mikudagur 7. mai 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 7. mai 2003
27
Finnur Helmsdal,
sum ikki eingang er
varamaður longur
Setti mær fyri fríggjadagin
seinna partin í fyrru viku,
at eg ikki skuldi fara niður
á sama vanliga perfida
støði, sum Páll á Reyna-
túgvu vanliga er at finna. Tí
segði eg við fjølmiðlafólk-
ini, at eg onga viðmerking
hevði til tað, sum Páll segði
um mín persón og mítt
politiska arbeiði.
Men tá Páll á Reyna-
túgvu heldur fram við sín-
um átálmaða perfiditeti og
annars at koma við ósann-
indum um bæði meg og
málið, so haldi eg tíðin er
komin at siga eitt sindur
meira.
Fólk, sum kenna Páll á
Reynatúgvu, eru mest sum
givin við at hava nakra
meining um tað hann sigur
og ger. Fólk yptu bert øksl,
tá hann leikaði í sum ein
beserkur
fríggjadagin
fyrrapartin og var um
reppið at knúsa bæði rútar,
sprossar og karm, tí okkert
gekk skeiva vegin. Fólk
ristu eisini bert við høvdin-
um, tá sami maður hund-
dálkaði meg frá tingsins
røðarapalli. Fólk øtaðust
kanska eitt sindur, tá hann
síðan kom við meira og
minni fjaldum hóttanum
móti mær, mínum starvi og
arbeiðsplássi (sum hann
vanliga
seinni
kallar
skemt). Soleiðis sum støð-
an er, og soleiðis sum alt
gongur fyri seg m.a. í
flokkinum, hendir helst
ikki nógv annað, enn at
fólk yppa øksl og siga:
Hatta er Páll. Tað tykist
ikki, sum nakað maðurin
ger ella sigur, skal fáa av-
leiðingar. Men eg gjørdi so
beinanvegin tað, at eg
skrivaði løgmanni stutt
bræv, har eg upplýsti
hægsta umsitingarliga leið-
ara landsins um tað, Páll
hevði sagt um meg og mítt
arbeiðspáss, aftan á at han
hevði hunddálkað meg frá
tingsins røðarapalli. Hetta
fyri at viðkomandi mynd-
ugleikar eru kunnaðir, áðr-
enn eg møguliga fari at
kenna sviðan. Hevndarhug-
ur landsstýrismansins er
eftirhondini vorðin ein sera
illa duld loyna millum fólk,
sum tó ikki tora at siga
nakað alment av ræðslu fyri
avleiðingunum.
Ein er eisini sjálvur givin
við at undrast ella øsast um
atburð og gerðir landsstýr-
ismansins. Hansara ego er
so stórt og yvirdimension-
erað í allar mátar, at tað
passar einfalt ikki inn í lítla
likamið. Tí gongur hann
altíð og dryppar ella sprutt-
ar. Egoið vil sleppa inn,
men plássið er ov lítið.
Men hví lýgur Páll á
Reynatúgvu
Eitt, sum eisini fær meg at
skriva hesi orð er, at Páll á
Reynatúgvu
endurtekur
lygnir um meg og mítt
politiska arbeiði. Hann
segði fríggjadagin, at eg var
komin við mínari ónøgd
um malið í seinastu løtu.
Hetta er loddrøtt lygn, sum
hann endurtekur í samrøðu
við Dimmalætting. Bæði
Páll á Reynatúgvu og
Høgni Hoydal vórðu væl og
virðiliga
kunnaðir
um
støðu mína i málinum um
uppihaldspening, tá málið
var til 1. viðgerð langt áðr-
enn páskir. Tá segði Høgni
Hoydal, at hann skilti meg
væl, bað meg bíða til eftir
viðgerðina, tá málið skuldi
verða tikið upp í flokkin-
um. Men Høgni Hoydal tók
ongan tíð hetta málið a
tungu, í mun til mín, í
flokkinum ella í samgong-
uni. Hin vegin smæddist
hann ikki við at stuðla øðr-
um tingmonnum í hóttan-
um um at fara sama við
andstøðuni,
um
okkurt
lokalt ikki kom upp á pláss.
Og soleiðis verður arbeitt.
Tá tað snýr seg um lokal
áhugamál og harvið eisini
atkvøður, skortar viljin
ikki, men snýr tað seg bert
um fámentar samfelags-
bólkar, tja, tá er missurin
ikki nevniverdur.
