Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. februar 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Framtíðar b naður í Nr. 26 — 9. FEBRUAR 1993 ska sjúkrahúsverkinum: Oheft og faklig donsk kanning | nu avgerandi I farna mánað var Jóannes Eidesgaard, landsstýrsmaður á fundi í Keypmannahavn fyri at fáa danir at hjálpa okkum við eini kanning, sum skal gera av, hvussu framtíðar uppgávu- býtið skal vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í morgin verð- ur fundur í Tinganesi millum partar av heilsuverkinum og landsstýrismannin um m.a. henda spurningin Mikudagin verður fundur í Tinganesi millum sjúkra- hússtýrini, Ráðleggingar- nevndina, umboð fyri kommunulæknarnar og heilsu- og heimasjúkra- systraskipanina og lands- stýrið. A fundinum fer Jóannes Eidesgaard, landsstýris- maður at greiða frá ætlan- unum at seta ein bólk við serkønum serstakliga úr Danmark at gera eina kanning av ymsum pørtum av føroyska heilsu- og sjúkra- húsverkinum - eitt nú um hvussu farast skal fram í næstum viðvíkjandi uppgåvubytinum millum tey trý sjúkrahúsini og so eisini Ríkishospitalið. Jóannes Eidesgaard fer eisini at greiða frá teimum politisku fyritreytunum fyri hesum arbeiði og fer tá eisini at biðja um við- merkingar frá teimum ymsu pørtunum av heilsu- verkinum, sum vera við á fundinum. Danir vilja hjálpa Tað var á einum fundi í Norðurlendska Ráðharra- ráðnum í august í fjør, at táverandi danski heilsu- málaráðharrin Ester Lars- en beyð Jóannes Eides- gaard, landsstýrismanni at hjálpa við ráðgeving í sambandi við framtíðar bygnaðin í — føroyska sjúkrahúsverkinum. -Tað, sum serliga er ein trupulleiki í sjúkrahús- verkinum er uppgávubýt- ið. Hvat skal liggja í Havn, í Suðri, í Klaksvík og hvat skal gerast í Danmark. Tað, sum vit ynskja, er at fáa nøkur óheft fakfólk at koma við nøkrum kvalifiseradum úttalilsum, hvat er skilabest at gera í Føroy- um út frá einum fakligum og fígjarligum sjónarmiði. -Tað er sera týdningar- mikið, at vit fáa eina slíka frágreiðing, sum nettup er óheft fakliga, tá hugsað verður um at kunna brúka hesa frágreiðing politiskt í Føroyum leggur lands- styrismadurin aftrat. Í november varð tosað um arbeiðsetning og hvør skuldi vera í nevndini. Fundurin í januar var eitt framhald av hesum. Sparingar Jóannes Eidesgaard sigur, at nevndin umframt at taka stóðu til uppgåvu- byud eisini skal hyggja nærri at teimum sparingum, sum eru gjørdar síðani 1989. - Hava vit troytt allar møguleikar ella hava vit gjørt nakrar skeivar spari- ngar. Ein annar spurningur at taka støðu til er leiðsluspurningurin í føroyska sjúkra- húsverkinum. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at fyribils koma umboð fyri danska Heilsumála- ráðið, Heilsustýrið, Ríkis- hospitalið og sjúkhrahús- stjórin at virka sum ein ráðgevandi bólkur. Møgu- liga kemur so hesin at seta seg í samband við okkurt felag ella fyritøku, sum er von við at arbeiða við slíkum kanningum. Umboðini í umrødda bólki verða Jens Beck frá Heilsumálaráðnum, Marianne Jespersen frá Heilsustýrinum, lækna- stjórin á Ríkishospitalin- um, Buchard Hansen og Høgni Joensen, sjúkrahús- stjóri. Uppá fyrispurning um Dansk Sygehus Institut kemur at gera hesa kann- ing sigur Jóannes Eid- esgaard, at tað