Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. februar 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 31 — 16. FEBRUAR 1993 Tummas Arabo, landsstýrismaður: Bankarnir mugu jótaka I pp á tey "góðu" virkini -Bankarnir mugu góðtaka at avskriva part av skuldini hjá teimum fáu virkjunum, sum í dag koyra so dánt. Verður hetta ikki gjórt, so hava hesi frægastu virkini í landinum í dag ongan møguleika at kappast við tey saneraðu virkini um eitt nú råvøruna heldur landsstýrismaðurin fiskiídnaðarmálum. Sum stødan sær út i Før yum í løtuni, so hevur tiskrídnaðurin sera ilt vid at fáa endarnar at røkka saman. Vit hava sæð. at virki eru latin aftur, virki eru farin í gjaldsstedg og virki eru farin á húsagang Bert nøkur heilt få flakavirki koyra so hamp uliga, men felags fyri tey er eisini, at tey hava eina stóra skuld. Nú hendir so tað, at fleiri av virkjunum, sum lata aftur, SÉra fáa sina skuld saneraða og nøkur teirra byrja so aftur av nýggjum nógv lægri føstum útreiðslum Hetta kann sýnast gott men fyri tey virkini, sum við framvegis royna at gjalda hvørjum sítt og royna at klára seg gjøgnum krepp una við tí stóru skuldini, verður stødan skjótt tann, at tey hava ongan møgu- leika at kappast við tey saneraðu virkini, sum eru sloppin undan parti av síni skuld. Hetta er ein spurningur, sum verður umreddur millum vinnulívsfólk og hava vit biðið landsstýr- ismannin í fiskiidnadar- storum målum koma vid sini stødutakan til júst henda spurningin. Tummas Ara- bo sigur: Megnaðu tað ikki -Aðrenn bankarnir vóru um át fara á húsagang í vetur hevði ein varhugan av, at teir vóru bangnir fyri, at útviklingurin fór at verða tann, at ávís flaka- virki gjørdust ov bílig og harvið meira kappingarfør í mun til onnur virki. Teir Iummas Arabo heldur at bankarnir mugu av skriva uppá tey virkini sum koyra hampuliga í dag, ti tey hava alt ov dragast við. Her hugsar hann stóra skuld at m.a. um Bacalao royndu tí at halda eina ávísa javnvág, men hana hava teir so ikki megnað at hildið. Teir mistu takið og fóru fallit ístaðin. Tað, sum hendir nú, er, at cin partur av virkjunum gerast sera bílig, og so standa hini eftir, sum hó- ast alt hava klárað seg. Landsstýrismaðurin heldur, at peningastovn- arnir mugu síggja í eyg- uni, at tey virkini, sum hava klárað seg við eini rættiliga stórari skuld, verða teir noyddir til at avskriva nakað av skuldini uppá. I 4 Sjálvandi ber til at koyri hesi virki á húsa- gang, men tá tekur tú eis- ini alt tað góða og sunna grundarlagið undan teim- um, sum eitt nú er ein góð leiðsla osfr. Betri er um bankarnir avskriva ein part av skuldini. Tað eru nøkur av virkj- unum i Føroyum, sum hvør i sær koyra væl, men hava ov nógva gamla skuld at stríðast við. Tummas Arabo nevnir nøkur virki eitt nú Baca- lao, Vestmanna Fiskavirki og Tvøroyrar Flakavirki. Vestmanna Fiskavirkið hevði ongantíð klárað seg um teir ikki góðskingarleiðina Tvøroyrar Flakavirki klárar seg, tí teir koyra við specialvørum, meðan Bacalao eisini gongur góðskingariceiðina. Talan er ikki um nøkur gullnám, men tey hava klárað seg. Tummas Arabo sigur víðari, at tað er púra ábyrdarleyst mótvegis hesum virkjunum, um ein ger oll hini virkini sera bílig, og ein ikki samstundis sker ein munandi part av skuldini fóru Tíðindablaðið (€1)") Her mugu virkini so sjálvi fara til peninga- stovnarnar og biðja um at fáa skuld eftirgivna. Tummas Arabo heldur hetta verða bestu leiðina fyri bæði peningstovnar og virki. Hann heldur tað vera eina sera óhepna og brutala loysn at koyra hesi virki á húsagang. -Men hava peninga- stovnarnir so lagt upp fyri hesum? -Tað vil eg vóna. Eru teir skilagóðir, so hava teir gjørt tað. jan Cambridge Examinations First Certificate og Proficiency Tilmelding til próviokurnar í juni 1993, endar 5.3.1993. Tilmeldingargjald 500,00 kr. Tilmelding til próvtokurnar fer fram á Setursskrivstovuni kl. 9.00—16.00. Setursskrivstovan Fróðskaparsetur Foroya TIf. 1-5302 Sinnisbati Frítíðarholið í Krossgotu 15 er opið miku-kvold kl. 19-22.