Soleiðis
var
støðan
fríggjadagin 2. mai. Eg lat
menn vita, at eg hevði júst
somu støðu, men at eg
kundi góðtaka, um broyt-
ingin bleiv framd í trimum
ella fýra umførum heldur
enn í einum. Men Páll á
Reynatúgvu
vildi
bert
fremja sítt og kundi ikki
góðtaka, at varalimur hevði
aðra hugsan.
Restina av søguni kenna
fólk. Men Landsstýrismað-
urin og floksformaðurin
kendu støðu mína í fleiri
vikur.
Langt frá 6-7 millónum
Páll á Reynatúgvu sigur
heldur ikki satt um upp-
hæddina, hann fær minni at
ráða yvir, nú hann tók upp-
skotið um uppihaldspening
aftur. Hann hevur sagt 6-7
milliónir við pressuna.
Hetta kann illa passa, tí
samlaða endurgjaldið í
samband við uppihaldspen-
ing er umleið 7 milliónir
árliga. Landsstýrismaðurin
skuldi undir øllum umstøð-
um havt goldið út fyri fyrra
helvt av 2003, og hevði
hann tí í mesta lagi spart
umleið 3,5 milliónir. At
landsstýrismaðurin
so
kanska hevði roknað við, at
persónar, sum hava eftir-
støðu, høvdu nýtt høvi at
goldið hesa ella partar av
henni fyri at fáa helvtina
endurgoldið, er ein onnur
søga. Um tey, sum hava
eftirstøðu, hava havt ætlanir
um at gjalda, um uppskotið
bleiv samtykt, so kunnu tey
eisini gjalda, nú uppskotið
er tikið aftur. So hví ikki
fara beinleiðis eftir teim-
um, sum hava eftirstøðu
heldur enn at áleggja teim-
um sum gjalda, at gjalda
dupult? Landsstýrismaður-
in hevur nú eitt hálvt ár til
at fáa inn eftirstøður og har
við ríkiligt av peningi til
raksturin.
Illa dámt mál millum
tingfólk
Nakað annað er so tað, at
málið um uppihaldspening
var eitt av teimum málun-
um, sum var stak illa dámt
millum
tingfólk.
Nógv
vóru tey, sum aftan á aftur-
tøkuna søgdu, at tey í veru-
leikanum ongan trupulleika
høvdu av tí. Og tá lands-
stýrismaðurin sigur, at mál-
ið hevur verið væl og virði-
liga viðgjørt í flokki og
samgongu, so er tað sann-
leiki við modifikatiónum.
Tí málið varð ikki viðgjørt
nágreiniliga, áðrenn fíggj-
arlógin varð samtykt, og tá
var ov seint at fáa innlit.
Viðmerkingarnar frá meiri-
lutanum í Trivnaðarnevnd-
ini vísa eisini greitt, at ting-
fólk hava ikki havt grund-
gevingar fyri, at mæla fólki
til at taka undir við málin-
um. Tí valdi sami meiriluti
at skriva, tað teir skrivaðu.
Tá er ólíka at lesa viðmerk-
ingarnar frá minnilutanum.
Og var munurin einfalt, at
minnilutin hevði eina sak,
meðan meirilutin ikki hevði
tað.
Øvundsjúka og samvitska
Nú hevur landsstýrismað-
urin dúliga válkað sær í
persónligum útspillingum
av mær, hann hevur eisini í
fleiri førum víst á, at eg
ikki eri valdur og ongan tíð
verið tað, meðan hann er
valdur til bæði eitt og ann-
að. Allar leiðir liggja opnar
fyri honum, meðan eg eri á
blindvegi ávegis myrkrin-
um. Og tí fær landsstýris-
maðurin ikki annað burtur-
úr, enn at at eg geri botnar í
øvundsjúku og hevndar-
hugi. Landsstýrismaðurin
hevur so týðiliga og klárt
víst, at hann hvørki í hesum
ella øðrum málum tekur
samfelagslig ella sosial
atlit, hann hugsar bert og
bert í maktterminologium.
Hetta kemur m.a. til sjónd-
ar, tá hann ikki hevur annað
at siga við Dimmalætting
um málið um uppihalds-
pening enn at samanbera
tað við ein ølkassa. Eitt
mál, sum hevur álvarsligar
avleiðingar fyri nógv, tað
sær
landsstýrismaðurin
sum ein ølkassa pr. mann.
