Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. februar 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

de bro Dani Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Latið ikki alingina fara fyri bakka ALIVINNAN er framvegis ein rættiliga nýggj vinnugrein her á landi. Og hyggja vit eftir, hvussu gongdin hevur verið í hesi vinnu, so må sigast, at hon hevur hevur fingið sera stóran tydning fyr okkum - ikki minst landsbúskaparliga NÚ rillar av álvara í alivinnuni eisini Tosað verður um, at verður ikki kapi- talur sprændur inn í vinnuna so ella so, tá fer hon fyri bakka ella sum onkur hevur mælt - í søguna FLESTU politikarar og eisini vinnu- livsmenn er samdir um, at vit eiga at fáa marknaðarbúskap, har vinnan klárar seg sjálv. Hetta síggja vit í fiskivinnuni, og nú tá alivinnan streingir á at fáa onkra hjálp, tá verður víst á, at hetta er júst tað ein nú roynir at fara burtur frá í fiski- vinnuni, og ti er tað burturvid at lata eini aðrari vinnu almenna studning. VIT mugu gera okkum greitt, at tað ikki snýr seg um veruligan almenna studn- ing. Tað alivinnuni tørvar er rætt og slætt likviditet til tess at kunna seta út smolt, keypa inn fóður ol. Og tå hugsað verður um, at henda vinnan í veruleikanum hevur staðið á egnum beinum uttan almennan studning eins Biaðfóls. Randi Jacobsen - Dagny Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Utgevar: P/1 $aslalurin Uppsetng PA Saslalurin Prent PA Pressan 1981 Jústinus Eidesgaard og fiskivinnan, so mugu bæði okkara politikarar, okkara peningastovnar 00 innsiggja, at alt må gerast til tess, at henda vinnan nu ikki fær endaliga mønustingin. VIT mugu ikki seta kikaran fyri blindað eygað og harvið ikki síggja teir glottar, sum í veruleikanum eru. Og tað ber heldur ikki til bara at hyggja ein dag fram ella ein mánað. Í tí stóðu sam felagið er í, har vit næstan einki vinnuligt grundarlag hava longur, er tað nettup okkara skylda og uppgáva at fáa eyga át eir glottar, sum eru. Og her er alivinnan heilt givið ein glotti, um ikki í dag, so um ikki so langa tíð. Vit eiga tað rætta umhvørvid, og skjótt eiga vit eisini tey røttu fólkini til at halda framhaldandi lív í eini slíkari vinnu. HÓAST tað hevur verið fýlst á, at summir av alararum hava livað sum aðrir gullashbarónar og ikki hava dugað at fingið eina nóg lønandi vinnu burtur úr, so er tað fullkomiliga skeivt at gene- ralisera - at skera alla alivinnuna yvir ein kamb. Tað eru vissuliga teir mongu, sum bæði brúka orku, tid og evni til at byggja upp eina sunna alivinnu. Og sum hava rokkið góð úrslit. Skal nú alt hetta detta niðurfyri! Tað má og skal tað ikki eftir okkara tykki. VIT mugu tvingast úl at leggja burtur okkara agressiónir móti hesi vinnu, nú hon er í svárum trupulleikum. Ti í veruleikanum hevur hon nógv steérn tydning fyri landsbúskaparliga úrsliuð enn vit geva okkum fær um. FØROY AR eru helst tað besta staðið í øllum Norðuratlantshavi ul júst aling, og ti eiga vit ikki at sleppa hesum møguleika nú. Um eingin annar útvegur er, tá eiga vit at royna at fáa útlendingar at seta pengar í alivinnuna. Hetta kann fyri mong sýnast ein skeiv gongd, men er tað ikki betri at kunna varðveita hesi so týðandi arbeiðsplássini og