bakkamennirnir ikki meir og virkið fór undir hamaran. Síðan hevur verið stilt á Bakka. Í vælmaktsdøgunum arbeiddu yvir 100 fólk á Bakkafrost í fleiri vaktum. Strandingar vildu eisini vera við, tá rætt var hildið at byggja flakavirkir á hverjum tanga. Stranding- ar bygdu eitt flakavirkið í åttatiårunum. Men hetta virkið kláraði ikki at standa seg. Síðan einaferð í fjør hevur einki arbeiði verið á virkinum og har arbeiddu eini 70-80 fólk, tá nóg mikið av fiski var at fáa. Í turkihúsinum á Skála hevur verið støðugt ar- beiði í mánaðar, tá teir stóru saltfiskatrolararnir úr Barentshavinum hava lagt veiðuna upp. Herfyri flutti felagið Vaðhorn av Eiði sítt virksemi í Turkihúsið á Skála. Eisini hevur Mortan Johannasen, reiðari á Ljósafelli og Enniberg arbeitt í Turkihúsinum. Í dag er næstan einki at gera. Vaðhorn er flutt á Taravirkið á Hulki, men har er óstøðugt arbeiði. Seinasta bumban kom mikudagin seinnapartin, tå timalønta starvsfólki á Lynfrost varð boðað til fundar. Fyrst fingu tey at vita um støduna hjá virkinum og síðan fingu tey eitt uppsagnarbræv. Yvir 160 fólk mistu arbeiði, men tey hava ikki verið í vinnu seinastu tríggjar vikurnar. Keldur siga við Sosialin, at Lyn- frost fer at lata uppaftur, tí eru tey fastløntu ikki uppsøgd. Men nær er ikki greitt enn, bólturin liggur hjá Feroya Banka og Fiskasøluni. Framtíðarvónirnar hjá í- búgvunum við Skálafjørð- in eru daprar í løtuni. Á skipasmiðjuni eru ár síðan at nakar nýbygningur er farin av bakkastokki, ti til åvisar tidir er væl av um- vælingararbeidi å Skipa- smidjuni. Alivinnan å Skálafjørðinum hevur eins og vinnan aðrastaðir kring landir verið fyri herðum bakkøstum av sjúku og vánaligum prísi. 20 linjumenn eru nú timaløntir. Myndin tilvíldarlig Mynd: kalmar Í gjár gingu tíðindini um at Sev, sum eisini merkir kreppuna hevði funnir ein "feitan fidus”. Tað er nevniliga soleiðis at tey fastløntu hjá SEV hava fingið lønina goldna forút og nú ljóðaði at SEV hevði avgjørt at lønin skuldi gjaldast ein mánað afturút, sum rættuliga vanligt er og harvið fáa ein heilan mánað í ultrongdum likviditet. Men hettaer ikki heilt soleiðis -Tad fyriliggja ongar ætlanir um at broyta løn arútgjaldanina hjá teimum fastløntu hjá SEV. Or søk-in ul at tey fastløntu fáa lønina goldna forút er at at tå SEV var stovnað, tå yvirtóku vit starvsfólkini í teimum kommunalu elfeløgunum Her vóru fleiri tænastumenn og teir fáa lønina útgoldna forút og vit hildu fram við hesum, sigur John Danielsen, skrivstovustjóri á SEV --Men í sparitiltøkunum hjá SEV hava vit broytt starvssetanina hjá 20 linjumonnum. Hesir arbeiddu í eini vaktarskipan, nú hava vit rationaliserad og bert ein er á vaktini. Linjumennirnir fáa ikki longur løn um teir eru sjúkir, men annars eiga teir 40 tíma viku Talan verður um nakað av lønamidurskurdi hjá hesum. Teir vórðu fastløntir, men frá 1 februar eru teir timaløntir. Teir fingu bræv fyri trimum mánaðum síðani og hesar broytingar. Og teir hava ikki fingið løn útgolda í januar, sigur John Danielsen. Tað arbeiða 170 fólk hjá SEV og ein fittur partur er timaløntur . justinus