Og soleiðis er eisini mesta
hugsan landsstýrismansins
um viðurskifti á almanna-
økinum. Hann hugsar um
orðavalið og tosar annars í
yvirskriftum.
Innlit
og
áhugi hava minni at siga.
Nei, eg eri langt frá øvund-
sjúkur ella hevndarhugað-
ur. Eg eri keddur av, at
Tjóðveldisflokkurin,
tá
hesin fekk møguleikan,
valdi ein slíkan landsstýris-
mann í almannamálum. Eg
leggi ikki framtíð mína í
vónina um ella tráðanina
eftir at verða valdur, eg livi
nú, og eg havi tað gott bæði
privat og til arbeiðis. Havi
fingið eitt týdningarmikið
og avbjóðandi starv. Og tí
hevur tað ikki so nógv at
týða fyri meg, hvat Páll á
Reynatúgvu verður valdur
til. Eg vildi bert ynskt, at
hann var okkurt annað enn
landsstýrismaður
í
al-
mannamálum. At
hann
verður valdur til at útinna
starv, hann hevur áhuga
fyri. Men tað er nú ikki
bara Páll á Reynatúgvu,
sum manglar áhuga fyri al-
mannaøkinum. Hetta er tí-
verri heldur reglan enn
undantakið á Føroya løg-
tingi. Almannaverkið kost-
ar einar seks ferðir meira
enn Strandferðslan, sum
hóast tað fær seks ferðir so
nógva umrøðu í tinginum.
Um so Páll á Reynatúgvu
eina ferð setur seg í løg-
mansstólin, so fari eg altíð
at hava størsta áhugan fyri
samfelags- og almannamál-
um. Fari altíð at royna at
virka í samsvari við sam-
vitskuna. Hetta er torført
hjá øllum politikarum, men
var málið um uppihalds-
pening eitt av teimum, sum
samvitska mín sýtti mær
fyri at taka undir við. Og
hevði eg verið tingmaður
fyri jól, hevði eg heldur
ikki atkvøtt fyri hesi fíggj-
arlógini, um hon m.a. bygdi
á at avtaka stuðulin til uppi-
haldspening.
Onkur kann siga, at eg eri
góðtrúgvin, at eg eri av-
markaður, tá eg sigi, at í
føroyskum politikki eru
hugtøk sum maktgirnd og
einaræðislyndi komin í há-
sæti, meðan samvitska er
vorðið eitt ókvæmisorð. At
alt snýr seg um yvirskriftir
og annars lokalar smálutir,
meðan veruligur realpolit-
ikkur er vorðið eitt ókvæm-
isorð. Men nakað soleiðis
síggi eg ein av breddunum
yvir dagsins politikki, og
hóvar mær hetta als ikki.
Eg veit sum sagt ikki, um
Páll á Reynatúgvu er
øvindsjúkur, men okkurt
álvarsligt er í hvussu er
áfatt við landsstýrismanin-
um.
Veit ikki um Páll á Reynatúgvu
er øvindsjúkur
Tíðindaskriv
Sinnisbati hevði aðal-
fund leygardagin 3. mai.
Fyri vali stóðu Svenning
av Lofti, Margreta Poul-
sen og Soffi Egholm,
sum øll vórðu afturvald.
Eykalimirnir Guðri í
Bartalsstovu og Dagunn
Olsen, stóðu eisini fyri
vali, men vórðu aftur-
valdar. Umframt varð
eisini
Asta
Vágadal
Joensen vald sum eyka-
limur.
Nevndin hevur skipað
seg soleiðis:
Svenning av Lofti,
form.
Soffi Egholm, næst-
form.
Margretha
Poulsen,
varanæstform.
Arnfinnur
Poulsen,
kassameistari
Tummas Thomassen,
skrivari
Eykalimir eru:
Guðri í Bartalsstovu
Dagunn Olsen
Asta Vágadal Joensen.
Svenning heldur fram
sum formaður
27
26
Nr. 86 - 7. mai 2003
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti v/ Jannet & Maibritt
Olsen.
Fríggjakvøldið kl. 20 After
Eight.
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 18 Møti, Team úr
Bergen luttekur.