útflutn ingsvirði við fremmandum kapital heldur enn at lata alt fara, bara ti at vit ikki sjålvr hava kapital og vilja nokk! TAÐ skal vera vón okkara, at okkara egnu peningastovnar og eisini politik- ararnir vísa seg sum menn og forða fyri, at alivinnan fer í søguna. Tað vil vera ein vanlukka. Tað er greitt, at hóast fleiri av bankunum hava mist pengar uppá alivinnuna, so er tað ein óreingi- ligur veruleiki, at hesir somu bankar hava eisini tjent feitt uppá somu ali- vinnu. Tí eiga teir eisini nú at vísa sam- felagssinni. Í síðsta enda eru teir við til at taka grundarlagið undan sær sjálvum vilja teir ikki geva alivinnuni neyðuga kapitalin fyri at koma gjøgnum hesa Bústaður. Argjavegi 26 Tøleton: 11820 66. ÁRGANGUR Postadr Postsmoga 78 110Térshavn Tøletax 14720 Argjum ringu tíðina. Ti vit ivast ikki í, at tað er bara ein spurningur um tíð, so vil alivinnan vera eitt uppaftur stórri íkast til samfelagsbúskapin enn í dag. Tað ringasta vit kunnu gera er at kappa á stokkinum við at nokta at fíggja úseting av smolti. Tá hava bankarnir í veru leikanum givið alivinnuni mønusungin Tá hava teir rætt og slætt kvett eima týðandi lívæðr av. MEN gerst einki, eru bankarnir hvorki til at høgga ella stinga i, so mugu vil fara út um landoddarnar og royna at fáa útlendingar áhugaðar í Føroyum sum ti idella alilandinum. Og tað er júst tað Føroyar eru. Eitt er vist:, alivinnan má ikki fara fyri bakka nú. Tað skylda vit í hvussu er okkara komandi ættarliðum, sum kunnu koma út fyri, at tað fara at ganga nógv ár, ul fiskur verður aftur við Feroyar. Og fyri at fyribyrgja avleiðingunum av ú ber til sjálvur at seta út fiskin og selja hann av landinum. Tí má alivinnuni verða lív lagað. Hetta mugu ikki bert okkara politikarar sanna, men kanska fyrst og fremst tey og teir, sum í dag sita á og umsita kapitalin. Vit hava brúk fyri bankunum. Men hvat skulu vit brúka bankar til, tá bæði alivinna og fiskivinna eru farin fyri bakka!!! Samstarv styrkir Á onkrum skipi er manningin gingin við tilat lækka býtis% til 16%. Hjá tí skipinum fara 84% av kvotuni til figgjarstovnar og ikki til manningina, familjuna ella føroyska samfelagið, sigur Eyd6lv Dimon Skulu vit gera okkum tank- ar um at koma úr teim naggatódn samfelagið er í, má politiski myndugleikin vera djarvar og tora at taka avgerdir, heldur enn at lata marknadarkreftimar ráða. Landstýrið hevur sagt, at vit mugu bera so í bandi, at nýggjastu og mest fram- komnu skipini ikki fara av landinum. Sjálvandi skulu vit ansa okkum, at vit ikki um fá ár standaefur við ein- um niðurslitnum fram- leiðslutóli, ið má skiftast út. Men at hava sum út- gangsstødi, at vit mugu varðveita nýggju skipini fyri ein hvønn pris, kann gerast ein beinleidis skadi- lig kós. Eru skipini ov dyr, sum tey flestu eru í dag, má kannast hvat samfelagsliga lønar seg best. At halda lív í skipinum, ella at byggja eitt nýtt og bíligari á eini føroyskari skipasmiðju. Lægri býtisprosent, merkir meir til bank- arnar og minni til landi Vit vita, at flestu skipini hava tungt við at fáa end- arnar at røkka saman. Reið- arafelagið roynir av øllum alvi at fáa lækka býtis % fyri at bóta um likviditetin hjá skipunum. A onkrum skipi er mann- ingin sjålvbodin