er ikki 6møguligt. Ætlanin er at hava lidnu kanningina i juni. Jóannes Eidesgaard sig- ur annars, at tað hevur stóran týdning hjá lands- styrinum at geva bólkinum greið boð um, hvørji premissini eru fyri hesi kanning. Grundarlagið fyri kanning -Hvat stødi skulu tey try sjúkrahúsini hava verður so nakað, sum eg má tosa við landsstýrið og sjúkra- hússtýrini um, áðrenn ein kanning kann fara í gongd. Hvussu hetta grundar- lagið kemur at síggja út veit landsstýrismaðurin ikki enn, men tað skal fundurin nú mikudagin m.a. hjálpa við ul. ut Jóannes Eidesgaard vil ikki siga her og nú, hvussu hann heldur uppgávubýtið eigur at vera, men hann heldur, at tey smærru sjúkrahúsini mugu hava eitt slíkt stødi, at tey kunnu taka tær mest vanligu fyrikomandi sjúk- urnar, t.d. at tey kunnu klára fødingar, eitt maga- sár, eitt beinbrot osfr. Er talan um t.d eitt blødandi magasár, so fer tað bein- anvegin til Havnar. -Men eg skal eisini við- ganga, at tað er kanska umsonst hjá eitt nú klaks- víkingum at skula hand- heva eitt ortopediskt spec- tali í Klaksvík, ti hetta hevur ongan týdning fyri tann vanliga klaksvík- ingin. Hann skal íkki skifta økslina ella mjødn- ina út innan fyri ein tíma ella so. Tað, sum hevur týdningur fyri hann, er at koma fyri læknahond, um hann dettur um ol. -Tvs. at skulu tit fylgja ráðunum frå útlendingum í hesum føri, so kanst tú koma út fyri, at eitt nú norðingar verða noyddir til at góðtaka, at orto- pediin fer at liggja í Havn og at bæði tey smærri sjúkrahúsini koma at virka meira sum akursjúkrahús! -Har kann eg m.a. vísa tiltil úttalilsi hjá lækna- stjóranum á Ríkishospit- alinum, sum hevur sagt, at hevur tú fysisku karm- arnar, so eru læknarnir eisini mobilir. Hví ikki flyta læknarnar heldur enn at flyta sjúklingarnar. Tað er einki til hindurs fyri, at ein ortopedur úr Havn fer til Klaksvíkar ella til Suðriar at gera eina skurð- viðgerð. Tá kanst tú tosa um eina funktionella eind. Barnalæknin Eitt av teimum itøkiligu Tíðindablaðið CH málunum, sum tosað varð um á fundinum í Keyp- mannahavn í farna mánað var spurningurin um setan av einum avloysara fyri barnalæknan. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at rådini hann fekk á ti fundinum frá skrivstovu- stjóranum í Heilsumála- ráðnum, Jens Beck, vóru tey at seta ein avloyara. Hann helt tað vera tímu- ligt eitt samfelag við 47.000 íbúgvum hevði ein barnalækna. -Eg lovaði eisini ting- inum at taka málið um avloysara fyri barnalækan uppaftur í landsstýrinum og havi eg síðani gjørt tað eg kann og havi tilmælti løgmanni og lønardeildini, at tað verður settur ein avloysari. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina við- merking til málið frá løgmanni. jan LASTVOGNSKOYRING Krani € Grabbi 6 3 vegis-vippa 8 4 tons Petur Jacobsen Djúpadalsvegur 32 100 Tórshavn Tlf. 15921 & 86921 - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosialuri JA árstjórðinginum Navn: Eg gerist haldari av Tidindabl Sosialinum og fåi bladid 5 ferðir um vikuna. fyri 225 kr /årstj. (haldarar í Føroyum) fyri 260 kr./ársfj. (haldarar í Skandinavia) Goldið verður bert fyri blødini restina av hesum Bústaður: Bygd/býur: sin - sosialurin - sosialurin - sosialurin Kannad postverkinum sosialurin - sosial 110 Torshavn