Mánakvøldið kl. 20.30 Bønar-
møti.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Martin de Leur í Mariukirkj-
uni. (Talvan gongur fyri teim-
um, ið lesa til prest, í Keyp-
mannahavnar bispadømi). Kl.
14 Sunnudagsskúli.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Týsdagin kl. 19.30 Ungdóms-
skótar (9. fl. – 17 ár), kl. 20
Argjakórið venur.
Mikudagin kl. 19.30 Skótar
5.-8. fl.)
Hósdagin kl. 18 1. Úlvalið
(1.-2. fl.), kl. 20 Bíbliutími v/
Jóhs. Mortensen, Argir – Heb.
11.
Fríggjadagin kl. 20 Ungdóms-
gudstænasta v/ Bergur D.
Joensen – Innsavnan fyri
HMU.
Sunnudagin kl. 11 Guds-
tænasta, kl. 14 sunnudags-
skúli og junior, kl. 15 Barna-
kórið venur, kl. 18 Møti v/
Rúna Mortensen, Argir o.fl.
www.koma.fo
Hebron, Argir
Mikudagin kl. 20 Upp-
byggingar- og bønarfundur.
Osvald Kjærbo talar um
evnið: Bønir Paulusar.
www.hebron.fo
Samkoman Lívdin
Í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin á familjumøti
kl. 10.30 er evnið: Hvat segði
Jesus um Bíbliuna? og til-
biðjunarmøti kl. 12 er evnið:
1. Korint – At geva. Á báðum
møtunum talar Zacharias
Zachariasen. Barnaansing er
fyri børn undir skúlaaldur á
báðum møtunum. Sunnudags-
skúlin er kl. 12. Drekka-
munnur er millum møtini.
www.livdin.fo
Ebenezer
Mikukvøldið kl. 20 Byrja
mánaðarmøtini við evninum:
Ávøkstur Andans – Kærleiki.
Hóskvøldið kl. 20 Halda
mánaðarmøtini fram við
evninum: Ávøkstur Andans –
Gleði. Øll eru hjartaliga
vælkomin. www.ebenezer.fo
Meinigheitshúsið
Mikukvøldið kl. 19 Venur
Meinigheitskórið.
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti har ung úr Fuglafirði
luttaka.
Leygarkvøldið kl. 19.30-22
Juniorhugni.
Sunnudagin kl. 14 sunnudags-
skúli, kl. 18 Møti við Regin
Høgnesen.
Samkoman Rhema
Staravegur 5
Mikukvøldið kl. 20 Møti við
ungdómi úr Alterna úr
Danmark.
Sunnudagin kl. 11 Møti og
sunnudagsskúli. Øll eru
vælkomin. www.rhema.fo
Karisma
Hvítusunnustevnan 2003
verður í døgunum 6.-9. juni í
Ítróttarhøllini á Hálsi, har
tiltøk verða fyri allar aldurs-
bólkar. Nærri verður lýst
seinni.
Samkoman Immanuel
Í kvøld kl. 20 Møti.
KFUM og KFUK í Havn
Mikudagin kl. 19 í KFUM:
Ten-sing kórið venur.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti, kl. 18 Evangel. møti, øll
eru vælkomin.
Filadelfia, Landavegur 22
Í kvøld kl. 19 Delli.
Fríggjakvøldið kl. 20 Ung-
dómsmøti.
Leygardagin kl. 17 Landsbøn.
www.filadelfia.fo
Vestmanna missiónshús
Hóskvøldið kl. 20 Samtalu-
møti við evninum forbøn.
Fríggjakvøldið kl. 20 Møti
við Kajberg Davidsen o.ø.
Leygarkvøldið kl. 20 Útimøti
við eysturoyingum, aftaná
lovsangsløta í missións-
húsinum.
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 19 Møti við
Margeir Toftegaard o.ø.
Sangbólkurin Gittit syngur.
Samkoman í Berøa
Mikukvøldið kl. 19.30 Bønar-
og uppbyggingarfundur, Karl
Jóhan Nielsen talar um evni:
Hvat sigur Skriftin, eiga vit at
giftast? Ungdómsbólkurin á
Toftum syngur.
Sunnudagin kl. 11.30 Sunnu-
dagsskúli, kl. 11.30 Minnis-
máltíð Harrans, kl. 15 Løta
fyri foreldrum at børnum
undir 2 ár, kl. 19 Evangel.
fundur við nógvum lovsangi.