gingin við ul at býtis % verður lækka til 16%. Í hesum før vil tað siga, at 84% av inntøkuni hjå skipinum ikki kemur føroysku manningini ella familjuni til góðar, men fer beinleiðis ul bankar í Før- oyum og í útheiminum. Er tað rætt, at so stórur partur av fiskikvotum okk- ara skulu fara beinleiðis til bankarnar? Vit mugu gera okkum greitt, at lata vit marknaðar- kreftimar ráða einsamallar, so verda tad tey dyru skip- ini, tey sum bankarnir missa mest við at koyra á húsa- gang, sum verða eftir. Politiski myndugleikin má verða djarvari Her mápoliuski myndug- leikin avgera hvørji skip, vit vilja hava eftir, og stud- ulsskipanimar mugu so lag- ast eftir ti. Hetta verdur trupult, men polituikkarar, sum ikki tora at taka slika avgerð, landinum at frama, áttu ikki at bjóða seg fram ul størv, sum júst innibera, at man torir at taka >óbehagiligar< avgerðir. Hetta verður altavgerandi fyri, hvussu nógv ár skulu ganga, áðrenn vit koma upp úr fíggjarliga aldudalinum. Fisksslan má vakna ella vekjast. Øll mundu vit fegnast, tå Fiskasølan fekk ein nýggjan og ungan stjóra. Hesin byrj- aði eisini Ofønt, og útflutn- ingsvirðið vaks munandi tað fyrsta árið. Nýggi stjór- in hevði nógv góð hugskot, hvussu Føroyar skuldi fáa stórri årtøku úr fiski- vinnuni. Men nú hoyrast eingi hugskot, og í seinastuni hevur nýggi fiskasglustjór- in — bert gjørt vart vid seg, tá tað galt um at gera við- merkingar til hugskotini hjá ødrum. Fortreytimar í dag eru nógv broyttar, men tað er nú, vit hava brúk fyri nýggjum hugskotum. Og Fiskasølan eigur at føla stórri ábyrgd fyri støduni og virka sum ein katalysator, ella ígongdsetari. Tað er Fiskasølan, ið skal granska og menna fiskaidnadin og stýra åtflutningin.Ger Fiskasølan ikki tað, av sær sjálvari, mugu limirnir, flakavirkini, krevja tað fyri limaskap sín. Herfyri fór eitt føroyskt flakavirki undir ser-fram- leiðslu, men tá vøran skuldi seljast hevdi eitt annað før- oyskt flakavirki metta marknaðin. Tå er illa lagt til rættis, um eitt líuð flaka- virki í Føroyum kann metta ein markna so annað virki brennur inni við leiðslu. fram- Pinkulingurin Føroya Fiskasøla Danskir svinautflytarar åsanna i dag, at skulu teir ikki fullkomiliga verða kroystir, nú so stórar broyt- ingar henda í Evropa, so er neyðugt at leggja saman ella >fusionera< við svína- útflytarar í øðrum londum. Føroya Fiskasøla koyrir sitt »enemandsløb« og kappast vid føroyingar, is- lendarar og grønlendingar um stórt sæð sama markn- að. At føroyskir fiskaútflyt- arar áttu at samstarva er ein Mugu fáa eitt samstarv við grannar okkara Í s- land og Grenland, tá tað snýr seg um sølu á fiski, skrivar Eyðólv Dimon sjálvfylgja, og somuleiðis áttu vit av øllum alvi at virka fyri, at vit fingu eitt samstarv við grannar okk- ara Ísland og Grønland. Hesum samstarvi høvdu øll trý londini fingið gagn av og kanska serliga lítla landið Føroyar. Hetta hevði ikki gjørt okkum til ein risa á EF-marknaðinum, men hevði býtt munandi um framtíðar útlit okkara. Nógv verður tosað um út- norður samstarv, og hetta hevði so verið nakað itøki- ligtatarbeitt við. Tað stend- ur púra greitt, at í nýggja Europa er tað tann sterkasti, ið vinnur, meðan onnur verða kroyst. Eyðólv Dimon