Ungdómskórið í Ebenezer,
barnakórið í Berøa og fleiri
syngja. Kári á Torkilsheyggi
og Dánjal í Skemmuni tala.
Keldan
Mikukvøldið kl. 20 Felags
húsbólkamøti.
Leygarkvøldið kl. 21 Opið
hús við Leif Høj.
Sunnudagin l. 11 Morgun-
møti, kl. 11 Barnamøti, kl. 19
Evangel. møti. Vælkomin í
Kelduna. www.keldan.fo
Siloa, Fuglafirði
Bøn, bíbliulæra og hugnalig
samvera verður í Siloa í kvøld
kl. 19.30 Zacharias Zacharias-
sen talar. Evni: Bók Nehemi-
asar. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Soli Deo Gloria
Mikukvøldið kl. 20 Kvinn-
urnar samlast.
Hóskvøldið kl. 20 Pizza-
hugnakvøld fyri ung.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Getsemane
á Brekku 19 Klaksvík
Mikukvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Fríggjakvøldið kl. 20 Spæli-
café fyri ung.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
André Matras.
Missiónshúsið í Skopun
Í kvøld kl. 20 Bíbliutími. Øll
eru vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagin 5. mai:
kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 10.30-18 Veving á
loftinum. Seyma teppir
saman
kl. 14-18 Kortspæl,
landastrok, telving, dart og
onnur spøl
Týsdagin 6. mai:
kl. 10-12 Vit baka
kl. 10-11.30 Sangur, Benny
og Flemming Samuelsen.
Øll eru hjartaliga
vælkomin.
kl. 15 Prát
Mikudagin 7. mai:
kl. 10-15 Opið hús
kl. 15 Vitja Dimmalætting.
Hittast uttanfyri Dimma-
lætting á Smyrilsvegi 13
Hósdagin 8. mai
kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja
Danielsen
kl. 14-17 Telduprát – Brandur
Petersen
Fríggjadagin 9. mai:
kl. 10-15 Opið hús
kl. 14.30 Fyribyrging/-
fólkaheilsa, Bill
Justinussen
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit ynskja
at øll skulu kenna seg væl-
komin.
Dagtilhaldið í Vági
er opið hvønn týsdag og
tórsdag frá kl. 15.00-18.00.
Øll kunnu vera við.
Tilhaldið í Sandoynni
Tilhaldið er opið mánadag og
mikudag frá kl. 14–17.00.
Drekkamuður er at fáa báðar
dagarnar. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Mikudagin 7. mai
Spurningar úr føroyska
spælinum Landastrok verða
bornir fram.
Mánadagin 12. mai fara vit
útferð til Húsavíkar har Hanus
undir Leitinum sigur frá.
Aftaná verður farið í
Ísansgarð til ein drekkamunn.
Farið verður úr Tilhaldinum
kl. 14 við bussi til Húsavíkar.
Kostnaður fyri túrin íroknað
drekka er 50 kr.
Dagtilhaldið Fløvin
kemur saman mánadag-
fríggjadag kl. 15.00-18.00 í
húsunum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í
Keypmannahavn, ið hevur
tørv á vitjan ert tú vælkomin
at seta teg í samband við
Reyða Kross Føroya,
Bryggjubakki 10,
100 Tórshavn
tlf. 319630/61 655400.
NA (Anomymir
narkomanar)
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Fundur er hvønn hósdag kl.
17.30 til 18.30 og sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00.
AA-fundir í Havn
Reinsaríið, Tórsgøta 5:
Sporafundur verður í kvøld
kl. 20-21.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at alk-
oholikarum er hvørt týskvøld
og hóskvøld kl. 20 í Al-Anon,
Tórsgøta 5 (inngongd vestan-
fyri). Telefontíð er fríggja-,
leygar-, sunnu- og mánadag
frá kl. 19-21 á tlf. 508030.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 í Reinsaríinum,
Tórsgøta 5, Tórshavn.
www.aca-danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
Opin roykfríur fundur fyri øll
áhugaði er hvønn sunnudag
kl. 16.00-17.00, í Mariu-
kirkjuni, Varðagøta 16.
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
AA-fundir í Vágum
Í gamla skúla í Sandavági
hvørt hóskvøld og leygar-
kvøld kl. 19.00 (á loftinum,
inngongd niðanfyri).
Al-Anon í Vágum
Fundur fyri avvarðandi hjá
alkoholikarum er hvørt týs-
kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla
í Sandavági.
AA-Suðuroy
AA-fundirnir í gomlu lækna-
miðstøðini á Tvøroyri eru
fríggjakvøld kl. 19 og sunnu-
dag kl. 15.
Hvønn sunnudag síðst í mán-
aðinum – opin fundur kl. 15.
AA í Vági
AA fundir verða í Undirhús-
inum onsdag og leygardag kl.
19.00.
Blái Krossur – Glyvrar
bjóðar til eftirviðgerðarfund
hvørt mánakvøld kl. 19 í
hølunum hjá Bláa Krossi á
Glyvrum.
Blái Krossur – Eiði
bjóðar til eftirviðgerð í Losj-
uni á Eiði annaðhvørt
týskvøld kl. 20. Meira fæst at
vita á tlf. 315575.
Náttarravnarnir
í Tórshavn
Tín stuðul ger mun! Blív lim-
ur ella gang ein royndartúr.
Ringið Carl 215570, Guðrið
220019, Hans Jákup 217818,
Tone 261165, Ella 316261,
Arni 222552.
BRÚKARASAMTAKIÐ
Brúkarasamtakið er felag fyri
brúkarar í Føroyum. Lima-
gjaldið er 100 kr. árliga. Øll,
einstaklingar frá 16 ár og
feløg, kunnu gerast limir við
at skriva til postadressuna
niðanfyri, ella venda sær til
ein í nevndini: Ingun Simon-
sen, forkvinna, 317782/
211696, ingun@post.olivant.fo
Hans Pauli Strøm, skrivari,
424044/221919,
hps@kallnet.fo
Gunnleivur Dalsgarð,
kassam., 314868/311210,
gunnleiv@starvsmf.fo
Høgni Debes Joensen,
311832,
trongrim@post.olivant.fo
Kristina Samuelsen,
311883/211883,
kris@logting.fo
Brúkarasamtakið, Postboks
165, 110 Tórshavn
Spælistovan í
Meinigheitshúsinum
er opin frá kl. 9.00-12.00
mánadag, mikudag og hósdag
fyri foreldrum við børnum
uttan ansing.
Heilaskaðaráðgeving
Spyr um alt innan heilaskaða.
Fyri bæði heilaskadd, avvarð-
andi og tey, ið arbeiða við
afturvenjing.
Sendið okkum eitt meyl til
neozone@neozone.dk
NeuroPlan, BellaVista,
Bellevuevej 7, 2. tv., 2930
Klampenborg, Danmark.
Tú kanst eisini ringja til: tlf.
+45 39902665 (Jón) mobil:
+45 24430903 (Jón)
www.neozone.dk
Kvinnuhúsið
svarar alt samdøgrið á tlf.
317200. Skrivstovan er opin
frá kl. 10 til 17, og hósdagar
til kl. 21. Ráðgevingin er hós-
kvøld eftir avtalu.
LFÚ-skrivstovan
hevur opið mánadag og
mikudag millum kl. 12 og 16
og týsdag kl. 16-18.
LFÚ-ráðgevingin hevur opið
týsdag og hósdag frá kl. 16-18.
Føroya Heimavirkisfelag
Postboks 1209 - 110 Tórs-
havn.
Teldupostur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Samband við felagið fæst við
at ringja tlf. 22 95 83.
Umsóknarbløð til Heima-
virkisleguna í Danmark í
summar kunnu fáast við at
venda sær til felagið.
LISA
Frá 24. februar er skrivstovan
hjá Listafólkasambandið
Føroya í Pætursarstovu opin
soleiðis:
mánadag, mikudag, hósdag
og fríggjadag frá kl. 9-12,
týsdag er opið frá kl. 18.30-
20.30.
Limir eru vælkomnir inn á
gólvið. Tlf. 320197.
teldupostur: lisa@lisa
heimasíða: www.lisa.fo
Lymfødemfelagið
Box 2113, FO 165 Argir
Felagið hevur ikki fasta
skrivstovutíð. Samband fæst
við felagið á tlf. 448454, Fía í
Túni, ella tlf. 313424, Arnhild
Johannesen.
Amnesty International,
Føroya deild
Tinghúsvegur 18, 4. hædd
Tlf. 315816
Skrivstovan er opin mánadag
frá kl. 13.00-17.00 og
mikudag frá kl. 9.30-17.30.
Heimasíðan: www.amnesty.fo
Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo
Føroyskir fiskimenn
uttanlands
tlf. 21 04 95.
Felagið fyri føroyskar fiski-
menn í Canada, Svøríki, Dan-
mark, Íslandi og Noregi.
Limagjald 200 kr. um árið.
Postgiro 57894. Fø.
Sparikassi 442027-8.
Heilaskaðaráðgeving
Hevur tú spurningar um heila-
skaðar, afturvenjing ella ann-
að, so ber til at skriva til
okkara á "NeuroCom, FO 400
Oyrarbakki", at senda
teldupost til:
info@neurocom.dk ella at
ringja til 225 263.
NeuroCom, Oyrarbakki
Heilafelagið, MBF-húsið
Íslandsvegur 10C
tlf./fax 321520
Telefontíð hvønn týsdag
kl. 18.00-20.00.
Parkinsonfelagið
MBF-húsið, Íslandsvegur 10C
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið hjá Tórhild,
e-mail:
torhildm@post.olivant.fo
Hildebjørg, tlf. 313897,
e-mail:
jwimport@post.olivant.fo
Nakað av bókum eru til láns
hjá felagnum.
Giktafelag Føroya
Íslandsvegur 10 C
FO-100 Tórshavn
T-post: gikt@gikt.fo
www.gikt.com
Skrivstovan: Tlf. 31 02 37
Opið: týs- og hósdag
kl. 11.00-14.00.
Fibromyalgibólkurin: Opið
mánadag kl. 11.00-13.00.
Foreldraumboð:
Nicolina Højgaard,
heilsusystur tlf. 31 47 50
Ungdómsumboð: Sára
Tummassardóttir tlf. 37 31 06.
MÁF
(Meginfelag Áhugaleikara
Føroya) heldur til í húsum
Hans Andrias Djurhuusar
undir Pisuvarða 2, Tórshavn
Tlf. 315624 og 315688, Faks
315924,
e-mail: maf@maf.fo og
maf@post.olivant.fo
Heimasíða: www.maf.fo
Opið er: má. og tý. kl. 10-15,
mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl.
10-15.
Endamál felagsins er at stuðla
áhugaleiklist og menna hesa
mentunargrein í Føroyum.
Formaður: Hilmar Joensen,
Nólsoy. Listarligur ráðgevi:
Birita Mohr. Dagl. leiðari:
Malan Matras Joensen.
MBF – Meginfelag
teirra brekaðu
Skrivstovan er opin allar
gerandisdagar millum kl.
09.00 og 16.00.
Íslandsvegur 10C, FO-100
Tórshavn.
Tlf. 317373. Fartlf. 264839.
Faks: 310813.
t-postur: mbf@post.olivant.fo
Heimasíða: www.mbf.fo
Alzheimerfelagið
Tórsbyrgi 16
100 Tórshavn
Heimasíða: www.alzheimer.fo
t-postur: sigmo@post.olivant.fo
Felagið hevur ikki fasta skriv-
stovutíð, men samband fæst
við felagið á tlf. 313102.
Demenslinjan er telefonráð-
geving í øllum viðvíkjandi
demens. Tlf. 313102 svarar
týsdag kl. 18–20.
Javni
Skrivstovan er opin týsdag til
fríggjadag kl. 10.00-14.00.
Adr.: Hoydalsvegur 40,
3. hædd.
Tlf. 314827 – fax 310557
Teldupostur:
javni@post.olivant.fo
Heimasíðan www. javni.fo
TILTØK
C
M
Y
K
26
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu
KOMANDI FILMUR
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
ROWAN
ATKINSON
www.yahoo.dk/johnnyenglish
Mikudagin
07.05.kl. 2000
Mikudagin
07.05.kl. 2245
Hósdagin
08.05.kl. 2000
Hósdagin
08.05.kl. 2245
Mikudagin
07.05.kl. 2045
Hósdagin
08.05.kl. 2045
Mikudagin
07.05.kl. 1845
Hósdagin
08.05.kl. 1845
Mikudagin
07.05.kl. 2300
Hósdagin
08.05.kl. 2300
- Seinasta sýning -
Mikudagin
07.05.kl. 1800
Hósdagin
08.05.kl. 1800
- Seinasta sýning -
Frumsýning
Fríggjadagin 09.05